hósdagur 25. juni 2020síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 26. JUNI 2020
SOSIALURIN 50
12
– Eg hevði
ein tanka og
fór eftir tí
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
D
orit Hansen legði fyri
kortum frá sær eftir
fimm ár sum ritstjóri
á Varðanum. Hon
greiðir frá, at tá hon takkaði ja
til tilboðið um at gerast ritstjóri
Varðans, setti hon sær fyri, at
hon vildi røkja uppgávuna í
minsta lagi trý ár og í mesta
lagi fimm ár. Nú eru fimm ár
liðin, og uppgávan er latin í
hendurnar á nýggjari ritstjórn.
– Eg haldi ikki, at ein
persónur skal mynda eitt slíkt
rit í ov langa tíð, og tí valdi eg
at avmarka meg til í mesta lagi
fimm ár. Eisini er hetta eitt
sera stórt arbeiði, og tað varð
ov møtimikið fyri meg at gera
tað einsamøll í frítíðini. Tí haldi
eg eisini, at tað er ordiliga gott,
at tað nú verða tríggjar, sum
taka við eftir meg, sigur Dorit
Hansen.
Áðrenn Dorit Hansen tók
við sum ritstjóri á Varðanum,
hevði hon ritstjórnað blaðið
Mentan hjá Sosialinum, og hon
arbeiddi eisini sum ritstjóri í
Námi.
– Tá eg varð spurd, um
eg vildi ritstjórna Varðan,
hugsaði eg, at eg var ikki
rithøvundur ella listafólk,
men eg kendi til arbeiði at
ritstjórna í gerandisdegnum,
og eg havi stóran áhuga í lesa
mentanartilfar – bæði føroyskt
og útlendskt, sigur Dorit
Hansen, sum eisini hevði eina
greiða meining um, hvussu
hon helt, at eitt føroyskt
mentanarrit skuldi síggja út,
og hvat tað skuldi innihalda.
– Upprunaliga vildi eg fegin
hava onkran aftrat mær til
uppgávuna, tí eg helt ikki, at
eg hevði allar førleikarnar, sum
kravdust, men tað eydnaðist
ikki, sigur hon.
Orsøkirnar vóru bæði, at
Varðin ikki tøktist at vera
relevantur tá, og at uppgávan
er stór í mun til samsýningina,
greiðir hon frá.
Varðin er broyttur bæði í
útsjónd og í innihaldi seinastu
fimm árini, Dorit Hansen hevur
havt hann undir hondum.
Hon leggur tó dent á, orsøkin
til tað er, at hon hevði eina
mynd av, hvussu eitt føroyskt
mentanarrit átti at síggja út,
áðrenn hon tók við uppgávuni,
og tað var við tí fyri eyga, at
hon legði seg í arbeiðið.
– Eg hevði ein tanka, og eg
fór eftir tí. Tá kom tíðarritið
fyri skaldskap, Vencil, eisini
út, og eg helt, at Varðin skuldi
viðgera mentan í breiðari
høpi, so tað eisini umfataði
útkomna list og list, sum var
ávegis, nýggjar rithøvundar og
djypri samrøður við listafólk.
Við hesum vildi eg vísa á eina
listarliga tilgond og fáa innlit
í kreativu prosessina hjá
listafólki, sigur hon.
Komandi ár verður Varðin
100 ár, og Varðin er eitt rit við
langari og ríkari søgu, men søga
Varðans peikar eisini í fleiri
ymiskar ættir, og hetta gjørdi,
at Dorit Hansen eisini føldi, at
uppgávan ikki var bindandi.
– Eg føldi, at eg kundi forma
Varðan, sum eg hevði hug til,
men eg vildi eisini hava virðing
fyri søguni og tí farna, sigur
hon.
tilfar til og fáa afturmeldingar,
sigur Sanna Klein.
