Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-09, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. juli 2020síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 10. JULI 2020 SOSIALURIN 54 28 TRÓNDUR ARGE/JÓANNES HANSEN M ikukvøldið var 1. umfar í kapp­ing­ ini um Løg­mans­ steypið. Trý lið úr Betri deildini verða ikki við, tá fjórðingsfinalurnar verða spældar 21. novembur. KÍ og EB/Streymur taptu eftir brots­ sparkskapping móti ávika­vist HB og NSÍ, meðan ÍF tapti 1-0 í Trongisvági móti TB. B36 vann 7-2 á Sandi, men tað var ikki fyrr enn seinna hálvleiki, at teir hvítu og svørtu úr Havn settu punktum í dystinum. Vík­ ingur vann í fjør 10-0 á B68 í steypa­kappingini. Hesa ferð bleiv tað til 2-0 til Víking. Tað tók AB heilar 43 minuttir at fáa hol á í dystinum móti Undrinum, sum spælir í triðj bestu deildini. Skála var á odda tríggjar ferðir, men hvørja ferð javnaðu FC Hoyvík og Villiam Emil Klein. Fjórðu ferð Skála skoraði bleiv tað avgerandi. 1. deildarliðið 07 Vestur var aftanfyri móti FC Suðuroy, sum spælir í 2.deild, men í seinna hálvleiki tryggjaði Gilli Samuelsen heimaliðnum sigurin. NSÍ var eirindarleyst úr 11 metrum Allir NSÍ spælararnir skoraðu, tá ið tað var neyðugt í Streymnesi at av­gera í brotssparkskapping. Tað var stórur dramatikkur, tá ið EB/ Streymur mikukvøldið tók ímóti favorittunum í NSÍ í kapping um at vinna seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini. Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð eftir vanliga leiktíð, vísti máltalvan 1-1. So var neyðugt við longdari leiktíð, men tað broytti ikki støðuna. Í brotssparkskappingini um­ settu allir fimm NSÍ spælararnir royndina úr 11 metrum til mál. Tí var tað avgerandi, at ein av heimamonnunum misnýtti av brots­sparksblettinum. Teitur D. Olsen legði EB/ Streym framum í 29. minutti, og fýra minuttir eftir steðgin javn­aði Petur Knudsen til 1-1. NSÍ hevði seks horna, og EB/ Streymur hevði tvey horna. Í atsóknum móti málinum stóð mest sum á jøvnum. Tað gjørdi tað mest sum eisini í brots­sparkskappingini, tá ið fimm NSÍ spælarar skoraðu, og tá ið fýra EB/Streyma spælarar skor­aðu og ein misnýtti. Síðstu árini hevur Rógvi Egils­ toft Nielsen verið álitismaður og liðformaður í EB/Streymi. Í ár er hann miðverji í NSÍ, og tað lagaði seg soleiðis, at tað var hann, sum við síðsta brots­ sparki­num staðfesti, at EB/ Streymur ikki longur er partur av steypakappingini, meðan NSÍ framvegis hevur møguleika at spæla seg í finaluna, sum verður leygardagin 5. desember. Nú bragdaði hjá TB móti ÍF Fuglfirðingar fóru tómhentir heim, eftir at teir í Trongisvági hava spælt í fyrsta umfari í kapp­ingini um løgmanssteypið. TB vann 1-0. Einasta málið skoraði miðverjin Adama Guéye Ndende, tá ið fyrri hálvleikur var um at vera liðugur. Tá ið eitt stórt korter var farið av seinna hálvleiki, hevði TB risa møguleika at økja um leiðsluna. Dóm­arin, Rúni Gaardbo, bríkslaði fyri brotssparki til heimaliðið, men Poul Ingason mis­nýtti. Hjá ÍF var túrurin í Trongis­ vági ikki góður. Longu tá ið fimm minuttir vóru farnir, noydd­ist Karl Løkin skaddur av