Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-25, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 25. juni 2020síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Hanna er lækni í danska herinum: Í herinum er eingin slingur í valsinum – Eg skal skriva testamenti og bræv til míni avvarðandi, áðrenn eg verði útsend. Tað minnir meg á, at hetta starvið væl kann vera vandamikið, sigur 29 ára gamla Hanna Bjarkhamar Poulsen, sum tekur útbúgving sum militerlækni í danska herinum, har hon stórtrívist og nýtur hvørja løtu T ann typiski læknin gongur í hvítum kilti innan fyri fýra veggir á einum sjúkhúsi. Men tað finnast eisini læknar, sum ganga í skotsikrum vesti og hjálmi. Ein teirra er 29 ára gamla Hanna Bjarkhamar Poulsen úr Vági, sum í løtuni er í holt við eina eykaútbúgving sum militerlækni. Henni dámar væl eina avbjóðing og at vera uttan fyri sína komfortzonu, og tí hevur hon valt at leita sær aðrar leiðir enn vanliga læknastarvi. Í síðstu viku fekk hon at vita, at hon í næstum skal útsendast sum skipslækni umborð á eini fregatt, sum hevur eina manning á 150. Hareftir skal hon útsendast á eina altjóða operatión. At blíva útsend er alt annað enn ófarligt, tí talan er jú um krígszonur, har mann í síðsta enda kann risikera ikki at koma heim aftur. – Eg skal skriva testamenti og bræv til míni avvarðandi, áðrenn eg verði útsend. Tað minnir meg á, at hetta starvið ikki bara er sum at ganga yvir um vegin, men at tað væl kann vera vandamikið, fortelur Hanna Bjarkhamar Poulsen, sum býr í Aalborg. Hetta hevur eisini sett nakrar tankar í gongd hjá familjuni. – Tey eru sjálvandi bangin fyri, hvussu eg havi tað, og hvussu tað fer at gangast mær. Men tey hava góðtikið, at hetta er nakað eg vil, og sum eg ikki fari at sleppa. Sjálvt um tey eru stúrin, so stuðla tey mær í tí. Tað betýðir alt fyri meg, at mín familja stuðlar mær í hesum, sjálvt um eg veit, at tað er torført fyri tey. Tað er ikki lætt hjá teimum at sita heima og bíða, sigur Hanna, sum roknar við, at hon nokk aldrin hevði kunnað gjørt hetta uttan stuðulin frá familjuni. Hermenninir ansa væl eftir læknanum Hanna uggar tó seg og familjuna við tí, at hermenninir altíð ansa serliga væl eftir læknanum. Tí tað er bara ein lækni á hvørjum stað, og tí er læknin ein sera týdningarmikil persónur. – Læknin er sum oftast bara á herstøðini, har sum hermenninir eru. Um tað er brúk fyri einum lækna, TEKSTUR PÆTUR HJALMAR EVENSSON