týsdagur 14. juli 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. juli 2020 · Nr. 55
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDANGÓÐKENNING
TUNLARNIR
NORÐUR UM FJALL
Við hesum bjóðar Landsverk áhugaðum fyritøkum at søkja um
undangóðkenning til at luttaka í eini bundnari útbjóðing.
Umsóknarfreistin er 4. septembur 2020
Les meira um arbeiðstøkur, tíðarætlan og treytir undir
“Útboð” á lv.fo
LANDSVERK
SUM BYGGIHARRI
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
At ólavsøkan ikki verður tað,
hon átti at verið, er øllum
greitt. Men boðini frá Tórs
havnar kommunu um, at øll
skeinkistøð
skulu
steingja
báðar ólavsøkudagarnar – sum
um talan var um eitt púra van
lig týskvøld og mikukvøld –
mundu koma dátt við hjá øllum
teimum vinnurekandi, sum
skuldu vinna sær eitt tiltrongt
eyka oyra upp á tjóðarhátíðina
eftir fíggjarliga turkin, sum
annars hevur verið við stonglsi
og
avmarkingum
seinastu
mánaðirnar.
Tórshavnar
kommuna
hevur annars lagt upp til tað
stóra ballið kring um í býnum.
Fyrst vóru boðini, at allir
borgarar kundu halda veitslu
upp á býarins besta við at
keypa borð, beinkir, grillir, tjøld
og annað fyri almennar pengar.
Avmarking var í, at pengarnar
ikki skuldu brúkast til øl.
So komu kontraboðini um,
at pengarnir kortini ikki skuldi
brúkast til beinkir, grillir og
stólar, tí ilt var aftaná at seta
navn á, hvør átti hesar lutir,
sum keyptir vóru upp á tað
almenna. Nú vóru boðini, at
fólk kunnu fara út og leiga sær
hesar lutir ístaðin.
Men mánakvøldið komu so
boðini við telduposti, at bý
urin skal steingja fyri allari
skeinking á midnátt, sum um
talan var um vanligt týskvøld
og mikukvøld.
Áður
hevur
Tórshavnar
kommuna
boðað
frá,
at
»ólavsøkan verður, sum vit
kenna hana« við eyðsýndu
broytingunum, at midnáttar
sangurin
verður
hildin
í
felagsskapi og veitslulag í
grannaløgum
og
sendur
í
Kringvarpinum, og at einki
tivoli verður á Skálatrøð.
Býráðið hevur eisini boðað
frá, at »matstovur, kaffistovur
og onnur vinna hevur opið sum
vant, tó verður meira útiborð
reiðing enn vanligt«.
Hetta vóru góð boð fyri
vinnuna og góð boð til ólav
søkugestir – og fyri smittuverju,
at handlað verður uttandura. Tí
við hesum varð staðfest, at tað
kortini verða skipað viðurskifti
kring skeinking av rúsdrekka á
ólavsøku – nakað, sum hevur
havt stóran týdning, og sum
hevur broytt ólavsøkuna frá tí
drykkjufest, sum vit kendu fyri
30 árum síðani, tá púra einki
skil var á fólki á ólavsøku um
náttina.
Við at steingja fyri allari
skeinking og sølu á midnátt
nærkast vit aftur óskilinum,
sum var, áðrenn rúsdrekka
lógin varð broytt í 1992.
Latið heldur skeinkistøðini
hava opið, so sum tey hava
havt um vikuskiftini seinastu
vikurnar. Tí skipað skeingin
uttandura er nógv betri enn
stóra gøtuballið og bilaballið,
sum nú verður lagt upp til.
TAÐ STÓRA GØTUBALLIÐ
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri:
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin