hósdagur 2. juli 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 3. JULI 2020
SOSIALURIN 52
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
16
VARMAKELDA
– Tað búgva um
leið 1600 fólk
í Fuglafjarðar
kommunu, og
tað eru eini 1000
arbeiðspláss
innan komm
unumarkið. Her
er sera nógv
virksemi og fólk,
sum búgva her,
eru virkin, bæði
arbeiðslívinum
og í felagslív
inum, sigur Eivin
Breiðaskarð, for
maður í teknisku
nevnd
VILMUND JACOBSEN
Í løtuni standa eini 8-10 hús í
gerð í Fuglafjarðar kommunu,
harav eini 6-8 hús verða bygd í
Fuglafirði júst nú. Eini hús
standa í gerð á Kambsdali, og
eini hús verða bygd á Hellunum,
sum eisini er partur av Fugla
fjarðar kommunu.
Í Fuglafirði verða sethús bygd
við Bøveg, Hornaveg og á Tofta
nesvegi.
- Tað er spennandi at síggja, at
ung fólk velja at byggja sær
nýggj sethús í okkara kommunu,
tí tað eru millum annað júst hes
ir borgarar, sum mynda og koma
at mynda framtíðina hjá komm
ununi.
Tað sigur Eivin Breiðaskarð,
varaborgarstjóri og formaður í
teknisku nevnd í kommununi.
Alt selt við Bøveg
Fuglafjarðar kommuna gjørdi
eina útstykking við Bøvegi við
níggju grundstykkjum til sethús
og seks grundstykkjum til tví
hús.
- Tað er gleðiligt, at øll hesi 15
grundstykkini eru seld.
Eivin Breiðaskarð vísir á, at
fyrst varð roynt at selja stykkini
soleiðis, at tey, sum keyptu,
skuldu grava út og planera sjálvi.
Men, tá gekk striltið at sleppa av
við grundstykkini. Síðan valdi
kommunan at grava øll stykkini
út, planera tey og annars gera
tey púra klár til bygging.
Formaðurin í teknisku nevnd
fegnast um, at hetta gav úrslit
beinanvegin, tí stutt eftir vóru
øll grundstykkini seld.
Kambsdalur er spennandi
Á Kambsdali varð eisini ein út
stykking við átta byggiklárum
grundstykkjum klár fyrr í ár, og
tey fyrstu húsini verða nú bygd
har.
Eivin Breiðaskarð sigur, at
higartil hevur kommunan bara
selt hetta eina stykkið í hesi út
stykking, men tað eru fleiri, sum
hava víst áhuga fyri grund
stykkjunum á Kambsdali.
- Vit vóna og vænta, at fleiri
av hesum stykkjum verða seld í
nærmastu framtíð.
Hann vísir á, at við tað, at tað
er so slætt á Kambsdali, er byggi
lendið eisini sera gott, og tískil
eru tað góð grundstykki, sum
her eru til sølu.
- Ofta verður tosað um, at í
Føroyum er bratt, og at tað tískil
er torført at byggja eitt nú eitt-
planshús, men á Kambsdali er
hesin trupuleiki ikki til staðar.
Eivin Breiðaskarð vísir á, at
hetta eisini kann hava sína
ávirkan á eina húsafígging, tí tað
er eitt ávíst tal fyri grundstykki,
sum kundi og banki skulu fyri
halda seg til.
- Vit uppliva eisini, at ung fólk
fyrst fáa fígging til eitt grund
stykki, sum tey síðan gjalda nið
ur, áðrenn tey fara at fíggja hús
ini sjálvi og byrja at byggja, sigur
hann.
Kappingarførir prísir
Í Fuglafjarðar kommunu er van
ligur grundstykkjaprísur 160
krónur fyri fermeturin.
Men, tað sær út til, sigur Eivin
Breiðaskarð, at tá grundstykkini
verða grivin út og gjørd byggiklár
og haraftrat hava ein fastan prís,
er munandi lættari hjá borgarum
at taka støðu til, um tey skulu
ella ikki skulu keypa grund
stykki.
- Grundstykkini við Bøveg
kostaðu 300.000 krónur - fyri
vanlig grundstykki - og 150.000
krónur fyri stykki til tvíhús.
