Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2020síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 16 Ólavsøkan 2020 Jóannes Hansen Fyri 25 árum síðani var órógv og ikki sørt av øsing um skrúðgonguna ólavsøkudag úr tinghústúninum og oman í dómkirkjuna og niðan aftur eftir gudstænastuna. Órógvið var í kjalarvørrinum av stýris­skipanarlógini, sum varð sett í gildi ólavsøkudag í 1995 – fyri 25 árum síðani. Meðan løgtingsformaður, løg­tings­ menn, løgmaður og landsstýrismenn eru nevndir í stýrisskipanarlógini, var latið løgtingsformanninum upp í hendur at gera av, hvørjir em­bætis­ menn, ið skuldu vera við í skrúð­ gongu­ni, og hvussu skrúð­gongan skuldi skipast og harvið eisini í hvørjari raðfylgju persónarnir skuldu ganga í skrúðgonguni. Biskupur og prestar vóru ikki nevndir. Luttøka teirra, pláss og rað­ fylgja, sum embætismenn, varð latin løgtingsformanninum at avgera. Omanfyri standandi varð stað­fest í innganginum til álitið um skrúð­ gongu­na, sum varð handað Jógvani I. Olsen, løgtingsformanni, upp undir ólav­søku í 1997. Løgtingsformaðurin hevði sett nevnd at gera uppskot um, hvussu skrúð­gongan skuldi skipast. Løg­tings­ for­maðurin legði dent á, at tað fyri hann var umráðandi at fáa søguliga grundað ráð til tess at kunna gera eina fasta skipan fyri skrúðgonguna. Hans J. Debes, professari, Jóannes Dals­gaard, landsskjalavørður, Pól á Kletti, blaðmaður, og Kristoffur Thomas­sen, fyrrverandi skriv­stovu­ stjóri løgtingsins vóru í arbeiðs­bólki­ num, og Súsanna Danielsen, skriv­ stovu­stjóri løgtingsins, var skrivari. Orsøkin til, at Jógvan I. Olsen vildi hava nevndina at geva sær søguliga grundað ráð um skrúðgonguna var, at misnøgd hevði verið við røðina í 1995 og 1996. Tá var Marita Petersen løgtingsformaður. Tá ið biskupur og prestar ikki vóru nevndir í nýggju stýris­skipanarlógini, gjørdi hon av, at politik­ararnir skuldu ganga fremstir, og at biskupur skuldi vera nummar níggju í røðini, og at hinir prestarnir skuldu vera eftir biskup og prestin, sum prædikaði á ólavsøku. Nógv blaðskriving var um hesa broyt­ing, og misnøggd var millum prest­arnar. Skrivað var, at kirkjan var sett til viks í ólavsøkuhaldinum. Í 1996 varð biskupur fluttur fram til nummar tvey – eftir løgmann – og eftir hann presturin sum prædikaði og dóm­próstur og frá 8. rað hinir prest­arnir. Nevndin lýsti skrúðgonguna og søgu­liga sambandið millum kirkjuna og politiska myndugleikan, og í 1997 varð skrúðgongan skipað eftir tilmæli frá nevndini, sum var, at biskupur og løgtingsformaður skuldu ganga fremstir, síðani ríkisumboðsmaður og løgmaður og í triði røð presturin, sum prædikaði og fyrsti næstformaður í løgtinginum. Stóri knúturin varð høgdur av Stóri spurningurin var, hvør skuldi ganga fremst og næstfremst. Løg­ maður og ríkisumboðsmaður og løg­tingsformaður og biskupur høvdu verið kandidatar til hesi plássini. Eftir valið 30. apríl 1998 varð Finnbogi Ísakson valdur til løgtingsformann. Undan ólavsøku hetta sama árið legði hann uppskot fyri formansskapin um, hvussu skrúð­gongan á ólavsøku skuldi verða skipað. Formansskapurin tók undir við uppskotinum, sum tað vísti seg at vera breið semja um. Síðani 1998 hevur skrúðgongan verið skipað sam­bært uppskotinum hjá Finnboga Ísakson. Gongan varð broytt frá