týsdagur 21. juli 2020síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
24
Ólavsøkan 2020
HOTELLINI
ERU KLÁR TIL
ÓLAVSØKUNA
Tað verður nógv gjørt burturúr í matstovunum á Hotel Føroyum, Hotel Brandan og Hotel Hafnia
Pætur Hjalmar Evensson
H
otellini í Havn fara at
gera sítt til at hugna um
á ólavsøku. Serliga leggja
hotellini dent á at geva
sínum ólavsøkugestum eitt serstakt
matupplivilsi, soleiðis at mann ikki
skal ganga svangur á ólavsøkuni.
Vit hava spurt okkum fyri hjá
Hotel Brandan, Hotel Hafnia og
Hotel Føroyum, hvussu tey fara at
halda ólavsøkuna í ár.
Brandan og Hafnia
spíla seg út
Nýggjasta hotellið í Havn eitur
Hotel Brandan, og har verður nógv
gjørt burturúr. 28. juli verður vín
og sjógæti á skránni, og okkurt gott
verður eisini til tey smáu, umframt
okkurt gott omaná. 29. juli verður
borðreitt við gourmethotdoggum til
fótbóltsdystin, og so verða cocktails
og annað eisini at fáa.
– Aftrat hesum hava vit sjálvandi
eisini stóru buffetina í Panorama á
Hafnia, sum verður allan dagin bæði
28. og 29. juli. Har er ikki neyðugt
at bíleggja borð, mann kemur bara
framvið. Hetta verður ein buffet við
alskyns góðum kjøti, sjógæti, kaku,
suppu og øðrum, og so hevur mann
útsýni um allan býin, greiðir Pætur
Trónd Thomsen, stjóri í Hotel Hafnia,
frá.
Hann vísir eisini á, at tey gera
eisini okkurt serligt burturúr í mat
stovuni Katrinu Christiansen, sum
Hotel Hafnia eigur.
– Har ber til at fáa skeljadjór, lamb
og dessert. Tað plagar at vera væl
vitjað á ólavsøku, sigur Pætur Trónd
Thomsen og vísir á, at støðan í ár er
serlig orsakað av koronafarsóttini.
– Vit fara absolutt at gera okkara
fyri, at ólavsøkan verður hildin sum
vant og í góðum lag. Vit taka sjálv
andi atlit til tey tilmæli, sum eru,
og satsa uppá, at korona ikki fer at
ávirka for nógv. Men flowið verður
sikkurt øðrvisi, sigur hann.
– Vit vóna at siggja so nógv fólk í
miðbýnum sum gjørligt. Vit gleðast
um, at summarið er komið, og vit
gleða okkum øll til ólavsøkuna og til
at síggja glaðar gestir, sigur Pætur
Trónd Thomsen.
Hotel Føroyar við
serligum átaki
Hotel Føroyar fer eisini at gera nógv
burturúr ólavsøkuni í ár, og har
verður opið eins og vanligt. Vanlig
vís plagar har at vera buffet, men
soleiðis verður ikki í ár.
– Her verður ein ólavsøku-mat
skrá við fýra rættum, og so verður
ein barnatallerkur til børnini eisini.
Vit vilja helst hava fólk at bíleggja
borð á heimasíðuni frammanundan,
sigur Ann Krista, marknaðarleiðari.
– Eisini fara vit at hava eina hoppi
borg á parkeringsplássinum uttan
fyri hotellið, sum børnini kunnu
spæla í, sigur hon.
Men tað serliga, sum Hotel Før
oyar ger í ár, er, at tey fara at selja
mat út við.
– Fólk kunnu bíleggja mat frá
okkum til kalt borð. Talan er um
eina matskrá við ymsum føroyskum
gloypibitum sum eitt nú tvøst, spik,
kalvasalat og skinsakjøt, fotrelur Ann
Krista og leggur aftrat, at hetta skal
bíleggjast í seinasta lagi tveir dagar
áðrenn. Treytin er eisini, at mann bí
leggur til í minsta lagi 20 fólk.
Hetta er fyrstu ferð, at Hotel Før
oyar fer at royna at selja mat út við á
ólavsøku. Ein orsøk til hetta er serliga
støðan í ár við korona, sum hevur við
sær, at ólavsøkan í ein vissan mun er
flutt úr miðbýnum til grannaløgini.
– Vit rokna við, at nógv fólk fara
at vera heima í grannaløgunum og
fara at bjóða heim. Vit eru spent
uppá, hvussu hetta átakið hjá okkum
fer at eydnast, sigur Ann Krista.
Hotel Føroyar hevur eisini gjørt
okkurt annað fyri at taka atlit til
koronastøðuna.
– Í staðin fyri sjálvtøkuborð hava
vit matskrá. Vanligvís brúka vit alt
hølið, har øll sita í sama rúmi, men í
ár býta vit hølið upp í nøkur smærri
høli, so fólk ikki sita so tætt við hvønn
annan, greiðir marknaðarleiðarin frá
og leggur aftrat at tey í Hotel Føroy
um gleða seg til ólavsøkuna.
– Vit vóna sjálvandi, at ólavsøkan
í ár verður góð, sjálvt um tað verður
ein nakað øðrvísi ólavsøka, sigur
Ann Krista.