hósdagur 9. juli 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020
SOSIALURIN 54
26
TRÓNDUR ARGE – VIÐ DJÚPUMÝRAR,
KLAKSVÍK
KÍ hevur annað beinið í
fjórðingsfinaluni, tá Jóannes
Bjartalíð rennur til bóltin. KÍ
hevur skorað trý av sínum
fýra, meðan HB bara hevur
skorað tvey av sínum fýra
brotsspørkum. Tí skal Jóannes
Bjartalíð bara skora, fyri at
senda HB úr steypakappingini.
Men fyri bara aðru ferð í ár
megnar bóltsnillingurin ikki at
umseta úr ellivu metrum.
Fyri aðru ferð í hesum
kappingarárinum velur Teit
ur M. Gestsson rætt og bjarg
ar. Fyrru ferð var í landskapp
ingardystinum í Gundadali, sum
endaði 3-3. Tá fór klaksvíkingurin
í málinum hjá HB til sína vinstru.
Hesa ferð fór hann til høgru.
-Eg havi eina spákonu, sum
segði at eg skuldi fara til høgru,
sigur Teitur Matras Gestsson,
sum eftirfylgjandi sjálvur skor
aði upp á brotsspark. í sjeyndu
royndini bjargaði hann frá
Ólavi Nicalsen og so kundi Dan
í Soylu sparka HB víðari til
fjórðingsfinaluna, sum verður
21. novembur.
-Hetta var tað eg droymdi um
í nátt og nú hendi tað, so stórt
er tað sigur Teitur M. Gestsson.
Enn ein skaði í HB
Tað stendur illa til í HB í løtuni
við skaðum. Teit Jacobsen og
Jákup L. Thomsen eru langtíðar
skaddir, Tróndur Jensen, Hørður
Askham, Adrian Justinussen
og Delphine Tshiembe verða
væntandi tøkir um nakrar
vikur, meðan Pætur Petersen
og Øssur Dalbúð sita uttanfyri
við snuddum.
Í upphitingini í Klaksvík brot
naði eisini René Shaki Joen
sen. Hann hevur trupulleikar
við lærkrikanum og mátti geva
skarvin yvir stutt fyri dystar
byrjan. Tí vóru boð eftir 17 ára
gamla Ása Dam, sum einki visti av.
-Eg fekk at vita fimm ella
tíggju minuttir áðrenn, at eg
skuldi gera meg kláran. Eg visti
ikki at René var ivasamur, sigur
Ási Dam, sum byrjaði á fyrsta
sinni.
Dreymaløtan hjá Ása
HB er í skerdari útgávu og tveir
teir fremstu eru Mads Mikkel
sen og Ási Dam. Hjá KÍ situr
liðskiparin, Jákup B. Andreasen,
uttanfyri. Hann er á bonkinum,
meðan Deni Pavlovic og Jóannes
Bjartalíð avloysa á miðjuni.
KÍ setur seg tung á dystin frá
byrjan. Teir kongabláu verða
mettir sum ein favorittur og tað
verður styrkt av skaðanum hjá
René.
Dysturin er bara ellivu
minuttir gamal, tá HB tó kemur
á odda. Daniel Johansen skjýtur
fríspark innfyri. Kristian Joen
sen er fyrstur á, men klárar ikki
at halda bóltinum og so sendur
Ási Dam púra leysur og skorar
sítt fyrsta mál fyri HB.
-Bólturin datt beint fram
manfyri meg og skuldi eg bara
seta ein róligan fót á. Eg stóð á
rætta stað og tað var heppið. Tað
kendist næstan ikki veruligt,
sigur Ási Dam, ið hava hevur
roynt seg sum innskiftara á
besta liðnum hjá HB.
KÍ svarar aftur
At KÍ er eitt sterkt lið vísa teir
eftir málið. Í næstan ein sam
fullan tíma trýsta KÍ gestirnir
aftur á egna hálvu, og til
tíðir í egnan brotsteig. Teir
raka stongina, tvørstongina,
brenna fyri opnum máli og so
stórbjargar Teitur M. Gestsson
eisini.
