Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-21, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2020síða 34

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 34 Ólavsøkan 2020 ÓLAVSØKA UNDIR KONGAVARÐA Almennu koronutilmælini hava havt við sær, at Tórshavnar kommuna ynskir í mestan mun at ólavsøkan í ár skal haldast í grannaløgum kring býin. 52 grannaløg og eigarafeløg hava biðið kommununa um stuðul at halda ólavsøku fyri, og eitt teirra er Eigarafelagið undir Kongavarða. Vit hava spurt tey undir Kongavarða, hvussu tey ætla at skipa seg um ólavsøkuna Steinar Patursson E igarafelagið undir Konga­ varða er eitt av teimum eig­ ara­feløgunum kring Havn­ ina, ið hevur tikið avgerð um at skipa fyri ólavsøkutiltaki, nú komm­unan hevur boðað frá einari øðrvísi ólavsøku í ár. Saman við grannafelagnum eyst­ an Kongavarða skipar eigara­fel­agið undir Kongavarða fyri ólav­søku­ hugna ólavsøkudag, har limirnir og gest­ir teirra kunnu koma til sang, und­ir­hald og okkurt til matna. Sólrun Gleðisheygg er ein av veitslu­fyriskiparunum í Eigara­ felagn­um undir Kongavarða, og hon hev­ur greitt okkum frá ætlanunum hjá teimum undir Kongavarða. – Vit hava leigað eitt stórt tjald frá Tofta Ítróttarfelag, sum er 90 ella 100 fermetrar, og vit hava leigað ein hitablásara til at hita tjaldið upp við. Vit skulu eisini leiga perur onkra­staðni frá, sum skulu hjálpa til hugnan. Tjaldið er risastórt, og Sólrun Gleðis­heygg væntar nógvar ólav­ søku­gestir. Eigarafelagið hevur tí eis­ini leigað stólar, men tað verða kort­ini ikki øll, ið kunnu sita í senn. – Vit hava fingið borð og stólar til eini 40-50 fólk, so tað verða nokk ikki øll, ið fara at sita. Ólavsøka er ikki ólavsøka utt­an sang og tónleik, og tí hevur eigara­ felagið eisini fingið Signar í Homrum og Jens Marna Hansen at spæla. – Vit hava fingið bæði Signar í Homrum og Jens Marna Hansen at koma at syngja. Ætlanin er eis­ini at hava felagssang, og um alt gong­ur sum ætlað, so fara vit eisini at taka nýggja spæliplássið í nýtslu, sig­ur Sól­run Gleðisheygg og sipar til seink­ aða spæliplássið undir Konga­varða, sum er í gerð í løtuni. – Spæliplássið er nógv seinkað, og vit hava bíðað eftir tí leingi, men vit vóna at kunna taka tað í nýtslu á ólavsøku. Ólavsøkustuðulin kemur væl við Eins og nøkur 50 onnur grannaløg í Havnini hevur Eigarafelagið und­ir Kongavarða eisini sókt um ólav­søku­ stuð­ul frá kommununi til at halda ólavsøkuhaldið. Stuðulin, sum er 10.000 krónur, kann nýtast til leigu av brúkslutum og øðrum, og stuðulin kem­ur eisini væl við, heldur Sólrun Gleðis­heygg. – Absolutt. Stuðulin rindar fyri tjaldið og alt hitt, sum vit hava leigað frá Tofta Ítróttarfelag. Tað rindar eis­ ini fyri, at vit fáa Signar í Homrum at spæla fyri okkum. Okkurt til børnini Avgerð varð tikin um at halda til­takið á ólavsøkudegi, tí at Argja róðr­ar­felag plagar at skipa fyri tiltaki ólav­søku­ aftan, og eigarafelagið vil ikki gera seg inn á tiltakið hjá teimum. Somu­ leiðis hevur eigarafelagið valt ikki at leggja seg ov nógv eftir at skipa fyri und­irhaldi til børnini, tí ÍA og AB skipa fyri stórum ólavsøkutiltaki í gamla skúlagarðinum á Argjum. – Vit hava popkorn til børnini og vóna, at spæliplássið verður tikið í nýtslu, men vit fingu onga hoppi­ borg. Hinvegin skipa ÍA og AB fyri einum stórum barnatiltaki til øll argja­børn niðri í gamla skúla­garð­in­ um, og tað er eisini tí, at vit vilja ikki gera ov nógv til børnini uppi undir Konga­varða. Vit vilja ikki oyðileggja nakað fyri ÍA og AB. Skipa fyri grannaveitslum Sólrun Gleðisheygg veit ikki at siga, hvørt Eigarafelagið undir Konga­ varða er at rokna sum eitt aktivt eig­ara­felag, men seinastu tvey árini hev­ur eigarafelagið so skipað fyri granna­veitslu, staðfestir hon, og granna­veitslurnar hava havt nógvar gest­ir. – Vit hava havt grannaveitslu nú í tvey ár á rað. Tá hava vit havt ordi­ lig­an nátturða, har vit hava grillað búffar við salati og øðrum, og vit hava havt hoppiborg til børnini. Tá hava vit verið um 150 fólk ella so. – Tað hava vit gjørt fyri at fáa eitt sind­ur av lívi í her uppi. Tá hava vit eisini leigað tjald og fingið Signar í Homr­um og James Olsen at spæla. Tey tiltøkini hava verið allan dagin, og umframt hoppiborg hava vit eis­ini havt heitar pottar og annað und­irhald fyri børnini eisini, sigur sólr­un Gleðisheygg, sum heldur, at grananveitslurnar hava verið rætti­ liga væl móttiknar. Tað er eisini ilt at meta um, hvussu nógvar gestir tey í eigarafelagnum vænta at fáa á ólavsøku, men skulu tey meta út frá teimum báðum granna­veitslunum, verður talan iva­ leyst væl oman fyri 100 fólk. – Og vit hava lagt eitt tiltak á Face­book, har vit hava roynt at kanna, hvussu nógv fara at koma. Men tað er sjálvandi ilt at siga, tí øll koma kanska ikki í senn, men vit vænta í øllum førum 100 fólk. Hvussu væntar tú, at tað verður at halda ólavsøku undir Kongavarða heldur enn heima í býnum? Hvat verður tað fyri ein ólavsøka? – Eg vænti faktiskt, at tað verð­ur heilt hugnaligt. Tað er hevur verið nokk so nógv útskifting í íbúð­ar­ blokk­unum, so tað er gott, at vit kunnu koma í samband við hvønn ann­an. – Og fólk arbeiða jú allan dag­ in, og vit síggjast faktiskt mest um summarið. Fólk hava eisini verið rætti­liga glað fyri hesar summ­ar­ veitsl­urnar, so eg trúgvi tað, at hetta verð­ur gott, og at fólk taka væl ímóti tí - tað hopi eg í øllum førum. Sólrun Gleðisheygg væntar kort­ ini ikki, at talan verður um nakað aft­ ur­vendandi ólavsøkutiltak í granna­ lagn­um. – Vónandi fer korona at leggja seg, og so verður alt upp á tann gamla mátan aftur. Tað rokni eg við, sig­ur Sólrun Gleðisheygg.