Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 26. JUNI 2020 SOSIALURIN 50 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Nýggjur sáttmáli er gjørdur millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Læraralønirnar hækka 2,56 prosent frá 1. oktober 2019, og 1. januar 2021 hækka lønirnar 2,05 prosent. 1. oktober 2021 hækka lønirnar 1,25 prosent. Fimm bilar vóru í einum ferðsluóhappi nærindis Hvalvík mikudagin. Ein lastbilur varnaðist ikki nóg stundisliga, at bilarnir framman fyri seg bremsaðu niður, tí tann fremsti av íalt fýra bilum skuldi snara av landsvegnum. Fólkini sluppu tíbetur við skrekkinum. Gamla vøggustovan í Havn Stella Maris letur aftur. Stovnurin fer ikki at taka ímóti fleiri børnum, og um tvey ár fer Stella Maris heilt í søguna. Tá ið starvsfólk á Bakkafrosti á Glyvrum komu til arbeiðis í mikudagin, skuldu tey taka masku uppá. Hetta er partur av fyribyrgjandi átøkum í sambandi við korona. Mikukvøldið hevði ein ryssa gingið seg í óføri í Hoydølum, so vandi var fyri, at hon datt oman. Sløkkiðið fekk saman við djóralækna bjarga ryssuni TROM MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt Í nýggjum átaki fara Landsverk og Ráðið fyri Ferðslutrygd at minna bilførarar á at halda frástøðu á vegnum. Eitt nú verður sagt, at um tú koyrir 80 km/t, skalt tú halda 45m frástøðu til bilin framman fyri teg. 45 45 Allur heimurin hevur bíðað eftir føroysku sendirøðini TROM í fleiri mánaðir. Talan er um eina sendirøð, sum Torfinnur Jákupsson hevur skrivað leikritið til. Ætlanin hevur frá byrjan av verið at tikið sendirøðina upp í Føroyum, men nú er óvist, um tað verður til nakað. Tilsamans kostar filmsrøðin 37 milliónir, men fyri at røðin kann verða tikin upp í Føroyum, er brúk fyri, at Løgtingið játtar fýra milliónir til endamálið. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, kann ikki lova, at pengarnir verða játtaðir, og hann sigur, at hetta má løgtingið taka støðu til. Men framleiðararnir hava brúk fyri einum svari sum skjótast, og nú er vandi fyri, at sendirøðin, verður tikin upp í Íslandi í staðin fyri FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR "Hvussu kann tað geva meining, at vit ikki sleppa at drepa grind, men studentar og onnur kunnu savnast í hópatali uttan problem?" "Guð viti hvussu tað verður aftaná koronatíðina. Um vit enn fara at halda líka nogva frástøðu og vaska hendur líka ofta..." Gul til andøvsgul 3 til 8 m/s av eystri og landssynningi. Samdrigið og stundum regn. Hitin millum 12 og 15 stig, um náttina millum 10 og 13 stig.   Gul til stívt andøvsgul av landsynningi 5 til 10 m/s. Samdrigið og regn. Um kvøldið klárar í. Hitin millum 11 og 14 stig, um náttina niður í 10 stig. Gul til stívt andøvsgul av landsynningi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og stundum regn. Hitin millum 11 og 13 hitastig. 3-8 m/s 5-10 m/s Hetta várið hevur verið øðrvísi enn øll onnur vár, sum eg minnist. Koronasóttin hevur broytt gerandisdagin hjá flest øllum føroyingum, men tað hevur hon eisini gjørt úti í heimi. Vit eru tíbetur sloppin nøkulunda snikkaleys, hóast onkur hevur havt tað svárt nokk, tá ið harðast hevur leikað á. Tíbetur er tó ongin deyður síðani smittan kom higar fyrst í mars. Minnist sjálvur Hong Kong-krímið frá 1969 og á vari 1970. Tað var ein krímsjúka, sum rakti hart her hjá okkum og fólk lógu leingi í seingini við nógvum fepri og fleiri eftirsjúkur komu aftaná. Hetta várið – í 1970 – doyðu 13 fólk av ella við Hong Kong-krími – tvey teirra í mínari heimbygd. Tíbetur hendi tað ikki í hesum umfarinum við korona. Ája! Í fleiri ár hevur nógv ferð verið á øllum í Førooyum. Samfelagshjólini hava snurrað við fullari ferð og tað hevur verið nóg mikið at gera til allar hendur. Soleiðis er tað enn – næstan – men hyggja vit rundan um okkum, so síggja vit, at nógvar av teimum stóru byggiverkætlanunum eru um at vera lidnar. Almennu íløgurnar verða fleiri lidnar í ár, men tíbetur ger vinnan framvegis íløgur. Tað eigur at borga fyri, at optimisman er her enn og at vit trúgva uppá eina framtíð. Ája! Útflutningsvinnan hevur merkt, at korona ikki bert hevur rakt her hjá okkum, men eisini í teimum londum, har vit útflyta okkara ali- og fiskavørur til. Tað verður sjálvandi avgerandi fyri okkum, at hesi londini koma búskaparliga fyri seg aftur, so tey fólk, sum har búgva, fáa pening nokk um hendur, so tey orka at keypa føroysku fiski- og alivørurnar til ein góðan prís. Vit vita, at vit eru væl fyri við góðum vørum til matna. Eftirspurningurin er stórur- spurningurin er bara um tey orka at gjalda fyri hesa góðu og sunnu vøru, sum vit flyta út. Ája! Korona ávirkar eisini lønar­sam­ráð­ inganar og ger at landsstýrismaðurin við fíggjarmálum ikki enn hevur góðkent sáttmálan millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið. Hann undirstrikar, at tað er ein tíð fyri korona og so eftir korona og tað má síggjast í nýggju sáttmálunum. Hvussu tann maktkampurin fer at spæla av, verður sera spennandi at síggja. Ája! Fótbólturin er byrjaður aftur. Tíbetur var tað bert eitt umfar uttan áskoðarar, tí at spæla fótbólt á høgum støði uttan áskoðarar, tað gevur onga meining – hvørki fyri spælarar ella áskoðarar. At hygg ja at enskum fótbólti, har ongir áskoðarar eru, gevur heldur onga meining. Áskoðarar og fótbólturin hoyra saman. Annað kann ikki liva uttan hitt. Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? Aftaná 27. juni verða nærum øll, sum koma til Føroya, kannað fyri COVID-19 við landamarkið 5-10 m/s