týsdagur 7. juli 2020síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
8. JULI 2020 · NR. 53
Sosialurin
18
FJARÐASTEVNA 2020
Vilmund Jacobsen
Nú
fjarðastevna
verður
í
Vestmanna leygardagin, fer
eisini Krambúðin hjá Norð
streymoyar Heimavirkisfelag
at hava opið við nógvum
ymiskum og flottum heima
virkislutum.
Tað er ein nevnd, sum stend
ur aftan fyri áhugafelagið, og
forkvinna í nevndini er Barbara
Brattaberg.
Tað er Vestmanna kommu
na, sum eigur húsið, ið er gamla
krambúðin hjá Niels hjá John,
sum tey róptu handilin.
Húsið er eisini bygdasavn,
sum er á loftinum.
140 limir
Íbúðin í húsunum er nýliga sett
í stand í 1920-ára stíli, og her er
eisini kaffistova. Í húsunum
er eisini Vektarbúðin, og her
plagar kommunan at skipa fyri
konsertum. Í vektarbúðini er
eisini ein ullaframsýning.
- Tá tú kemur inn í íbúðina,
er fyrst Vektarbúðin har, og
síðan gongur tú oman í kram
búðina, har pløgg og lutir hjá
heimavirkisfelagnum eru til
sølu.
Barbara Brattaberg sigur, at
Norðstreymoyar Heimavirkis
felag, sum hevur umleið 140
limir í Vestmanna og Kvívík,
hevur húsast í krambúðini í
eini seks ár.
- Vit hava umleið 40 virknar
limir, sum arbeiða við ymiskum
heimavirkaðum, og vit hava
opið um sumrarnar og síðan
aftur til jólar. Her eru mong
snøgg, vøkur og nútímans
pløgg, og her eru eisini smúkk
ur og ymiskir aðrir lutir. Flestu
limir eru kvinnur, men her eru
eisini nakrir menn, sum eitt nú
arbeiða við horni.
Hon sigur, at leigan, sum
áhugafelagið rindar kommun
uni, er fimm prosent av kaffi
søluni, og síðan rinda tey, sum
selja síni pløgg og lutir her, 20
prosent av søluni til felagið.
- Vit skipa eisini fyri skeiðum
fyri limirnar og ein partur av tí,
vit fáa burtur av søluni, verður
brúkt til hesi endamál.
Barbara Brattaberg sigur, at
í tí stóra og heila eru áhuga
felagið og krambúðin eitt triv
naðarátak.
- Vit leggja dent á, at pløgg
og lutir eru nútímans, og eg tori
at siga, at tey, sum keypa her
hjá okkum, fáa ein góðan prís.
Barbara Brattaberg vísir á,
at rávørurnar eru ymiskar, og
í fyrsta lagi fyllir tógvið nógv.
- Men, vit hava eisini vørur
úr eitt nú kópaskinni, og her
keypa tær, sum fáast við hetta,
rávøruna úr Grønlandi. Talan
er eitt nú um taskur, armbond,
oyraringar og ymiskar smúkk
ur, har kópaskinn er partur av
rávøruni.
Fjarðastevna
Barbara Brattaberg sigur, at
nú fjarðastevna verður í Vest
manna
leygardagin,
verður
krambúðin opin frá klokkan
14 til 17, meðan kappróðurin er,
og síðan verður opið aftur frá
klokkan 20 til 22 leygarkvøldið,
tá konsert verður í Vektar
búðini.
- Krambúðin og kaffistov
an eru annars opin í summar
hálvuni týsdag, mikudag og
hósdag frá klokkan 14 til 17,
sigur
nevndarforkvinnan
í
Norðstreymoyar Heimavirkis
felag.
- Vit leggja dent á, at pløgg og lutir, sum vit
selja, eru nútímans, og eg tori at siga, at tey,
sum keypa her hjá okkum, fáa ein góðan
prís, sigur Barbara Brattaberg, forkvinna
í Norðstreymoyar Heimavirkisfelag
HEIMAVIRKAÐ PLØGG
OG LUTIR Í KRAMBÚÐINI