Tá tjúgu minuttir eru eftir
bragdar endiliga hjá KÍ. Eftir
innlegg úr høgru endar bólturin
hjá Patriki Johannesen, sum fær
sent bóltin í málið til 1-1. Stór
gleði og enn og størri lætti at
hóma á KÍ liðnum. HB er hevur
longu skift Mads B. Mikkelsen
út við skaða, og nú sær torført
út hjá gestunum.
Lættin vísur seg tó at verða
d e k a n
ov stórur,
tí nú kemur
javnvág í dystin.
Seinastu minuttirnar má KÍ
eisini spæla við tíggju, tí Ísak
Simonsen fær ein vøddaskaða
í lærið og klárar ikki at spæla.
KÍ hevur tá brúkt tríggjar út
skiftingar, men fær skift Ólav
Niclasen inn í longdi leiktíðini,
tí tá er loyvi at skifta fjórða
mannin inn.
120 langir minuttir
Í longdu leiktíðini hevur HB
ein stóran møguleika í fyrstu
løtuni, tá innskifti Hilmar Leon
Jakobsen kemur at standa væl
fyri á brotsteigarmarkinum,
men skotið er beint á Kristian
Joensen í KÍ-málinum. Í hinum
endanum hava Jóannes K.
Danielsen og Boris Dosljak eisini
hvør sítt skot, men tað endar við
brotssparkskapping.
Teitur hevur takið
á Bjartalíð
Brotssparkskappingin byrjar
við, at Jóannes K. Danielsen
skorar og Kevin Schindler rakar
yvirleggjaran fyri HB. Síðani
bjargar Teitur frá Borisi Dosljak
o
g
Krist
i
a
n
J o e n
sen bjargar
brotssparki
num frá Heðini
Hansen. Bæði liðini skora
til Jóannes Bjartalíð kann
senda KÍ víðari, men Teitur
M. Gestsson vendur øllum á
høvdið.
Tað endar við at Ólavur
Niclasen brennur fyri KÍ og
at Dan í Soylu kann senda HB
víðari. Tað er ikki uppiborið, um
hugt verður eftir leikgongdini
og málmøguleikum, men tað
er okkurt við HB-liðnum í ár.
Teir liggja nummar eitt, hóast
skaðalistin alinlangur, men
tað er altíð onkur klárur at
traðka til. 16 ára gamli Samuel
Chukwudi spælir, sum ein
royndur miðverji, Ási Dam er
avgerandi við málinum, hjálp
arvenjarin Kevin Schindler og
hondbóltsspælarin Hilmar Leon
Jakobsen góvu eisini sítt íkast,
sjálvt um teir báðir mangla nógv
í.
Og so er tað søgan. HB
vinnur í Klaksvík. Um tað er
steypakappingini ella lands
kappingini. Tað stendur við –
hesa ferð við nøkrum, ið minnur
um einum B-liði.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Tað var dramatikkur og steypafótbóltur fyri allar pengarnar í
Kalskvík mikukvøldið, tá Teitur M. Gestsson og Ási Dam blivu
stóru hetjurnar hjá HB, sum vann á KÍ eftir brotssparkskapping.
Málverjin bjargaði avgerandi brotssparkinum og Ási Dam
bleiv púra óvæntað málhetja. – Eg fekk at vita fimm
minuttir áðrenn, at eg skuldi byrja, sigur ungi HB arin
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
ÁSI VISTI AV ONGUM
Eg fekk at vita fimm ella tíggju minuttir áðrenn, at eg
skuldi gera meg kláran. Eg visti ikki at René var ivasamur.
Eg haldi aldrin at eg havi spælt ein so harðan dyst. Eg havi
aldrin runnið so nógv og eri knústur nú aftaná. Vit venja
nógv og eg føldi at eg orkaði væl at spæla, so eg rann
allatíð. Nú má eg heim at hvíla, segði Ási Dam eftir dystin.
Løgmanssteypið:
B-LIÐIÐ HJÁ HB VANN
B-LIÐIÐ HJÁ HB VANN
ÓTRÚLIGAN STEYPA
ÓTRÚLIGAN STEYPA
SIGUR Í KLAKSVÍK
SIGUR Í KLAKSVÍK