Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2020síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. juli 2020 · Nr. 55 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Ógreið boð um upplatingar­tíðirnar hjá barrunum á ólavsøku Fyrst fingu barreigarar í Havn at vita, at barrirnar skulu steingja á midnátt á ólavsøku. Síðani hevur borgarstjórin í Havn boðað frá, at hetta ikki verður galdandi allíkavæl, men at tað kann vera opið til klokkan 02 PÆTUR HJALMAR EVENSSON pature@sosialurin.fo Ólavsøkan er størsti veitslu­ dagur á árinum, og skeinki­ støð­ini plaga sum vera man altíð at hava góðar dagar á ólav­søku, tí nógv fólk støkkur inn á gólvið. Men í ár verður heldur øðrvísi orsakað av korona­tilmælunum, og hesa vik­una hevur nógv óvissa verið um, hvussu skeinki­støð­ ini fara at hava opið á ólavsøku. Mánadagin fingu eigarar av mat- og skeinkistøðum í høv­ uðs­staðnum boð frá Tórs­ havn­ar kommunu um at steingja á midnátt. Hetta fyri at minka um smittuvandan við Covid-19 á ólavsøku. Hesi boðini fullu ikki í góða jørð hjá teimum, sum eiga og reka skeinkistøð í høvuðs­ staðn­um. Stjórin í Glitnir, Hans Andreasen, gjørdi greitt í sam­røðu við in.fo, at avgerðin hjá kommununi ikki gav nakra meining. Hann vísti á, at mann við hesari avmarkini fer at savna enn fleiri fólk, enn mann annars hevði gjørt inni á barr­ un­um. – Í mínari verð er hatta ør­ vit­is­skapur. Mann kann bara ímynda sær, hvussu Havnin fer at síggja út klokkan 4-5 um morgunin, og hvussu skilið verður. Tað verður einki skil í, segði Hans Andreasen millum annað. – Vit høvdu eina avtalu at steingja klokkan 02, og tað hevur riggað rættiliga væl. Vit hava eisini gott skil á, hvussu mann skal fyrihalda seg. Fólk duga sær hógv og skikka sær væl, segði hann. Koronaráðgevingin eigur avgerðina Týsdagin bleiv málið tikið upp í tíðindunum á FM1, har Ann­ ika Olsen, borgarstjóri, bleiv spurd um avgerðina at steingja barr­irnar á midátt. Hon for­ taldi, at avgerðin botnar í ráð­ gev­ingini, sum kommunan hev­ur fingið frá Korona­ráð­ gev­ingini. Í skrivinum, sum mat- og skeinkistøðeigarar fingu frá kommununi stóð millum annað: – Koronaráðgevingin mælir staðiliga til, at hildið verður fast við, at afturlatingartíðin á ólavsøku er kl. 24.00. Tórs­ havn­ar kommuna fylgir sjálv­ andi ráðunum frá heilsufakliga serkunnleikanum, og tí verður hervið sagt frá, at galdandi afturlatingartíðir á ólavsøku eru kl. 24.00. Eingi harraboð allíkavæl Men borgarstjórin legði síðani nakað óvæntað aftrat í sam­ røðuni við FM1, sum kúvendi øllum kjakinum um hesar upp­ latingartíðirnar á ólavsøku. Hon greiddi frá, at hon hevði tosað við Bárð á Steig Nielsen, løg­mann, og hann hevur sagt henni, at landsstýrið hevur avtalu við skeinkistøðini um at hava opið til klokkan 02, sum tað hevur verið higartil í kor­onatíðini. So skeinkistøðini skulu eftir øllum at døma ikki lata aftur á midnátt á ólavsøku allíkavæl, hóast kommunan mánadagin gav boð til ávísar eigarar av mat- og skeinkistøðum um hetta. – Í sambandi við nýggju lóg­ ina um heimildina hjá lands­ stýrismanninum í vinnu­mál­ um er gjørd ein avtala millum lands­stýrið og matstovur, skeinki­støð og annað, at mann kann hava opið faktiskt til klokk­an tvey á nátt, segði Ann­ ika Olsen við FM1. – Er tað so, so er støðan sjálv­andi eitt sindur øðrvísi. So er tað ein yvirskipað politisk avgerð um at hava longri opið. Og ein tílík politisk avgerð stend­ur oman fyri Korona­ráð­ gevingina, sigur Annika Olsen. Borgarstjórin segði eisini, at hon helt tað vera óheppið, at kommunan ikki hevur fingið hesi boðini fyrr, og at korona­ ráð­gevingin vegleiðir komm­ un­uni upp á ein annan máta, tí at hetta sendir út ymisk signal og setir kommunurnar í eina trupla støðu. Sosialurin hevur roynt at fingið viðmerking frá løg­ manni um alt hetta, men tað hev­ur ikki eydnast okkum, áðr­enn blaðið fór til prent­ ingar. Fáa vit eina viðmerking, so verður fylgt upp upp á hetta á heimasíðu okkara in.fo.