týsdagur 30. juni 2020síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. juli 2020 · Nr. 51
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
JÓANNES HANSEN/TRÓNDUR ARGE
B36 legði seg fríggjakvøldið
fyribils á odda í landskapping
ini við 3-0 sigri á EB/Streymi.
Sunnudagin
svaraðu
hini
toppliðini aftur. HB vann 3-1 á
Skála, eftir at hava verið aftan
fyri í hálvleikinum, KÍ var
somuleiðis
aftanfyri,
men
megnaði eisini at vinna á Vík
ingi. Á Argjum javnaði AB stutt
fyri tíð, men eisini her megn
aðu favorittarnir úr Runavík
at vinna.
ÍF heldur fram við góða
stimanum og hevur nú aftur
yvirhálað Víking á stigatalv
uni. Enn eina ferð er Uros
Stojanov munurin. Hann skor
aði sítt sjeynda mál í hesum
kappingarárinum.
B36 stvenuvinnari
B36 vann fríggjakvøldið sunda
lagsstevnudystin í Streymnesi
3-0 ímóti EB/Streymi. Hóast
B36 leikliga var greitt omaná
og hevði eina rúgvu av mál
møguleikum, so var tað ikki
fyrr enn miðskeiðis í seinna
hálvleiki, at tað varð 2-0 og
harvið at nakað av spenning
inum varð burtur.
- At skjóta trý mál er gott,
hóast vit misnýttu nógvar
møguleikar. Hetta var eitt gott
avrik. Í fyrra hálvleiki mentu
teir í EB/Streymi seg, men teir
spældu seg ikki fyrstu løtuna
eftir steðgin til møguleikar, og
vit høvdu alla tíðina tak á tí.
Tá ið Arnbjørn Hansen varð
settur á vøllin, vóru vit bara
frammanfyri við einum máli,
og vit vita, hvat hann megnar
sjálvur. Tíbetur øktu vit lítla
løtu seinni til 2-0, og tá ið teir
spentu álopsbogan, fingu vit
møguleika at økja um munin
til 3-0. Hetta er aðru ferð á rað,
at vit vinna 3-0, og tað kennist
væl, at vit aftur nú megnaðu
at halda tætt í verjuni, segði
B36 venjarin, Jákup á Borg, við
FM1 eftir dystin.
- Tá ið støðan var 2-0, var
spenningur í. Vit høvdu møgu
leika at minka um munin til
2-1, og so hevði tað verið rætti
liga spennandi, men tað endaði
3-0 ímóti einum góðum liði,
sigur
EB/Streyma
venjarin
Jákup Martin Joensen, og
hann heldur fram:
- Tað var týdningarmikið, at
spælararnir vístu góðan hug
burð, og tað gjørdu teir ikki
minst í seinna hálvleiki, tá ið
teir arbeiddu sera væl og nógv.
B36 greitt betri
Rói Mørk Hentze hevði í fyrra
hálvleiki onga bjarging, og
heimaliðið hevði ongan roynd
framvið B36 málinum og einki
hornaspark.
Gestur B. Dam var í fremstu
røð undir liðini á Niklas T.
Kruse, og onkra ferðina var tað
nær við og næstan, at tað
eydnaðist at mynda álop, men
Andrias H. Eriksen og Sonni
Ragnar Nattestad høvdu fult
og heilt tak á støðuni.
Sentrali miðvallarin Magn
us Holm Jacobsen setti hol á í
12. minutti. Meinhard E. Olsen
legði innfyri av baklinjuni í
vinstru, og ein hálvan metur
frá málstrikuni setti Magnus
krúllin undir bóltin, og so var
B36 frammanfyri 1-0.
Brian Jakobsen, sum var í
fremstu røð saman við Seba
stian Pingel, hevði fleiri góðar
møguleikar at økja um leiðsl
una. Eitt nú tá ið Árni Frederik
berg rak úr høgru og upp á
tvørs, áðrenn hann knappliga
snaraði og lyfti bóltin fram
fyri málið, har Brian Jakobsen
var púra blankur, tá ið hann úr
seks metrum og við høvdinum
setti
bóltin
skeivu
megin
nærra stólpan.
Beinanvegin eftir steðgin
avloysti Andreas Thomasen
B36 miðverjan Sonna Ragnar
Nattestad. Alex Mellemgaard
varð fluttur í miðverjuna, og
Andreas Thomsen mannaði
vongverjan í vinstru.
Fimm minuttir eftir steðgin
varð tað næstan vandamikið
frammanfyri B36 málið. Inn
skifti Hjalti Kárason Djurhuus
kastaði langt inn úr vinstru,
Andras Ó. Olsen snittaði bóltin
víðari við høvdinum, og Gutti
Dahl-Olsen var framvið dygst
undir málinum, men Rói Mørk
Hentze hevði tak á støðuni.
Fyrsti B36 møguleikin eftir
steðgin var, tá ið Meinhard E.
Olsen og Brian Jakobsen í
høgru áttu uppspælið. Seba
stian Pingel var í góðari støðu í
høgru, tá ið hann smekkaði til,
men Rói Zachariasen bjargaði
til horna, sum einki spurdist
burturúr.
Hóast B36 var greitt omaná,
so var tað spenningur í inntil
miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Tá vann Árni Frederiksberg
B36 fríspark í høgru. Tað varð
lagt flatt innfyri, og eftir aftur
og fram heilfluktaði Eli Falk
vard Nielsen bóltin í netið til
2-0, eftir at EB/Streyma liðfor
maðurin
Andras
Ó.
