hósdagur 9. juli 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00
til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
10. JULI 2020
Irriterandi spurningur skal eisini svarast
Helena Kjeld letur upp mynda- og máln
ingaframsýning í Ribarhúsi leygardagin, 11.
juli kl 16:00.
Helena er dóttir Fridrikku og Høgna
Kjeld. Hon er uppvaksin úti í Rossagerði í
Fuglafirði í einum vøkrum umhvørvi.
Abbi hennara í faðir legg Jóhan Kjeld og
langabbin Jacob Kjeld vóru stak góðir tekn
arar. Helena hevur gingið á Cambridge
school of visual & performing arts og hevur
lisið her um grafiska sniðgeving og mynd
prýðing. Hon var liðug við tað skriftliga til
jóla, og tað verkliga er hon liðug við fyri
stuttum.
Hetta er ein vøkur tilgongd, tá ið komið
verður til tað listaliga. Framsýningin hong
ur uppi til hósdagin 23. juli.
Helena Kjeld
sýnir fram
RIBARHÚS
Tvístøða í Sam
bandsflokkinum
Siðsøga síða 22-23
Havnarmapurin
Poul Johan
Djurhuus sjeyti
Síða 18
Í blaðnum...
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Haldarar, sum ikki
hava fingið Sosialin
Um Sosialurin ikki er borin haldarum
klokkan 20 týskvøld og fríggjakvøld –
sendið teldupost til klaga@sosialurin.fo
Sjálvt um Høgni Hoydal kann irri
tera Jørgen Niclasen, so mátti hann
kunna svarað spurninginum – um
ikki annað fyri at vísa, at Høgni
Hoydal var á skeivari leið
Sambært Høgna Hoydal, løgtingsmanni
fyri Tjóðveldi, so eru ábendingar um, at
Jørgen Niclasen er farin aftur til gomlu
skipanina við at velja partísoldatar í
nevndir, ráð, partafeløg o. a., sum lands
stýrismaðurin varðar av.
Hann hevur tí sett landsstýrismann
inum ein grein 52 spurning við nøkrum
spurningum um hesi viðurskifti. Men
landsstýrismaðurin vil ikki svara ítøki
liga, tí spurningarnir eru ov drúgvir, sig
ur hann.
Høgni Hoydal sigur eitt nú, at Jørgen
Niclasen millum annað hevur valt fyrr
verandi tingmenn hjá Fólkaflokkinum í
týdningarmiklar nevndir.
Tað hevði sjálvandi verið áhugavert
at vitað, um løgtingsmaðurin hevur
grein í sínum máli. Tí um so er, so fer
landsstýrismaðurin aftur til ta skipan,
sum varð áðrenn stýrisskipanin varð
broytt fyri 25 árum síðani, tá allir slíkir
nevndarlimir vórðu skiftir út, hvørja
ferð landsstýrið skifti, tí nú skuldu part
ísoldatarnir plaserast, heldur enn at
fólk við kvalifikatiónum vórðu vald.
Vit høvdu líkasum fleiri løg av polit
iskum skipanum, har flokssamanset
ingin í landsstýrinum sást aftur í til
dømis nevndini í Atlantsflog, í Posta, í
sjúrkrahússtýrum ella í Bindastovnu
num og øllum øðrum ráðum og nevnd
um, sum landsstýrið varðaði av.
Politiska skipanin vaks í tign, tá
gamla skipanin varð tikin av. Hon var
ikki góð, tí tað kann ongantíð vera ein
kvalifikatión, at tú hevur somu polit
isku áskoðan sum landsstýrismaðurin.
At landsstýrismaðurin ikki vil svara
spurninginum, tí hann heldur hann
vera so irriterandi, er heldur ikki gott
nokk. Serliga tá vit hugsað um, hvussu
politikarar javnan mistnýta hesar grein
52 spurningar, tá ein floksfelagi spyr
landsstýrismannin um eitt hvørt mál,
har tað er eyðsýnt, at bæði spuringur og
svar eru fyrireikað frammanundan.
Og ja, ein spurningur frá einum and
støðutingfólki kann vera irriterandi.
Men um konspiratiónsteoriin hjá í
hesum føri Høgna Hoydal greitt kann
afturvísast við at svara erliga, hvør er so
trupulleikin, Jørgen Niclasen?
Nú nakrir dagar eru farnir, síðan Team
Rynkeby endaði túrin kring Føroyar,
hava súkklararnir upplivað landið undir
ymiskum umstøðum. Hesar dagarnar
hava súkklararnir upplivað, hvussu fjøl
broytt veðrið er, og hvussu skjótt tað
kann skifta.
Tey hava súkklað 120 km í oysandi
regni og í køldum og hørðum mótvindi,
og tey hava upplivað, hvussu tungar
brekkurnar Føroyum veruliga eru, og tí
kunnu súkklararnir freistast til at halda,
at fleiri mótbrekkur enn undanbrekkur
eru. Tó eru brekkurnar og ringa veðrið
skjótt gloymd, tá ið tey síggja fólk standa
framvið vegnum og veittra, og tá ið tey
uppliva samanhaldið og endamálið við
túrinum.
Á túrinum vitjaði liðið nakrar av
stuðlunum, m.a. Vágs kommunu, sum
handaði ein kekk, og Sunda kommunu,
sum skipaði fyri móttøku. Á móttøkuni
kunngjørdi Eyðstein Zachariassen, næst
formaður í EB/Streymi, at allur innkomin
peningur frá atgongumerkjasøluni til
heimadystin ímóti HB sunnudagin 12.
juli, fer óskerdur til Team Rynkeby Før
oyar.
Sigast kann, at á árliga túrinum úr
Hirtshals til París eru hæddarmetrarnir
umleið 4300 metrar, men hesar fýra dag
arnar í Føroyum vóru hæddarmetrarnir
5700 metrar, so súkklararnir hava stríðst
og traðkað. Hóast brekkurnar, hæddar
metrarnir og kalda og váta veðrið gjørdu
sítt, so varð alt gloymt, tá ið tey komu á
mál í Havn týsdagin og hoyrdu »Mítt
vakra Føroya land« ljóða í bakgrundini.
400 km kring Føroyar