vøllinum, og tá ið eitt korter var farið, noyddist vongverjin Sjúrð­ ur Pauli Nielsen skaddur av vølli­num. Meðan TB nú heldur fram í steypakappingini, so fara teir í ÍF at savna seg um lands­ kapp­ingina. B36, Víkingur og Skála vunnu á 1.deild Tað gekk, sum tað varð roknað við, tá ið B36 var á Sandi og Vík­ingur í Gøtu. B36 vann 7-2 á Sandi, og Víkingur vann 2-0 á Toftum. Málini hjá Víkingi skoraðu Finn­ur Justinussen, tá ið ein stór­ur hálvur tími var farin, og Ingi Jonhardsson, sum í kvøld fekk møguleikan millum teir fyrstu ellivu, tá ið seinni hálv­ leikur var stórar tíggju minuttir gamal. Tað sást væl, at víkingarnir hoyra heima í bestu deildini, og at B68 er í næstbestu deildini. Vík­ingur hevði eina rúgvu av horna­spørkum og royndum ímóti málinum, meðan tað var heilt langt millum royndirnar hjá B68. Á Sandi vann B36 7-2. Ser­ liga hugaligt var tað hjá árs­ tals­felagnum, at tað endiliga eydnaðist Stefan Radosavljevic av álvara at gera vart við seg sum málskjútti. Tað hevur hilnast illa higartil í landskappingini, men mikukvøldið skoraði Stefan Rado­savljevic trý mál. Árni Frederiksberg skoraði tvey mál, og brøðurnir Martin og Han­nes Agnarsson skoraðu hvør sítt mál. Hjá B71 skoraðu Brian Okpala og Tijani Mohammed má­l­ini. Á Skála eydnaðist tað akkur­ át heimaliðnum at varpa FC Hoyvík í næstbestu deildini úr steypakappingini. Úrslitið var 4-3 eftir 1-0 í fyrra hálvleiki. Má­lið í fyrra hálvleiki skoraði Pætur Dam Jacobsen, tá ið eitt stórt korter var farið. Eitt lítið korter eftir steðgin javnaði Villiam Emil Klein, og so gekk tað skjótt. Tveir minuttir seinni legði Skála seg framum 2-1. Aksel B. Danielsen skoraði, og so gingu tað níggju minuttir, inn­til Villiam Emil Klein aftur var upp á spæl og javnaði til 2-2. Tað restaði eitt korter, tá ið Jan Ingason Hansen legði Skála fram­um 3-2. Fýra minuttir und­ an leikloki javnaði FC Hoyvík til 3-3. Aftur var Villiam Emil Klein málskjútti, og harvið skoraði hann hattrikk í kvøld. 4-3 sigursmálið skoraði Jan Ingason Hansen, tá ið ein minutt­ir var farin út um vanligu leik­tíðina. AB vann á Undrinum Higartil í ár hevur tað mest sum hvørja ferð verið soleiðis hjá AB, at tað mesta hevur fingið fyri seg í teirra brotsteigi. Í kvøld var heilt øðrvísi, tá ið Undrið FF var gestur í Vika á Argjum. AB vann 4-1, og tølini siga, at sigurin var sannførandi. AB hevði 15 horna­ spørk, og Undrið FF hevði einki horna­spark. Tóki á Lofti setti hol á tveir minutt­ir undan steðginum. 1-0 var tað, inntil tað restaði eitt korter, tá skoraði AB eftir lítlari løtu tvey mál. Bjarki C. Niel­sen økti til 2-0 í 74. minutti, og Gert Drangastein økti til 3-0 í 78. minutti. Tóki á Lofti varð tví­ faldur málskjútti í 88. minutti. Teir í AB vóru sjálvandi nøgdir um, at tað eydnaðist teimum at vinna seg í fjórðingsfinaluna við NSÍ, B36, Víkingur, AB, Skála og 07 Vestur vunnu øll sum vænta, men tað stóð á hjá øllum. Í Trongisvági koppaði TB fuglfirðingum í eini av trimum uppgerðum við liðum úr Betri deildini Løgmanssteypið: FAVORITTARNIR FAVORITTARNIR MÁTTU MÁTTU ARBEIÐA ARBEIÐA FYRI SIGARNAR FYRI SIGARNAR