Olsen
royndi at temja bóltin aftur til
málverjan.
Sum tíðin leið, og EB/
Streymur spenti álopsbogan,
og Arnbjørn Hansen var tætt
við, so vóru fleiri møguleikar í
hinum endanum. Talan var um
ógvuliga stórar møguleikar,
sum teir einki fingu burturúr.
Ikki fyrr enn í tíðini, sum
dómarin legði aftrat, tá ið Árni
Frederiksberg varð spældur
fram ímillum og eitt sindur úr
høgru sendi bóltin framvið
Róa Zachariasen og í málið.
KÍ mátti kempa leingi
Víkingur hevur ikki vunnið á
heimavølli ímóti KÍ í sjey ár. Í
dag sá tað leingi út til, at tað
fór at eydnast, tí inntil tað
restaðu átta minuttir, var Vík
ingur frammanfyri 1-0, og so
vann KÍ 3-1.
Í fyrsta álopinum, sum teir
høvdu, løgdu víkingarnir seg á
odda
1-0.
Jákup
Johansen
spældi fikst í vinstru til Sølva
Vatnhamar, sum av baklinjuni
legði innfyri, og undir málinum
stakk Finnur Justinussen seg
fram og stýrdi bóltin umvegis
tvørtræið og í málið.
Hóast KÍ legði betri fyri og
spældi seg í spentar støður, so
mentust heimamenninir. Teir
vóru ágangandi frammarlaga
á vøllinum, so KÍ verjan við
hvørt var strongd í uppspæl
inum. Lítla løtu eftir leiðslu
málið kundi Víkingur havt økt
um leiðsluna, tá ið Gunnar
Vatnhamar varð spældur leys
ur mitt fyri, men Kristian
Joensen leyp úr málinum og
stórbjargaði.
Klaksvíkingar høvdu fleiri
støður í brotsteiginum hjá mót
støðumonnunum, uttan at Eli
as Rasmussen av álvara nýttist
at spenna seg út, og so var tað
um reppið, at Víkingur í síðstu
løtu í fyrra hálvleiki økti um
leiðsluna. Finnur Justinussen
fekk fatur á bóltinum, tá ið KÍ
royndi at leggja aftur til mál
verjan, men so vann Kristian
Joensen tvídystin teirra mill
um á brotsteigarmarkinum.
Víkingur var nógv bragdlig
ari fyrstu løtuna eftir steðgin,
tá ið bólturin var meiri á KÍ
hálvuni.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki
varð trýstið hjá KÍ størri. Ole
Erik Midtskogen fekk stóran
møguleika, tá ið hann eftir
sending frá Ísaki Simonsen
varð leysur innanfyri verjuna,
men hann tøvdi eitt bil, og so
varð taklað til horna.
Eftir fínt álop í vinstru
hevði Víkingur bóltin í KÍ mál
inum, men tá varð kolldømt
fyri rangstøðu.
So snúði tað seg nógv um
álop hjá KÍ og verju hjá Víkingi.
Tað vóru spentar støður, og
innskifti Páll Klettskarð hevði
stóran møguleika at javna eftir
innlegg frá Ísak Simonsen.
Og í 82. minutti eydnaðist
tað at javna. Innskifti Boris
Dosljak legði flatt innfyri úr
høgru, Páll Klttskarð royndi
við nærra stólpa at stýra bólt
in í málið, men tað eydnaðist
ikki, og so var Ole Erik Midt
skogen á rætta stað við hand
ara stólpan og 1-1.
Páll A. Klettskarð hevur
mangan verið boysin hjá vík
ingum í Sarpugerði, og soleiðis
var tað eisini ídag. Hann skor
aði sigursmálið til 2-1, og so var
fagnaður í leguni hjá gestun
um, meðan heimamenninir –
eftir gott avrik og leiðslu í
langa løtu – vóru vónbrotnir
um at standa eftir við ongum.
HB í trongum skóm
Tað var illa spert HB lið, sum
var á vitjan á Skála. Teir, sum
higartil hava verið í fremstu
røð, vóru ikki á vøllinum á
Skála, tí teir eru allir skaddir –
Pætur J. Petersen, Adrian Just
inussen og Øssur M. Dalbúð.
Skálamenn tevjaðu møgu
leikan, og teir vóru leingi á
odda, men tá ið dómarin bríksl
aði fyri síðstu ferð, vísti talvan,
at HB hevði vunnið 3-1.
Dagsins maður hjá HB var
vongverjin í vinstru Daniel
Johansen. Hann átti innleggið,
sum bar brotssparkið við sær,
uð hann umsetti til 1-1. Tá
restaðu tað seytjan minuttir,
og tveir minuttir seinni stútaði
innskifti Heðin Hansen HB
framum 2-1. Aftur var tað
Daniel Johansen, sum átti inn
leggið úr vinstru, og tá ið
Mathias Nygaard staðfesti 3-1
sigurin, tá ið tíggju minuttir
restaðu, var tað aftur eftir
innlegg frá Daniel Johansen.
Skálamenn vóru sera raskir,
og teir tevjaðu av álvara blóð,
FÓTBÓLTUR
Betri deildin menn: HB, KÍ og NSÍ vóru øll í mótvindi sunnudagin,
men vunnu tá samanumkom. B36 vann stevnudystin móti
EB/Streymi uttan stórvegis trupulleikar, meðan ÍF aftur
hevur yvirhálað Víking, eftir 1-0 sigurin á TB í Fløtugerði
FAVORITTARNAR
SIGRAÐU Í MÓTVINDI
10. umfar: