týsdagur 7. juli 2020síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
8. JULI 2020 · NR. 53
Sosialurin
14
FJARÐASTEVNA 2020
Nú kappróður
verður í Vestmanna
leygardagin,
luttekur Havfrúgvin
við tveimum
barnamanningum
Vilmund Jacobsen
Fjarðastevna er annaðhvørt ár
í Vestmanna, og tá stevnan ikki
er í Vestmanna, skiftast Skála
og Strendur um at skipa fyri.
Sámal Joensen, sum situr í
starvsnevndini hjá VÍF, sigur,
at tað er kappróðrarnevndin,
sum tekur sær av tí praktiska í
samband við kappróðurin.
- Hetta arbeiði gongur væl,
og vit vóna, at kappróðurin
fer at savna nógv fólk, eins og
líkt er til, at hann hevur gjørt
á undanfarnu stevnum higartil
í ár.
Hann sigur, at 5-mannafarið
Havfrúgvin fer at luttaka við
tveimum
barnamanningum,
einari gentumanning og einari
dreingjamanning.
- Eg haldi eisini, at onkrir
ungdómar úr Vestmanna rógva
við 5-mannafarinum Junkara
num úr Kvívík.
Sámal Joensen sigur, at
6-mannafarið Fortuna, sum var
við í fjør, er ikki við í ár.
- Vit vóna, at tey ungu, sum
nú rógva í Vestmanna, fara
at halda fram, soleiðis at tað
verður lættari at manna kapp
róðrarbátarnar frameftir.
Skráin fyri fjarðastevnu í ár
er ikki rúgvusmikil, og her er
eitt nú eingin dansur á skránni,
sum tað annars plagar at vera,
tá stevna er í Vestmanna.
- Vit mugu smyrja okkum
við, at tíðin er ikki hin rætta
til eina drúgva stevnu í ár, og
hetta merkir eisini skránna fyri
fjarðastevnu.
Sámal Joensen sigur, at
barnaróðurin byrjar leygar
dagin klokkan 13.30, og løtu
seinni letur eisini matsøla upp
á havnalagnum, har fólk kunnu
keypa sær kaffi, vafflur, toast,
pylsur og annað.
- FM-kappróðurin byrjar
klokkan 15, og matsølan verður
opin so leingi, sum róð verður.
Eitt lítið tjald verður sett upp
til matsøluna.
Eftir at kappróðurin er
liðugur um 18-tíðina leygar
dagin, verður útimøti á Reyða
Torginum klokkan 19.30, og tað
er Útimøtibólkurin, sum skipar
fyri.
Um kvøldið klokkan 21 er
ætlanin at hava summarbál
uttan fyri John’sa brúgv, sum
staðið verður rópt, og her
verður sangur, tónleikur og
grilling um viðrar.
Sámal Joensen sigur, at tað
ikki er óhugsandi, at onkur
onnur smærri tiltøk verða í
Vestmanna á fjarðastevnu, og
um so verður, verður kunnað
um hesi.
Vestmanna bjóðar til stevnu
Leygardagin fara vestmenningar at skipa fyri kappróðri, og her
fer Havfrúgvin at luttaka við tveimum barnamanningum