Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juli 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. juli 2020 · Nr. 55 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Tórsvøllur Tað eru fleiri tekin gjøgnum dystin, um at okkurt er galið í leguni hjá KÍ. B36 spælir væl og skorar eitt fyri og annað eftir. Tá fimm minuttir eru eftir er 5-2 til heimaliðið og KÍ er í undirtali. Jákup B. Andreasen, liðskipari hjá KÍ, leggur nógv fyri at steðga einum innleggi, men endar við at sparka Árna Frederiksberg umkoll. Dómarin fer í lumman og gevur liðskiparanum seinna gula kortið. Løtu seinni spælir B36 lætt í vinstru síðu og bólturin verður lyftur inn í brotsteigin, har innskifti Hannes Agnarsson stendur púra leysur og stútar bóltin í málið til 6-2. Stór gleði hjá heimaliðnum, sum setur punktum fyri fyrru hálvu við einum greiðum sigri á kappingarneytunum úr Klaksvík, meðan KÍ fer í upploysn. Børge tveittur fyri leyvurnar Graslíkið á Ovara vølli í Gundadali verður skift og tí varð dysturin fluttur á Tórsvølli. Hóast áskoðararnar ikki vóru so nógvir sum til ein landsdyst, so flytu teir nógv í ljóðmyndini. Tað merkist væl, at vestara síðan er reist og ljóðið verður verandi á leikvøllinum, tá áskoðararnir geva ljóð frá sær. Tað var einki óvæntað í uppstullingini hjá B36, sum mikukvøldið vann heldur lættan 7-2 sigur á B71, ið spælir í næstbestu deidini. Serliga tá hugsað verður um, at gestirnir úr Klaksvík høvdu spælt í 120 minuttir móti og taptu í brotssparkskappingini. Tí vóru fleiri broytingar og millum annað fekk 18 ára gamli Børge Petersen møguleikan frá byrjan á miðjuni. Á lokala Norðlýsinum verður spurnartekin sett við hetta valið, tí hann vanliga er miðverji. Hartil sótu Ísak Simonsen og Odmar Færø uttanfyri við skaðum, og Páll A. Klettskarð byrjaði inni í álopinum fyri Ole Erik Midtskogen. Góð byrjan hjá KÍ – B36 svarar aftur Klaksvíkingar vóru væl upplagdir frá dystarbyrjan, og eftir at Jóannes Bjartalíð úr stórari fjarstøðu hevði sent bóltin í stólpan, var tað Jákup B. Andreasen, sum eftir horna stútaði KÍ framum 1-0. B36 fótaði sær skjótt, hugflogið og samanspælið var gott, heimaliðið vann nærdystirnar, og so var spurningurin bara, nær heimaliðið fór at javna. B36 skoraði undan steðginum trý mál. Sebastian Pingel javnaði nærmast av óvart, tá skotið hjá Benjamini Heinesen brast í kroppskinnið á bulmikla áleyparanum. Síðani skoraði Michal Przybylski tvey mál eftir deyðbóltsstøður, tá ið verjuspælið var lítið sannførandi og heimaliðið var væl upplagt. Fyrru ferðina eftir frísparksinnlegg frá Árna Frederiksberg, har heimaliðið bleiv í yvirtal við aftasta økið í fimm-metrinum, og tað seinna eftir langt innkast, sum rakti tríggjar KÍ- spælarar, áðrenn Michal Przybylski tveitti seg í leysa luft og sparkaði bóltin í málið. Korthúsið hjá KÍ kollapsar Í mótivindi á Tórsvølli v e r ð u r b r e k k a n øgiliga brøtt, tá ið Deni P a v l o v i c u n d a n s t e ð g i n u m verður vístur av vøllinum. Hann fær fyrst gul kort, tá hann er óansin í verjustøðu og tekur hondina til hjálpar. Løtu seinni hálar og skumpar hann Sebastian Pingel í eini heldur vandaleysari støðu mitt á miðjuni, men Jóhan Hendrik Ellefsen er ikki í iva. Eitt gult kort afturat. Býtt var tað hvørtfall av Deni Pavlovic, men heldur bíligt heldur venjarin hjá KÍ. -Dysturin verður tíverri eitt sindur skemdur av tveimum reyðum kortum í einum dysti, sum eg ikki haldi var hart spældur. Tað eru fleiri støður í dystinum, sum vit undrast á. Millum annað fær Jákup B. Andreasen gult kort fyri at tveita bóltin vekk, men vit uppliva eisini B36 gera tað saman, men tað verður ikki sektað. Eg haldi tað merkist, at tað er ein eitt sindur óroyndur dómarin, sum dømir dystin. Eg ivist ikki í at hann royndi at gera sítt besta, men øll, sum vóru á Tórsvølli, kunnu semjast um, at tað var nokk ikki hansara besta avrik, sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ og leggur afturat. -B36 var betra liðið í dag, men eg haldi at vit kundu fingið ein spennandi dyst, um bæði liðini vóru fullmannaði. Tað er eitt sindur harmligt at tað ikki verður tilfeldið, og e g h a l d i at tað er at yvirreagera eitt sindur, at geva Deni Pavlovic tvey gul kort fyri tvey lutfalsliga lítil fríspørk, sigur Mikkjal Thomassen. Eftir longdu l e i k t í ð i n a m i k u k v ø l d i ð kendust KÍ beinini vera øgiliga tung. Men innskifti Ole Erik Midtskogen minkaði um munin og kveikti eina vón. Hon brast, tá ið Sebastian Pingel stútaði eftir horna, og meistaraliðið smokkaði heilt saman, tá ið Alex Mellemgaard við brotssparki og innskifti Hannes Agnarsson í síðstu løtu staðfestu stóra og sannførandi B36 sigurin. -Eg eri sera stoltur av mínum monnum. Allir spælararnir eru sera troyttir, tí tað er so stutt millum dystirnar. Kappingin um plássini er stór, og í dag vístu allir rætta hugburðin, og eg unni teimum so ógvuliga væl sigurin, sigur B36 venjarin Jákup á Borg. trondur@sosialurin.fo Í eitt korter var KÍ omaná, men so rapaði korthúsið hjá klaksvíkingum. B36 hevur ræðandi stryki í álopsspælinum og revsaði gestirnar. Tað eisini dramatiskt, tá dómarin tvær ferðir fór í lumman eftir seinna gula kortinum Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... JÁKUP Á BORG STOLTUR AV SÍNUM MONNUM -Eg eri sera stoltur av mínum monnum. Allir spælararnir eru sera troyttir, tí tað er so stutt millum dystirnar. Kappingin um plássini er stór, og í dag vístu allir rætta hugburðin, og eg unni teimum so ógvuliga væl sigurin, sigur B36 venjarin Jákup á Borg. B36-KÍ 6-2: B36 Í STÓRUM STÍLI B36 Í STÓRUM STÍLI – KÍ Í UPPLOYS – KÍ Í UPPLOYS