Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2020síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 22 Ólavsøkan 2020 JULI ER STØRSTI SØLUMÁNAÐIN HJÁ RÚSDREKKASØLU LANDSINS Ólavsøkan merkist hjá Rúsdrekkasølu Landsins. Korona dempaði søluna í mars og apríl í ár, men í Rúsuni vænta tey ikki, at korona avmarkingar á ólavsøku 2020 fara at merkja ólavsøkusøluna stórvegis. Dagfinn Olsen K oronasmittan, og at sam­ felagið varð sett niður í ferð, merktist hjá Rús­drekkasølu Landsins. At ólav­søka nærkast merkist eisini hjá Rús­drekka­sølu. - Ólavsøkan merkist. Hetta er tjóð­arhátíð okkara, og flest fólk hava frí og hugna sær á ólavsøku. Juli mánaði er nokk tann størsti sølu­mánaðin hjá Rúsdrekkasølu Lands­ins, sigur Rúni Herup Olsen, inn­keypsleiðari hjá Rúsdrekkasølu Lands­ins. At ólavsøka er merkir, at sølan av rús­drekka er størri enn vanligt. - Sølan er størri og eitt sindur øðr­ vísi, enn vanligt. Fólk vilja hava nokk inni, um gestir koma á vitjan. Søla av øl, cider og líknandi, um­ framt snaps, er nakað størri, enn aðr­ ar mánaðir, sigur Rúni Herup Olsen. Hann sigur, at sølan hevur verið hin sama seinnu árini um ólav­søku­ tíð. At koronasmittan herjar, og at sam­felagið eitt skifti fór niður í ferð, hava tey eisini merkt í Rúsuni. - Sjálvandi merktist hetta. Sølan til vinnuna steðgaði heilt upp, meðan sølan í handlunum var nøkunlunda tann sama. Mars og apríl vóru kanska minni í ár, enn í 2019, meðan mai var nakað hægri. Nú er so smátt gongd kom­in í søluna til vinnuna eisini, sig­ ur Rúni Herup Olsen. Nú verður ólavsøkan øðrvísi í ár orsakað av koronasmittu. Men í Rús­uni vænta tey ikki, at hetta fer at merkja søluna stórvegis. Spurdur um hetta svarar Rúni Herup Olsen. - Hetta fer nokk ikki at merkjast stór­vegis. Sølan í Rúsdrekkasølu Landins hev­ur verið jøvn seinni árini, tó at tað er ymiskt, alt eftir hvønn vøru­ bólk talan er um. - Sølan hevur seinnu árini verið rími­liga jøvn. Miðlastyrkin á tí sterka, sum fólk keypa, er farin eitt sindur niður. Vínsølan er smátt vaks­andi. Ølsølan er nøkulunda tann sama í litrum, men flytir seg eitt sind­ur millum bólkarnar. Sokallaða spesial­ølin er vaksandi, men er tað fram­vegis smá tøl í mun til van­liga øli, sigur Rúni Herup Olsen, inn­ keyps­leiðari. - Sølan er størri og eitt sindur øðrvísi, enn vanligt. Fólk vilja hava nokk inni, um gestir koma á vitjan - Mars og apríl vóru kanska minni í ár, enn í 2019