hósdagur 25. juni 2020síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Síðani 1965
ring tel 345200
Fá eitt óbindandi prát við okkum, um hvussu vit kunnu vegleiða og ráðgeva tykkum
Umseta til vanligt mál
Vit hjálpa tykkum at umseta
KT-trygdarkrøv frá lógum til nakað, sum tit
skilja og kunnu brúka í gerandisdegnum.
Í tøttum samstarvi við tykkum kunnu
vit vegleiða, ráðgeva og gera tykkum
ein leist at arbeiða eftir.
Undirvísing (Awareness)
til starvsfólk
Trygdin er ikki sterkari enn veikasta
liðið. Tí er týdningarmikið, at
starvsfólk eru væl ílatin til at hugsa
um KT-trygd í arbeiðsdegnum og eru
við til at verja persónsupplýsingar.
KT-trygdarpolitikk
Neyðugt er at seta sær
mál og hava krøv, so
trygdin altíð er í hásæti.
Váðagreiningar
Okkara arbeiðsumhvørvi er
ikki bara á skrivstovuni. Vit
eru eisini á alnetinum og tí
útsett fyri teimum vandum,
sum hetta hevur við sær.
Eftirlitsskipan
Ein av hornasteinunum í KT-trygd er
at tryggja sær, at tey trygdartiltøk,
sum eru sett í verk, virka eftir
ætlan. Tískil er neyðugt við
innanhýsis eftirlitum.
Trygdarskoðan
At trygdarskoða er at hava eftirlit við, at
tær mannagongdir og reglur, sum eru
settar í verk, verða fylgdar. Krav er um,
at dátuábyrgdarar trygdarskoða árliga
fyri at síggja møguligar trygdarveikleikar.
VIT KUNNU HJÁLPA TYKKUM VIÐ ØLLUM HESUM:
Nakrir spurningar, sum allar fyritøkur/stovnar í Føroyum mugu seta sær:
- Goyma vit persónsupplýsingar? (navn, p-tal, bústað, teldupostbústaðir)
- Hava vit heimild til at viðgera upplýsingarnar?
- Hava vit skrivligar mannagongdir? (til dømis hvussu vit goyma og strika upplýsingarnar)
- Liva vit upp til krøvini í persónsupplýsingarlógini og kunngerðini um trygd?
GDPR
viðgerðarloyvi
skoðan
váðagreining
trygdarkunngerð
awareness
HEVUR TÚ EISINI
TRUPULT VIÐ AT SKILJA MÁLBRÚKIÐ
INNAN KT-TRYGD?