týsdagur 7. juli 2020síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
8. JULI 2020 · NR. 53
Sosialurin
16
FJARÐASTEVNA 2020
Vilmund Jacobsen
Flestu túrar, sum Sjóferðir -
Skúvadal Sp/f - bjóða, verða
sigldir við bátunum, Silju Star
og Froyi, sum feløgini, Sea
Service Sp/f (Lamhauge) og
Skúvadal Spf, eiga og reka.
Hesir bátar hava loyvi at
sigla við 48 ferðandi hvør - á
hvørjum túri. Við tað, at bát
arnir hava pláss til nógv fleiri
ferðandi, er altíð gott pláss
umborð, og hetta kemur væl
við hjá ferðafólki, sum eru
serliga ansin í hesum korona-
tíðum.
Umframt Silju Star og Froy,
er eisini báturin Barbara, sum
er av slagnum, Aqua Star, og
Barbara er góðkend at sigla við
28 ferðandi á hvørjum túri.
Ferðandi við hesum bátum
kunnu
eftir
egnum
ynski
vera úti ella inni og um eina
hátalaraskipan, sum hoyrist
bæði
inni
og
úti,
hoyra
ferðafólk
eisini
tað,
sum
ferðaleiðarin fortelur á túri
num.
Umborð á øllum trimum
bátunum er wc.
Minni sigling í ár
Gunnar Skúvadal sigur, at best
umtókti túrur hjá Sjóferðum er
túrurin til vestmannabjørgini,
men hann ásannar, at siglingin
higartil í ár, nú Føroyar eins
og heimurin allur hevur verið
raktur av korona-farsóttini,
ikki kann samanberast við eitt
vanligt ár.
- Tá mest var at gera, kundu
vit í háárstíð gera einar 4-6
slíkar túrar um dagin, men
higartil í ár hava vit sjáldan
gjørt meira enn hin eina túrin.
Vit hava eina heimasíðu -
skuvadal.fo - har einstaklingar
og bólkar kunnu bóka seg til
túrar hjá Sjóferðum, og her eru
nakrar bíleggingar. Men, árið
líkist slett ikki undanfarnu
árum.
Gunnar Skúvadal vísir á, at
vónirnar fyri summarið eru so
sum so, og hann væntar ikki,
at summarið verður meira enn
ein fjórðing - og í besta lagi ein
triðing - av tí, tað plagdi at vera,
tá mest var at gera.
- Vit vóru eini 10 fólk til
arbeiðis í fyritøkuni í háárs
tíðini, tá matstovan og alt er
íroknað, men higartil í ár hevur
munandi minni verið at gera.
Hann
heldur
tískil,
at
árið í ár er eitt frálíkt høvi
hjá
føroyingum,
sum
enn
ikki hava upplivað at síggja
vestmannabjørgini
og
ta
fantastisku náttúru og um
hvørvi, sum er um hesar leiðir.
- Eg veit ikki, um vit hava
sæð fleiri føroyingar higartil
í ár enn vanligt, leggur hann
aftrat.
Øll eru vælkomin
Tað eru sjálvandi mong, sum
longu hava verið túrin undir
vestmannabjørgunum,
men
fyri tey - einstaklingar ella
bólkar - sum ikki hava verið her,
er hetta ein náttúruuppliving
burturav.
Gunnar Skúvadal vísir á, at
tað eru fleiri føroyingar, sum
hava summargestir, ið velja
henda túrin og afturmeld
ingarnar, sum Sjóferðir gjøgn
um árini hava fingið, eru góðar.
- Eg haldi, at vit higartil í
summar mest hava sæð danir
á hesum ferðum, men her hava
eisini verið enskt talandi fólk -
og so einstakir føroyingar. Øll
eru hjartaliga vælkomin, og
tað hevði glett okkum at sæð
enn fleiri føroyingar, tí hetta
er ikki minst ein fantastiskur
familjutúrur, sigur hann.
Aðrir møguleikar
Hóast túrurin til vestmanna
bjørgini er tann, sum nógv tey
flestu velja, hava Sjóferðir eisini
ymiskar aðrar møguleikar at
bjóða ferðafólki.
-
Vit
hava
møguleikan
at sigla leigutúrar, har tey
ferðandi sjálvi velja, hvar tey
vilja fara. Vit kunnu sigla til
Mykinesar, og vit kunnu eisini
sigla út heilt út til Svínoyar, um
onkur bólkur ella arbeiðspláss
ynskir tað. Men, tá er talan
sjálvsagt eisini um aðrar prísir
enn teir, sum almenna flutn
ingstænastan bjóðar.
Alt er møguligt hjá Sjóferð
um, og møguleiki er soleiðis
eisini at fara úr Vestmanna til
vestmannabjørgini og síðan
víðari til Mykinesar, har gestir
nir fara í land.
Ein onnur tænasta, sum
Sjóferðir eisini kunnu bjóða,
eru fiskitúrar.
- Vit plaga at sigla fram til
1. oktober, og soleiðis verður
eisini í ár, um einki óvanligt
hendir, leggur Gunnar Skúva
dal hjá Sjóferðum aftrat.
Matstova og Søgusavn
Virksemið hjá Skúvadal - ella
Vestmanna Tourist Centre -
fevnir eisini um matstovuna
og barrina í hugnaligu Fjøru
krónni á bryggjuni og serstaka
Søgusavnið, sum er eitt upp
livilsi fyri lívið.
Í Søgusavninum fært tú eina
heilt serliga uppliving, har tú
gongur millum søguligu per
sónarnar, samstundis sum tú
í oyratelefonum hoyrir brot úr
Føroya søgu.
Ljós, ljóð og enntá luktur
gera framsýningina í Søgu
savninum í Vestmanna til
nakað serstakt.
VESTMANNABJØRGINI
VESTMANNABJØRGINI
EIN FANTASTISKUR
EIN FANTASTISKUR
MØGULEIKI
MØGULEIKI
- Árið í ár er eitt frálíkt høvi hjá føroyingum,
sum enn ikki hava upplivað at síggja
vestmannabjørgini og ta fantastisku
náttúru og umhvørvi, sum er um hesar
leiðir, sigur Gunnar Skúvadal hjá Sjóferðum