– Ja, tí annars mást tú skriva
eina heila bók og senda hana til
eitt forlag. Tað kann verða ov
møtimikið, og tað er umráðandi at
sleppa at royna at útgeva hjá ein
um tíðarriti áðrenn, leggur Rakel
Helmsdal aftrat.
– Fleiri av teimum ungu rit
høvundunum, sum hava verið á
skriviskeiði hjá mær, hava sent
tilfar til millum annað Varðan,
tí onkrastaðni má tað prentast.
Tú ert ikki ein rithøvundur, fyrr
enn onkur annar hevur lisið tað,
tú hevur skrivað, og tú hevur
fingið respons upp á tað. Øll list
snýr seg um samskifti – listafólkið
samskiftir við móttakaran, sigur
Rakel Helmsdal um týdningin av
einum slíkum mentanarriti, sum
Varðin er.
Tað er áhugavert og dynamiskt
at arbeiða saman við øðrum,
greiðir Rakel Helmsdal frá, tá
hon verður spurd, hvussu tað nú
ber til, at tær nú eru tríggjar, sum
skulu stjórna Varðanum.
Tað var nevniliga Rakel Helms
dal, sum setti seg í samband við
Sannu Dahl, sum síðani setti seg
í samband við Sannu Klein um
samstarvið. Rakel Helmsdal greið
ir frá, at hon hevði góðan hug til
at taka uppgávuna á seg, tá hon
skilti, at óvist var, um nakar annar
fór at taka við eftir Dorit Hansen,
men hon tímdi ikki at gera tað
einsamøll.
– Mín motivatión er, at Varðin
skal halda á við at koma út. Eg
havi samband við fleiri ungar
rithøvundar, sum hava tørv á
honum, sigur hon.
– Vit hava ymiskar kvalitetir,
og saman eru vit betri enn ein
persónur. Var eg til dømis einsa
møll um hetta, hevði eg havt onkr
ar blindar vinklar, og tí hevði eg
ikki havt hug at gjørt tað einsa
møll, sigur hon.
– Rakel Helmsdal er tann kreat
iva, og vit eru vanar við at arbeiða
við tekstum og at greina, so nú
fara vit at finna eitt felags stev,
sigur Sanna Klein.
– Vit ætla at royna at fáa
ymiskleikan inn í Varðan. Vit
ynskja fjølbroytni, tí Varðin skal
endurspegla føroyska mentan
arpallin, sum hann er nú. Tað ger
hann ikki, um hann ikki er fjøl
broyttur, siga tær.
– Vit hava allar fulltíðarstarv,
og hetta verður nakað, sum vit
hava við síðuna av. Hevði Rakel
ikki ringt, hevði eg ikki hugsað
um at tikið av hesi avbjóðing, sigur
Sanna Dahl.
– Tað er ein stór ábyrgd, men
vit eru tríggjar, og tað er ein fyri
munur, siga tær allar.
Varðin broytt skap
– Eg havi altíð kent Varðan, tí
hann hevur staðið á hillunum
hjá foreldrunum og hjá ommu og
abba mínum. Seinastu árini havi
eg brúkt Varðan í undirvísingini,
og so havi eg eisini skrivað onkra
grein, sum hevur verið prentað í
Varðanum, sigur Sanna Dahl.
–Varðin er eitt tíðarrit, sum
stóru føroysku rithøvundarnir
hava debuterað í, skrivað í og
fleiri hava eisini ritstjórnað. Eg
minnist Varðan, sum hesar svørtu
bøkurnar, sum stóðu á hillunum.
Eg hugdi ongantíð í tær, fyrr
enn eg tók onkra lærugrein í
føroyskum, men eftir tað havi eg
funnið tilfar til mína egnu undir
vísing í Varðanum og fingið onkur
ummæli prentað har, leggur
Sanna Klein aftrat.
– Seinastu árini hevur Varðin
broytt skap, og hann er nú ein
flott bók við forsíðumynd av list
hjá nútíðar listafólki. Fleiri hava
torført við at seta nýggja Varðan
í samband við gomlu ímyndina av
Varðanum, sum vit øll hava. Altso
svørtu bókarøðina á bókahill
unum í teimum flestu føroysku
heimunum. Tí havi eg upplivað, at
nógv ivast í, um Varðin enn verður
útgivin, sigur hon.
