Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-06-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. juni 2020síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. juli 2020 · Nr. 51 18 Sosialurin LESTRARBLAÐ Søk í góðari tíð Sama um tú søkir í Føroyum, Dan­mark ella onkra heilt aðra­ staðni, er gott at senda um­sókn­ ina í góðari tíð. Jú fyrr tú hevur fingið umsóknina avgreidda, tess betri tíð hevur tú at hug­ savna teg um onnur viðurskifti, ið skulu fáast upp á pláss. Søk bústað í góðari tíð Í Danmark eru lestrarbústaðir ikki knýttir at universitetunum, og av tí sama taka universitetini sær ikki av at finna tær bústað. Bústaðartørvurin fyri lesandi er stórur, serliga í Keyp­manna­ havn, og tí er gott at koma á bíði­ lista hjá kollegiunum sum skjót­ ast. Aðrastaðni er vanligt, at kollegie eru knýtt at uni­versit­et­ un­um, og at kollegiini eisini liggja á kampus. Tað eru kortini ikki øll kollegie, ið eru eins góð. Kanna bústaðar­møgu­leikarnar í góðari tíð og send umsóknina sum skjót­ast. Søk um studning so skjótt sum gjørligt Skalt tú lesa uttan fyri Føroyar, hevur tú aloftast rætt til stuðulin frá Statens uddannelsesstøtte. Stat­ens uddannelsesstøtte, ella SU, krevur tó, at útbúgvingin skal SU góðkennast, áðrenn tú kanst fáa stuðul útgoldnan. Somu­leiðis krevur Stuðni eisini SU góð­kenn­ing, um Stuðni skal gjalda útbúgv­ingarstovninum fyri út­búgv­ing­ina. Viðgerðartíðin hjá SU kann vera nakað drúgv, og samskiftið við stovnin er ikki altíð so líkatil. Tí er best, at tú søkir um SU góð­ kenning og SU í góðari tíð, soleiðis at bæði lestrar­studn­ing­ ur og skúla­gjald er klárt, tá tú byrjar at lesa. Fyrireika flyting Tá tú hevur funnið útav, hvar tú skalt búgva, er gott at fara undir at fyrireika flyting. Bústaðarumstøðurnar fyri lesandi eru ymiskar frá landi til land, og tað er ikki vist, at tú hevur tørv á ella pláss fyri øllum tí, sum tú eigur heima í Før­ oyum. Ger av, hvat tú skalt hava við, tá tú flyt­ir, og tak ikki meira við tær, enn tú hevur tørv á, og tá tú hevur eina hóm­ ing av, hvat tú skalt hava við tær, er gott at senda fyrispurningar til flutn­ ings­fyritøkur. Hav í huga, at nógv av tí, sum tú tek­ ur við tær í útlond, skalt tú eisini hava við tær, tá tú flytir heim aftur. Tak lut í tí sosiala Á summum lærustovnum er sosiala tilveran fyri tað mesta tengd at tínum fakum og sostatt tínum floksfeløgum. Hetta er kanska serliga galdandi í Dan­ mark, har flestu útbúgvingar hava eina introviku, har tú kemur í samband við tínar floksfelagar. Uttan fyri Danmark er hinvegin van­ligt, at títt sosiala netverk verður tengt at antin tínum lestrarbústaði ella teimum áhugafelagsskapunum, ið eru knýttir at universitetinum. Lestrarbústaðirnar skipa ofta fyri fel­ags tiltøkunum fyri íbúgvum sínum, serliga fyrst í skúlaárinum, og hetta er eitt upplagt høvi at at koma upp á pláss í nýggja landinum. Somuleiðis er eisini frálíkt at melda seg til onkran av mongu áhugafelagsskapunum, ið virka á universitetinum. Set teg í samband við tín peningastovn Føroysku peningastovnarnir hava holla ráðgeving til tín, sum flytir av landinum í lestrarørindum. Set teg í samband við tín bankaráðgeva og bið um eina tíð, har ráðgevin kann vegleiða teg í tínum fíggjarvið­ur­ skiftum, meðan tú ert undir lesnaði Halt sambandið við arbeiðsplássið í Føroyum Uttan mun til um tú ætlar tær aft­ ur á sama arbeiðspláss eftir lokna útbúgving, er gott at halda sam­ bandið við títt starvspláss, um tú hevur havt eitt. Tilveran sum lesandi í útlondum kann stundum vera nokk so fá­ tæks­lig, og tí er gott at hava møgu­ leikan at forvinna sær pen­ing, tá tú ert heima í Føroyum í summ­ar­frí­ tíð­ini. Greið arbeiðs­gev­ara tínum frá, at tú fert at lesa, men at tú kem­ur fegin til arbeiðis, tá tú ert heima í Føroyum. NemId Fá tær NemId, um tú ikki hevur tað frammanundan. NemId verður brúkt í so at siga øllum samskifti við danskar myndugleikar, millum annað SU, og uttan NemId ert tú rættiliga avmarkaður.