týsdagur 21. juli 2020síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
6
Ólavsøkan 2020
E
itt nýtt ár, ein nýggj ólavsøka.
Ólavsøkan snýr seg ikki bara um at
endurtaka gamlar siðir. Tað ger hon
eisini, men eingin ólavsøka er lík aðrari, hvør
tann einasta er nýggj og fær tað innihald, vit
sjálvi geva henni.
Hesaferð er nógv øðrvísi. Býurin verð
ur skrýddur og prýddur, og ólavsøkan
verður sett við skrúðgongu, sum siður er
ólavsøkuaftan. Tó verða færri luttakandi
sambært almennu tilmælunum, og flestøll
fara at fylgja við setanini heimanífrá.
Korona hevur verið avbjóðandi fyri nógv
og er tað enn, og tí fari eg at heita á øll um
at ansa væl eftir hvørjum øðrum hesar báðar
hátíðardagarnar.
Vit hava fult álit á, at havnarfólk og allir
gestir taka øll neyðug fyrilit, og at hvør ansar
sær sjálvum. Tí kunnu matstovur, kaffistovur
og onnur vinna hava opið sum vant, tó við
meira útiborðreiðing enn vanligt.
Ólavsøkukappróðurin verður, fótbóltur
verður, ólavsøkuframsýningin verður,
umframt onnur tiltøk, sum vanliga fylla
tjóðarhátíð føroyinga.
Til tess at halda ólavsøkuna so trygga sum
gjørligt, hevur kommunan stuðlað og heitt
á grannaløg og eigarafeløg at skipa fyri,
hugna um, og halda ólavsøku í grannaløgum
í kommununi.
Hetta ger millum annað, at miðnátt
arsangurin verður í grannaløgum og verður
sendur beinleiðis í Kringvarpi Føroya. At vit
syngja saman í grannaløgum ger ólavsøkuna
tryggari fyri okkum øll.
Ólavsøkan í dag snýr seg framvegis um
tann góða felagsskapin, um ætt, vinir og
kenningar, stuttleika og undirhald, álvara
og gaman.
Ólavsøkan snýr seg eisini um tann góða
býin, at høvuðsstaðurin vísir seg frá síni
bestu síðu. Og hesaferð meira enn nakrantíð
snýr ólavsøkan seg um tryggleika.
Nú leggja vit gerandisdagin frá okkum
eina løtu.
Nú er tjóðarhátíð.
Eg fari at enda at ynskja tykkum eina góða
ólavsøku.
Annika Olsen
borgarstjóri
GÓÐA
ÓLAVSØKU!