týsdagur 21. juli 2020síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
4
Ólavsøkan 2020
Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Samskipari: Terji Nielsen Blaðfólk: Dagfinn Olsen, Jóannes Hansen, Tróndur Arge, Árni Gregersen, Vilmund Jacobsen, Steinar Patursson og
Pætur Hjalmar Evenssen Myndir: Álvur Haraldsen o.o. Grafikkur: Heidi í Dali Jacobsen og Jón Tórur Einarsson Framleiðsla: Miðlahúsið Prent: Prentmiðstøðin
ÓLAVSØKA Í FRÁSTØÐU
– og kanska við munnbindi
V
it plaga altíð at siga, at
ólavsøkan er nakað serligt
– men hesaferð verður
ólavsøkan í øllum førum
øðrvísi, enn tað vit eru von við.
Tað er vanligt á ólavsøku, at gestir
av bygd og úr útlondum koma til
Havnar at hátíðarhalda tjóðarhátíð
okkara – og longu fleiri dagar undan
ólavsøkuaftan, er ólavsøkan longu
byrjað ymsastaðni í býnum.
Í hesum koronutíðum verður
mælt til, at vit ikki fjølgast so mong,
sum vit plaga á ólavsøku. Tað verður
tí trupult at halda eina púra vanliga
ólavsøku, har nógv fólk koma sam
an til skrúðgongu, til setanina, til
kappróðurin og onnur stór tiltøk,
sum vanliga eru á ólavsøku. Nú skal
ólavsøkan haldast í frástøðu, og mælt
verður til, at ólavsøkan í nógv størri
mun verður hildin úti í ymsu granna
løgunum í býnum.
Tí verður ólavsøkan hesaferð í øll
um førum øðrvísi, har vit í frástøðu,
og kanska meira í útvarpi og sjón
varpi fylgja ymsu tiltøkunum, sum
verða.
Ólavsøkan er eisini søga, tí vit
halda ólavsøku at minnast Ólav
kong, sum fall á Stiklaøstøðum fyri
skjótt túsund árum síðani. Tí nertir
ólavsøkan við uppruna og samleika
okkara – og kristna kjølfestið.
Á ólavsøku verður tingið sett.
Ein tann størsta hátíðarløtan á ólav
søkuni er uttan iva, tá politiska skipan
okkara fer í skrúðgongu úr tinginum
í Havnar Kirkju til gudstænastu ólav
søkumorgun – og niðan aftur í Løg
tingið, har klárt er at byrja nýggja
tingárið. Ein sera vakur siður, sum
styrkir samanhaldið millum føroy
ingar. Og tað er ein aldargamal sið
ur, at prestar og politikarar ganga
í skrúðgongu á ólavsøku. Fyrsta
kirkjan, sum vit við vissu vita um í
Havn, var kirkjan úti á Reyni, sum
varð bygd í 1609. Søgukøn fólk vilja
vera við, at kirkja má hava verið í
Havn fyri ta tíð, tí skrúðgongan skal
vera eldri enn tað og ein katólskur
siður, sum stavar frá einaferð fyri
trúbótina.
Á seinastu ólavsøku skrivaði løg
maður út løgtingsvalið, sum varð
hildið 31. august í fjør. Síðani tá er
nýggj manning komin í Tinganes, og
nýggi løgmaðurin fer ólavsøkudag at
halda fyrstu ólavsøkurøðu sína, har
hann fer at seta politisku kósina fyri
tingárið, sum byrjar hendan dagin.
Veðrið á ólavsøku hevur alt at
siga. Soleiðis verður uttan iva eisini
hesaferð – serliga tí fólk skulu halda
frástøðu og tí vera nógv úti. Men
verður regn, so hevur tað stóra ávirk
an. Vit vóna sjálvandi, at tað verður
gott veður á ólvavsøku, so vit kunnu
halda hana so nøkulunda, sum vit
plaga, hóast tað verður í frástøðu og
við avmarkingum – og kanska við
munnbindi.
Vit í Miðlahúsinum ynskja øllum
eina góða ólavsøku!
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri Sosialurin