týsdagur 30. juni 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juli 2020 · Nr. 51
MIKUDAGSBLAÐIÐ
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið,
kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00
og boða frá. Ella senda teldupost til klaga@
sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Enn einaferð mugu vit sanna, at
landsstýrið hevur valt pensjón
istarnar frá.
Fyrru ferð var, tá frysti hjálp
arpakkin varð samtyktur. Tá
vóru arbeiðandi pensjónistar
nir ikki við. Kortini var ein eyka
lóg gjørd soleiðis, at arbeiðandi
pensjónistar vórðu viðfarnir á
sama hátt sum onnur fólk ar
beiðsmarknaðinum, tó at lands
kassin rindaði tær útreiðslurnar
í staðin fyri ALS, tí pensjónistar
kunnu ikki vera í arbeiðsloysis
skipanini.
Vit hoyrdu nógv lovorð fram
undir valið í fjør, har flokkar
kappaðust um lova pensjóninst
um á arebiðsmarknaðinum betri
sømdir. Bestur var Fólkaflokk
urin sum lovaði øllum pensjón
istum 2.000 krónur í skattalætta
um mánaðin. Ja, Samhaldsfasti
skuldi vera skattafríur. Hetta var
einki problem at gjøgnumføra,
sjálvt um tað kostaði 182 milli
ónir krónur.
Sjálvur floksformaðurin, sum
nú situr á pengakassanum og við
reella valdinum í landsstýrinum
segði soleiðis upp undir valið:
– Skattalætti skal latast til
pensjónistar, og vit vilja haraft
urat tryggja, at tað loysir seg at
arbeiða hjá okkara eldru.
– Vit meina, at loysnin á pen
sjónsviðurskiftum má vera, at
tey eldru, sum orka, fáa høvi at
arbeiða; tí tá verður møguligt at
tryggja tey, sum ikki orka, segði
núverandi fíggjarmálaráðharri.
Kanska tey ikki halda hetta
málið hava tann stóra týdningin.
Tí sambært landsstýriskvinnuni
á økinum, so er tað eitt tilvitað
val hjá landsstýrinum at gera
mismun á pensjóninstum á ar
beiðsmarknaðinum og øðrum
fólkum á arbeiðsmarknaðinum.
Hon sigur, »at virksemið økist
alsamt, og tað eru fleiri og fleiri
fólk, sum fara aftur til arbeiðis,
eisini pensjónistar.«
Men so kundi hon spart upp
aftur meira, at um hon gav øllum
øðrum fólkum á arbeiðsmarkn
aðinum somu rættindi og somu
vón um, at »alsamt fleiri fara til
arbeiðs aftur«.
Tað ber sjálvandi til at leggja
alt møguligt hugsjónarligt í
hetta málið. Fyrst av øllum hildu
vit, at landsstýrið hevði gloymt
pensjónistarnar einaferð enn.
Men so er ikki. Landsstýrið hev
ur valt pensjónistarnar frá.
Tað vísir á ein annan stóran
trupulleika, sum vit hava: At
landsins fremstu fólk als onga
virðing hava fyri okkara eldru
borgarum, sum framvegis vilja
arbeiða og skapa nakað, sum
samfelagið fær gagn av.
Fimm av teimum, vit valdu á
ting í fjør eru »arbeiðandi pen
sjónistar«. Fý skammið tykkum
í landsstýrinum!
Hetta málið avdúkar, hvussu
lítil virðing er fyri pensjónistum
HETTA ER STÓR SKOMM
Tlf. 340525 · www.landsbokasavnid.fo · lbs@landsbokasavnid.fo
J.C. Svabosgøta 16 · Tórshavn
LANDSBÓKASAVNIÐ
OG LESNAÐUR
Bókasøvn eru ein týðandi partur av øllum útbúgvingum. Tey veita
atgongd til ein hóp av tilfari, so sum bókum, greinum, tónleiki,
filmum og mongum øðrum, bæði sum fysiskt og talgilt tilfar.
Á bókasøvnum ber til at hugsavna seg um lesturin í einum
lærings- og mentanarumhvørvi, har tú eisini hittir onnur.
Eitt kveikjandi stað til upplýsing, har tú kanst læra, leita, lesa,
skriva, spyrja, luttaka, møta, finna, uppliva, uppdaga og skapa.
Vit møta tær, har tú ert.
Verið vælkomin á Landsbókasavnið.
Upplatingartíðir:
Mánadag til hósdag 08:30-18:00
Fríggjadag 08:30-17:00
Persónlig leiðbeining frá kl. 10