hósdagur 2. juli 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJAGUR 3. JULI 2020
SOSIALURIN 52
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
18
VARMAKELDA
Leygarkvøldið
verður tapas, vín
og Tinganest í
Mentanarhúsinum
VILMUND JACOBSEN
Leygardagin verður nógv ymiskt
á skránni í Fuglafirði, og klokkan
22.30 verður varmakelduhugni,
har fólk hittast við bálið niðri á
Varmakeldu. Verður veðrið til
vildar, er hetta ein hugnalig løta,
og í ár verður tað Sámal Matras,
sum fer at halda røðu, og síðan
verður felagssangur.
Fyrireikararnir siga, at skuldi
tað hent, at veðrið ikki verður í
”summarhýri”, sum tey taka til,
hittast fólk í staðin heimi á Oyr
uni til røðu og felagssang.
Leygardagin verður eisini árs
ins kvinnutúrur, sum er ein mið
al túrur, ið kortini varar einar 6-8
tímar. Her verður byrjað í Funn
ingsfirði klokkan 9 leygarmorg
unin, og síðan er leiðin Elduvík,
Oyndarfjørður, Hellurnar og
Fuglafjørður.
- Í einum neysti í Elduvík
verður borðreitt við breyði við
føroyskum viðskera, meðan tveir
ungir strúkarar fara at spæla
klassiskan tónleik.
Fyrireikararnir vísa á, at í
Oyndarfirði verður heimagjørd
skuffukaka, kaffi, te og vatn at
leska sær við.
- Í Fuglafirði eta vit matpakka,
áðrenn bussur koyrir okkum aft
ur til Funningsfjørð, har túrurin
byrjaði. Tekning til henda túrin,
sum kostar 900 krónur, tá matur
og drykkjuvørur eru íroknaðar,
fer fram á hiking.fo.
Leygardagin verður ymiskt á
skránni í Fuglafirði, og her lata
handlarnir, Fjord, Vørslan, Kato
og NoðaStova, upp klokkan 10.
Í Piddasahandli og Gallerí
Ribarhúsi verður hildið fram
sum dagin fyri.
Fótbóltur verður í Fløtugerði
á middegi leygardagin, tá U15
dreingir spæla, og klokkan 15
verður landskappingardystur í
bestu deildini millum ÍF og HB.
Spenningur er um henda dystin,
nú ÍF hevur staðið seg rættiliga
væl í landskappingini.
Eftir ÍF-HB dystin verður eis
ini ein dystur í 3. deild í Fløtu
gerði leygardagin.
Framsýningin hjá Janusi á
Húsagarði heldur fram í Menta
narhúsinum leygardagin, og
leygardagin verður okkurt lætt
og søtt frá Gómagott til keyps í
kafé’ini, til ”vínkúllarnir” taka
yvir klokkan 18.
Eitt annað tiltak í Mentanar
húsinum seinnapartin leygar
dagin verður ein konsert við
Tórshavnar Manskóri, sum
byrjar klokkan 17.
Leygarkvøldið klokkan 18 til
22 verður tapas-& vín støkkup í
Mentanarhúsinum, og hetta
verður við ”vínkúllunum”, sum
teir rópa seg. Mat-og vínúrval
sæst á Facebook-síðuni, Hugna
løtur. Lagt verður aftrat, at her
nýtist eingin borðbílegging, men
plássini eru avmarkað.
Klokkan 20 leygarkvøldið
verður konsert í Mentanarhús
inum við Tinganest, og her
kunnu atgongumerki bíleggjast
á atgongumerki.fo
Hóast eingin
FM-kappróður
er á varmakeldu
í ár, og stevnan
hesaferð er hin
”lítla” varmakeldu
stevnan, sum tey
í Fuglafirði plaga
at rópa hana,
so hevur kort
ini eydnast fyri
reikarunum at
seta saman eina
fjølbroytta og
forvitnisliga skrá
VILMUND JACOBSEN
Skráin fyri varmakeldu byrjar í
dag, fríggjadagin og heldur fram
bæði leygardagin og sunnudagin.
Mentanarhúsið verður karm
ur um flestu stevnutiltøk, men
bæði Restaurant Muntra, Pat
rick’s og Pitsa 530 hava opið allar
dagarnar á stevnuni.
Sonni Petersen at spæla í Pat
rick's í kvøld frá klokkan 22 til 02,
og í annaðkvøld verður fyrst
pubquiz, og síðan fara Wolfgang
og Bergmann Finnson at spæla.
Í dag frá klokkan 15 til 17.30
verða Piddasahandil og Gallerí
Ribarhús opið, og her fæst kaffi
dussur, eins og ymiskt heima
virkað fæst til keyps.
Marjun í Lambanum hevur
eisini málningaframsýning í
Ribarhúsi.
Klokkan 16 í dag verður ferni
sering í Mentanarhúsinum við
Janusi á Húsagarði. Málningar
nir eru í kafé’ini og gongini, og
her eru øll sjálvsagt vælkomin.
Janus á Húsagarði fer eisini
at syngja í kafé’ini í Menta
narhúsinum í kvøld klokkan 18,
og her verður ókeypis atgongd.
Varmakelda byrjar í dag
Mentanarhúsið í Fuglafirði
verður karmur um fleiri tiltøk á
varmakeldu
Sunnu
dagur á
varmakeldu
Sunnudagin verður konsert í
Mentanarhúsinum við Jan
Rúna Poulsen og Mattias
Kapnas
Sunnudagin á varmakeldu
verður gudstænasta í Fugla
fjarðar kirkju við Øssuri Kjøl
bro, presti.
Tá verður eisini opið á
Muntra, Patrick’s, Pitsa 530 og
Piddasahandli, eins og máln
ingaframsýningin hjá Marjun
í Lambanum í Ribarhúsi held
ur fram.
Sunnudagin klokkan 16
verður konsert í Mentanar
húsinum við Jan Rúna Poul
sen og Mattias Kapnas. Hetta
er ein summartónakonsert,
sum kostar 100 krónur við
dyrnar - og er ókeypis fyri
børnum og tónleikanæming
um.
Í tímunum frá klokkan 15
til 19 verður Støkkupp
hugnakafé
aftur
í
Mentanarhúsinum. At enda
verður ein fótbóltsdystur í
Fløtugerði í Betri deildini,
kvinnur, seint sunnudagin, og
hesin dysturin verður millum
ÍF/Vík/B68 og AB.
Leygardag hendir nógv í Fuglafirði