Hann vísir á, at í útstykkingini
á Kambsdali kostar eitt byggi
búgvið grundstykki á umleið 500
fermetrar einans 200.000 krónur.
- Vit leggja okkum eftir at
hava grundstykkir til sølu fyri
ein kappingarføran prís, skilt so
leiðis, at tað er hørð kapping
millum ymisku økini og komm
unurnar um borgarar, sum
ynskja at byggja sær sethús. Tí
vilja vit í Fuglafjarðar kommunu
skapa røttu karmarnar og fyri
treytirnar fyri hesi fólk, so tey
kunnu fáa eina góða byrjan
uppá lívið sum húsaeigarar,
sigur formaðurin í teknisku
nevnd.
Fleiri útstykkingar
Í Fuglafjarðar kommunu hava
tey stungið út í kortið fleiri út
stykkingar komandi árini, tí
áhugin at seta búgv í kommun
uni tykist stórur.
- Kommunan er í gongd við at
ogna sær økið niðan fyri endan
av Innandalsvegi, og peningur
verður settur av á komandi fíggj
arætlan, so tann útstykkingin
kann gerast veruleiki.
Eivin Breiðaskarð vísir á, at
her verða seks stykkir á umleið
500 fermetrar, sum eftir ætlan
eisini verða gjørd byggibúgvin
komandi ár.
- Í nógv ár hevur verið tosað
um at stykkja út oman fyri ver
andi sethús í Fløtugerði. Hetta er
økið oman fyri fótbóltsvøllin, og
her er gott byggilendi.
Hann sigur, at ætlanin er, at
Fuglafjarðar kommuna komandi
ár skal keypa alt hetta økið, og
síðan er ætlanin at útstykkja
økið í 2022. Ætlanin er, at eisini
hesi grundstykkini - helst eini 16-
18 í tali - skulu verða klár at
byggja á, tá tey verða seld.
- Á Kambsdali er ikki bráð
feingistørvur á at gera fleiri
grundstykkir, men her er eisini
ein útstykking á 8 grundstykki
klár at seta í gongd. Henda út
stykking liggur upp at teirri út
stykking, sum varð liðug fyrr í ár.
Ætlanin fyri bakka
Tað var leingi ætlanin, at Bústað
ir skuldu byggja íbúðir í Fugla
firði, men ætlanin saman við tí
almenna bústaðarfelagnum fór
fyri bakka í fjør.
- Hetta helst mest av, at Bú
staðir enn ikki hevur fingið
heimild at útvega meira fígging
til at byggja fleiri íbúðir fyri.
Eivin Breiðaskarð ásannar, at
tilgongdin til ætlaðu verkætlan
ina saman við Bústøðum var alt
annað enn løtt.
- Vit merktu, at Bústaðir ikki
ordiliga var sinnað at byggja her,
tí tað komu alla tíðina nýggj
krøv og spurningar, sjálvt um vit
frá okkara síðu føldu, at tað fleiri
ferðir varð heilt nær við at trýsta
á ”play” og fara í gongd við verk
ætlanina.
Formaðurin í teknisku nevnd
sigur, at nú er ein tíð síðan, at
nakað samband hevur verið
millum Bústaðir og Fuglafjarðar
kommunu, men hetta steðgar
ikki ætlanina at byggja íbúðir
yvirhøvur.
- Aðrir møguleikar verða nú
royndir saman við privatum ak
tørum, og tað sær út til, at tað ar
beiðið kemur á mál skjótt.
Spennandi verkætlan
Eivin Breiðaskarð vísir á, at tað í
eina tíð hevur verið arbeitt ítøki
liga við einari ætlan at byggja 18-
40 íbúðir inni í Fuglafirði, og sum
málið liggur beint nú, er heilt
nær við, at henda ætlan fer í
gongd, og at borgarar soleiðis fáa
møguleikan at flyta inn í eina
íbúð innan tey komandi árini.
- Tað er torført at koma nærri
inn á hesa verkætlan beint nú,
men meira verður at frætta um
nakrar vikur, kanska longu í
summarfrítíðini.
Formaðurin í teknisku nevnd
Fuglafjørður 1600 borgarar og