– Heima hjá okkum varð Varðin
brúktur eitt sindur av og á. Hann
var bara har, og hann átti at vera
har. Sjálv havi eg skrivað eitt sind
ur í Varðan í áttatiárunum. Síðani
skrivaði eg nakrar ferðir, tá Dorit
Hansen var ritstjóri, leggur Rakel
Helmsdal aftrat.
Seta fingramerki á
Spurdar um tað hevur týdning
fyri Varðan, at tað nú eru tríggjar
kvinnur, sum ritstjórna Varðan
um, siga tær allar við ein munn,
at tað hevur tað ikki.
– Tað er umráðandi, at tað er
ein nýggj ritstjórn, men tað er
líkamikið, um tað eru menn ella
kvinnur. Vit halda ikki, at tað er
umráðandi, ella at tað ávirkar
framleiðsluna á nakran hátt, siga
tær.
– Eg trúgvi ikki, at útveljingar
tilgongdin verður nógv øðrvísi,
enn hon plagar. Vit døma kanska
tilfarið út frá ymiskum fortreyt
um, men tað er ikki tí, vit eru
kvinnur, men kanska tí, at vit eru
bókmentafrøðingar og rithøv
undur, sigur Sanna Klein.
– Vit eru trý nýggj menniskju,
sum seta okkara fingramerki á
Varðan. Kynið er ikki relevant,
staðfestir Rakel Helmsdal.
Visjónin
Spurdar um Varðin fer at síggja
øðrvísi út, nú ritstjórnin er nýggj,
siga tær, at ætlanin er at gera eitt
debutanthorn, ið verður til tey,
sum ikki hava givið út fyrr, tí tað
er umráðani at sleppa framat sum
debutantur.
– Tá man er nýggjur og feskur,
er tað umráðandi, at man fær
reaktiónir upp á tað, sum man
hevur gjørt, siga tær.
– Fært tú eitt ógvusligt ummæli,
tá tú júst eru byrjaður, so kann tað
fáa keðiligar fylgir, siga tær.
– Eg komi ofta í samband við
næmingar, sum tíma at skriva, og
tað eru so fá støð, tey kunnu fara
við tí, tey skriva. Vit mugu eisini
fáa ta nýggju og ungu ávirkanina
við, hóast Varðin als ikki bert snýr
seg um tað, sigur Sanna Klein.
Hesum tekur Rakel Helmsdal
undir við og sigur, at teir etableraðu
føroysku rithøvundarnir eisini
byrjaðu á henda hátt.
– Vit vilja eisini fegnar hava,
at nýggj mentanaravrik verða
ummæld í Varðanum. Vit fara
simpulten út eftir fólki og spyrja,
um tey vilja ummæla, greiða tær
frá.
Tær eru allar samdar um, at
teimum dámar leistin, sum und
anfarna ritstjórn nýtti, og tær eru
nøgdar við Varðan, sum hann er
í dag.
Tó greiða tær frá, at tær ætla
at miðja ímóti at fáa heimasíðuna
meira aktiva, soleiðis at hon ikki
bert livir, tá Varðin kemur út.
Óvist er tó enn júst, hvussu tað
verður gjørt.
– Alt melir so ræðuliga skjótt í
dag, og tað er skjótt til, at tað, sum
ikki ger um seg alt árið, verður
gloymt. Tí mugu vit onkursvegna
vísa á, at vit eru her alt árið, siga
tær allar til endans.
Varðin er eitt
tíðarrit, sum
stóru føroysku
rithøvundarnir
hava debuterað í, skrivað í og
fleiri hava eisini ritstjórnað. Eg
minnist Varðan, sum hesar svørtu
bøkurnar, sum stóðu á hillunum
Dorit Hansen:
Framhald frá síðu 11