Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2020síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 15. juli 2020 · Nr. 55 Frammi í Dal 166 – 410 Kollafjørður Tlf. 47 90 00 - T-post: bst@bst.fo Ullarmóttøka á Búnaðarstovuni á sumri 2020 Frá 16. juli til 22. august 2020 verður tikið ímóti ull á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Tikið verður ímóti ull hósdag og fríggjadag frá kl. 10.00 til kl. 16.00 og leygardagar frá kl. 13.00 til 18.00. Er talan um størri nøgdir, er best, at tygum avtala tíð frammanundan. Ullin verður góðskumett og avroknað eftir góðsku. Ullin skal vera turr, rein og nosslig og stungin í reinar posar. Tikið verður ikki ímóti ull við skræpu ella málingarrestum í, vátari ull, ella ull við ov nógvum mosa, bosi ella eyri í, og heldur ikki ímóti pesjum (fleirárað ull). Ull við fremmandalikamum í (t.d. restir av bótum, tráði o.tíl.) verður somuleiðis vrakað. Ansi eftir at taka hetta frá, áðrenn komið verður við ullini til Búnaðarstovuna. Ullin verður skild í tveir góðskuflokkar, I. flokk og II. flokk. Tøvd ull, hálsull og møgulig búkull o.tíl. verður avroknað í II. flokki. Jú betur ullin er hagreidd og flokkað frá veitarans hond, jú skjótari gongur avrokningin á móttøkustaðnum. Fyri ull í I. flokki verður latið kr. 10,- fyri kg, íroknað MVG. Fyri ull í II. flokki verður latið kr. 1,50 fyri kg, íroknað MVG. Er veitarin ikki MVG skrásettur, verður prísurin tí ávikavist kr. 8,- og kr. 1,20 fyri kg. Navn, føðingardagur ella V-tal og konto nr. at flyta gjaldið fyri ullina á, skulu upplýsast, tá ullin verður latin inn. Eru ivamál, vendið tykkum tá til Dortheu Joensen, á tlf. 29 90 19 ella dj@bst.fo. MÁLNINGAR TIL SØLU Málningar av Sigmund Petersen og Waagstein til sølu. Tel. 58 62 43 Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale Við hesum verður boðað frá, at Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale býtir stuðul út sambært umsóknum. Endamál grunsins eru: • At veita stuðul til útbúgving til eftirkomarar eftir systkjunum hjá Johannu og Conrad Skaale, • at veita stuðul til útbúgving hjá foreldraleysum børnum uttanfyri slektina, • at veita stuðul til børn, ið eru foreldraleys, ella sum hava mist annað av foreldrunum, og sum eru treingjandi á ein hvønn hátt, og • í serligum førum at veita stuðul til onnur ungfólk, hóast umsøkjararnir ikki lúka treytirnar omanfyri, tá helst til útbúgvingarendamál. Umsóknir um stuðul úr grunninum skulu vera inni í seinasta lagi 15. august 2020, og umsøkjararnir kunnu rokna við at fáa svar, áðrenn august mánaði er farin. Umsóknir um stuðul skulu hava neyðugar upplýsingar og prógv um útbúgving higartil, ætlaða útbúgving og mettar útreiðslur í hesum sambandi. Umsøkjarar, ið eru skyldir við stovnararnar sum ásett omanfyri, skulu senda váttanir um skyldskapin saman við umsóknini. Onnur enn skyldfólk hjá stovnarunum kunnu eisini søkja um stuðul. Umsóknirnar skulu sendast til: Minningargrunnur Johannu og Conrad Skaale c/o Fríða Patursson Frúutrøð 4 - Postboks 6 - 110 Tórshavn frp@jura.fo Kommunuskrivstovan í summarfrí Vegna summarferiu er kommunuskrivstovan stongd í tíðarskeiðnum 20/7 – 7/8 2020. Sama tíðarskeið er vegadeildin í feriu. Tey, sum hava átrokandi ørindi til kommununa/ vegadeildina meðan skrivstovan er stongd, kunnu seta seg í samband við: Vatnverkið/Vegadeildin (vika 30 og 32 tlf. 214507), (vika 31 tlf. 214506) Visit Runavík tlf. 417060 ella senda teldupost til runavik@runavik.fo Runavíkar kommuna SØRVÁGS KOMMUNA Kunngerð Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 við seinni broytingum um býarskipanir og byggisamtyktir, hevur Sørvágs bygdaráð á fundi 24. 06. 2020 samtykt at gera eina serstaka byggisamtykt fyri Gásadal. Serstaka byggisamtyktin saman við korti og vegleiðing um kæru liggur frammi á kommunuskrivstovuni til alment eftirlit í tíðarskeiðnum frá 13. juli 2020 til 21. august 2020 báðir dagar íroknaðir. Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu vera bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 21. august 2020 Sørvágs Kommuna www.sorvag.fo VA R Ð A G Ø TA 8 · F O - 3 8 0 S Ø R VÁ G U R S O R VA G @ S O R VA G . F O · T E L 3 6 3 2 0 0 List og bøkur til sølu Vegna flyting selist list eftir m.a. J. Waagstein, Chr. í Geil, Jack Kampmann, Gudmund Hentze, Eivindi Mohr og øðrum. Somuleiðis hópin av føroyskum antikvariskum bókum. Ring tel. 59 22 67 Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90 www.kistur.fo Vit levera um alt landið. KISTUR - HANS JACOBSEN FØROYSKAR KISTUR