Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. desember 2004síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 246 - 23. desember 2004 13 n NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. ík (P/f Maria Poulsen, Tórshavn), Jan oyvík), Jens Dam, Kollafjørður (P/f ensen, Tórshavn, (P/f Tórshavnar Mynd: Jens Kristian Vang Minningarorð um mína góðu mostur Sevildu Joensen Góða Sevilda, tað er við tungum hjarta, eg skrivi hesar reglur, men kann ikki lata vera. Ung var eg, tá ið mamma doyði, og har komst tú í hennara stað. Eisini sum omma og abbi Selheygg til okkara børn, sum tey eru sera glað fyri. Altíð kundi eg koma til tín, tú vart mær ein tryggur stuðul. Lagnuna fekst tú at merkja í bestu árum. Eilif og Sigrid við familju, tankar mínir eru hjá tykkum, serliga nú høgtíðin stendur fyri framman. Góða Sevilda, takk fyri alt, tú vart fyri meg. Við hesum orðum vil eg lýsa frið yvir mína góðu mostur. Ásla Tøkk Eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt gjørdu okkum silvurbrúd- leypsdagin so hugnaligan. Eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár ynskja vit familju, vinum og kenn- ingum. Turið og Tummas J. Lervig Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, ið heiðraðu okkum á gullbrúdleypsdegi okkara 20. november 2004 við heilsanum, blómum og gávum. Takk øll tit, ið fyrireikaðu alt so væl frá fyrst til síðst, soleiðis at løtan í kikjukjallaranum gjørdist so sera hugnalig. Takk til blásarar, kór, sang og talur. Takk øll somul og vit ynskja tykkum øllum Guds signing og eini gleðilig jól. Vinarligar heilsanir Tórgerð og Hjørleif Tøkk Øllum tykkum, sum við heilsanum, vitjan og hjálp á ymiskan hátt vóru við til at gera mín føðingardag 19/11 hugnaligan og minnisríkan, takki eg hjartaliga. Tykkum verður ynskt eini gleðilig jól og gott nýggjár. Heilsan Hanna P. Samuelsen Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum øllum, ið á ymiskan hátt gleddu meg á 50 ára starvsdegi mínum. Ein serstøk tøkk til Føroya Tele, ið skipaðu fyri hugnaligari samkomu. Somuleiðis ynskist øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Jóa og Randi Ziska Dagurin 23. desember. Tollaksmessa. Dagurin hevur navn eftir íslendska prestinum Tollaki, sum gjørdist prestur í Skálholti. Hann stóð í hørðum stríði við mætar høvdingar í Íslandi, men eftir deyða hansara í 1193 var tað skjótt, at hann varð mettur sum mikið halgimenni. Dagurin verður nú á døgum mest róptur lítli jólaaftan. Tollaksmessudagur var annars í Føroyum fastur dagur at stoyta kertu. Norrøna navnið Tollakur merkir Tórs stríð ella leikur. Mikukvøldið kl. 20 fáa havnarfólk og onnur eisini høvi at hoyra Tórshavnar Manskór, Felagskórið Gøta /Leirvík, Eivør og Pætur við Keldu syngja jólini inn. Konsertin er ein endurtøka av væleydnaðu konsertini, sum var hildin í Gøtu Kirkju seinasta sunnudag. Felagskórið Gøta/Leirvík byrjar konsertina við at syngja nakrar traditionellar kórsangir, sum fyri tað mesta hoyra jólunum til. Eisini syngur Eivør við sum solistur á einum av sangunum. Síðani syngur Eivør nakrar sangir sjálv, væl stuðla av Pæturi við Keldu á klaveri, umframt at tey bæði eisini fara at syngja eina duett. At enda syngur Tórs- havnar Manskór nakrar sangir, har Eivør verður við sum solistur í tveimum av sangunum. -ave- Eivør og kór Vesturkirkjuni