Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-16, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. juli 2020síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Tað kemur ofta fyri, at tey, sum búgva á Velbastað og í Kirkjubø, ikki sleppa við bussinum hjá Bussleiðini, tí hann er fullur av fólki, sum koma aðrastaðni frá. Tórshavnar býráð sigur, at serliga seinastu tíðina hevur tað verið ein trupulleiki, serliga seinnapartar. Áður hevur tað verið ein trupulleiki, at tað eru so nógvir útlendingar brúka bussarnar til ókeypis til at koyra rundferðir í Tórshavnar Kommunu, og tað er lagamanni, tí tað er ókeypis at brúka Bussleiðina. Í summar eru eingir útlendingar, men ístaðin eru nógvir føroyingar farnir at ferðast í egnum landi – og tað sæst eisini aftur í búbussunum. Í sambandi við korona er tað eitt tilmælið frá myndugleikunum, at í mesta lagi 15 fólk kunnu vera í bussinum fyri forða fyri, at smittan breiðir seg.Og í summar er tað ofta hent, at 15 fólk fara upp í  bussin í Kirkjubø, so at tað ikki er pláss fyri teimum á Velbastað. Tí heitir kommunan á ferðafólk um at hugsa um tey, sum búgva í Kirkjubø og á Velbastað, og sum eru tey, sum hava brúk fyri bussinum 17. JULI 2020 Hendingin í tunlinum norð um Fjall í vikuni, har eldur kom í ein bil, vísir okkum, hvussu álvarsamur trupulleikin er við gomlu og ótíðar­hóskandi tunlunum. Lukkutíð hendi eingin fólkaskaði, og tíbet­ur hava vit góða tilbúgving, sum skjótt kundi koma á staðið. Eitt sindur av óvissu valdaði kring trygd­ ar­útgerð í tíðindunum eftir eldsbrunan, men sum skilst eru eldsløkkjarar í gomlu tunl­in­ um á sama hátt, sum í teimum nýggju, og tíbetur er telefonsamband eisini í tunlinum – sum so sjálvsagt er. Ein og hvør, ið koyrir gjøgnum hesar meira enn hálvthundrað ára gomlu tunlar sær, hvussu ótíðarhóskandi teir eru, og tí er tað alla átalu vert, at myndugleikarnir ikki fyri nógvum árum síðani hava framt hesa neyðugu útbygging, sum tað er at gera hesar tunlarnar av nýggjum. Tað snýr seg altíð um raðfestingar – tað er jú tað, sum politikkur í stuttum er – men stundum verður raðfest so undarliga, at brúkarin ikki reiðiliga skilir. Eitt nú at tunnilin til Viðareiðis í sínari tíð varð tikin fram um tunlarnar norð um Fjall. Tað er eisini politikkur. Helst hava teir politikararnir, sum tá ráddu fyri borgum, verið bagnir fyri, at um lívsneyðugu tunlarnir norður um fjall vórðu gjørdi áðrenn Viðareiðistunnilin, so kom Viðareiðistunnilin ongantíð. Tað er kanska rætt, og tað staðfestir enn einaferð, hvussu lítið álit politikarar sjálvir hava á politikarum – og hvussu órationelt politikarar arbeiða. Um skilvísi ráddi, so varð ein neyv rað­ festing gjørd og neyðugu pengarnir settir av soleiðis, at allar dagføringarnar, sum vórðu neyðugar, vórðu framdar. Men soleiðis virkar fólkaræðið hjá okkum ikki. Hálað verður í ymsar ættir, alt eftir hvør situr við valdið. Politiska skipanin er ikki nóg búgving til at gera eina skilagóða raðfesting, sum heldur, hvør so situr við valdið. Landafrøðiligi upprunin verður javnan tikin fram um hugsjónir. Hetta sigur kanska nógv um fólkini, sum stýra landinum. Sjálvandi áttu tunlarnir norður um Fjall at verið endurnýggjaðir fyri fleiri árum síðani. Tað hevur nógv størri týdning enn at gera nýggjar farleiðir í meginøkinum fyri túsundtals milliónir. Nú eru vit so komin har til, at skjøtul verður settur á hetta arbeiðið. Politiska skipanin er samd um tað, og tað skuldi bara manglað. Tá politikarar forða tí skilagóða Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Bygdarfólk sleppa ikki við bussinum – Eg fari ikki at lukka nøkur skeinkistøð á ólavsøku og eg fari heldur ikki at skerja upplatingartíðirnar. Tað sigur Helgi Abrahamsen, lands­ stýrismaður í vinnumálum. Løgtingið hevur ann­ars samtykt at geva honum heimild til at avmarka upplatingartíðirnar, ella at lukka skeinkistøðunu heilt. Hann hevur eisini fingið til at avmarkað talið á gestum og endamálið við tí er at forða fyri, at korona aftur fer at breiða seg í Føroyum. Helgi Abrahamsen sigur, at so leingi korona ikki er í landinum, fer hann ikki at brúka heimildina til at avmarka upplatingartíðirnar hjá skeinkistøðunum. Hann sigur sostatt, at hann fer ikki at lukka skeinkistøðini á ólavsøku. – Støðan skal vera alvorlig áðrenn eg brúka heimildina til at lukka skeinkistøð, ella til at avmarka upplatingartíðirnar, sigur hann. Tann heimildin verður ikki brúkt, uttan so, at smittan av álvara hevur tikið seg upp aftur. Hon verður ikki brúkt at forða fyri, at hon fer at taka seg upp aftur, sigur Helgi Abrahamsen. Landsstýrið fer ikki at lukka skeinkistøð á ólavsøku Les eisini blaðið á telefonini Jenis á fund við Pompeo Síða 10 Birgir verður skipari á Jákup Sverra Síða 11