tveimum og til trý røð. Løgtingsformaðurin gong­ur fremstur í miðjuni og undir lið­ini á honum eru løgmaður og biskupur. Aftanfyri løgtingsformannin ganga teir tríggir næstformenninir í tingi­n­um og síðani tingmenninir eftir aldri, tá ið teir fyrstu ferð eru valdir, starvstíð og aldri. Aftanfyri løgmann ganga vara­løg­ maður og landsstýrismenn og síðani ríkis­um­boðsmaðurin, sorinskrivarin, fútin, løgtingsstjórin, løgtingsins um­ boðs­maður, landsgrannskoðarin og løg­mans­stjórin og síðani tingmenn. Aftanfyri biskup ganga dóm­próst­ ur, presturin, sum prædikar á ólav­ søku - í ár er tað Marjun í Kálva­líð – og síðani prestarnir eftir starvsaldri. Teir fremstu eru Jónsvein Bech og Heri Joensen. Finnbogi Ísakson segði soleiðis í sam­røðu við Sosialin undan ólavsøku í 1998, tá ið hann hevði gjørt av at broyta skrúðgonguna: -Tað er rætt, at leikluturin hjá kristin­dóminum ólavsøkudag og í sam­felagnum annars verður marker­ aður við, at biskupur skal ganga fremstur. Lagt verður aftrat, at Finnbogi Ísakson heldur, at tað hevði ikki verið rætt at flutt løgmann úr fremstu røð, tí løgmaður hevur gingið í fremstu røð síðani heimastýrislógin varð sett í gildi í 1948, og tí kann tað sigast, at løg­maður so at siga hevur vunnið hevd á hesum plássi. -Eg havi kannað málið so gjølla, sum tað hevur borið til, og tað tykist einki forgjørt at vera í, at skrúð­ gongan verður í trimum røðum. At vit samstundis fáa bæði biskup og løgmann í fremstu røð vildi eg mett fór at hava við sær, at allir partar verða nøgdir við skipanina, roknaði Finn­bogi Ísakson við undan ólavsøku í 1998. Finnbogi Ísakson legði frá sær í politikki í 2002, og skrúðgongan er fram­vegis skipað, sum hon varð í hansara skeiði sum løgtingsformaður við ábyrgd fyri, hvussu skrúðgongan skuldi skipast. Løgtingsformenninir síðani hava verið Edmund Joensen, Hergeir Nielsen, Jógvan á Lakjuni, Páll á Reyna­túgvu og so aftur Jógvan á Lakjuni, sum varð valdur til løg­ tings­formann eftir løgtingsvalið síðsta summar, og sum sambært stýris­skipanarlógini hevur formliga ábyrgd av skrúðgonguni. Henrik eigur longstu søguna Ólavsøkudag verður fyrsta skrúð­ gongan eftir løgtingsvalið 31. august í fjør. Í nýggja tinginum er bara ein tingmaður eftir, sum fyrstu ferð varð valdur í áttatiárunum. Talan er um Henrik Old, sum fyrstu ferð varð valdur í 1984. Í nýggja tinginum eru ellivu ting­menn, sum fyri fyrstu ferð fara at ganga skrúðgongu ólavsøkudag, miku­dagin í næstu viku – Christian Andreasen, Frimodt Rasmussen, Uni Ras­mussen, Jóhannis Joensen, Beinta Løwe Jacobsen, Ingilín Didriksen Strøm, Beinir Johannesen, Erhard Joen­sen, Jaspur Langgaard, Steffan Klein Poulsen og Johan Eli Poulsen. Tá ið Finnbogi Ísakson sendi bræv til løgtingsmenn um skrúðgonguna, gav hann teimum hesa vegleiðig um, hvus­su tey skuldu vera ílatin, og hetta sigst framvegis at vera galdandi: Vísandi til álit um skrúðgonguna, sum eisini er at finna á Internetinum (www.logting.fo), verða tingmenn og onnur biðin um at vera hampiliga ílatin. Tey, sum hava møguleika til tess, verða biðin um at vera í før­ oyskum búna. TÁ IÐ FINNBOGI HØGDI GORDISKA KNÚTIN Síðani 1998, tá ið skrúðgongan ólavsøkudag varð skipað í trimum røðum, hevur verið friður um spurningin, sum í nøkur ár hevði verið orsøk til rumbul