týsdagur 21. juli 2020síða 38
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
38
Ólavsøkan 2020
Hóast ólavsøkan sær eitt sindur
øðrvísi út í ár, fer Kringvarpið at gera
nógv burturúr, og nógvar sendingar
eru á skrá um alla ólavsøkuna.
Ólavsøkuaftan
Byrjað verður ólavsøkuaftansmorgun
í útvarpinum við morgunsending
allan morgunin til tíðindini koma.
Øssur Egholm, Rannvá Fossaberg
og Elin á Rógvi leggja ta sendingina
til rættis.
Seinnapartin ólavsøkuaftan sendir
útvarpið klassikaran um, tá ið Jovina
og Lýðar fóru á ólavsøku. Síðan
verður ólavsøkan sett, og so er kapp
róður á skránni.
Setan og kappróður verða send
beinleiðis í útvarpinum og sjón
varpinum.
Um kvøldið taka Rúni Jákupsson,
Ingi Rasmussen og Solby Christians
dóttir yvir og fara at senda beinleiðis
ólavsøkuaftansútvarp.
Sjónvarpið
Eftir setan og kappróður, verður
hildið fram í sjónvarpinum. Tá byrjar
beinleiðis sending og sent verður í
tríggjar tímar. Sendingin verður send
úr Degnsgarði í miðbýnum í Havn við
beinleiðis samrøðum, innsløgum og
tónleiki. Klokkan 19.00 verður farið
á ólavsøkukabarett. Kabarettin er
tikin upp frammanundan og verður
send í fullum líki. Nú ólavsøka er
øðrvísi enn vant, verður høvið nýtt
at kava niður í savnið og finna brot
úr gomlum ólavsøkusendingum, tá
alt var, sum tað plagdi. Og har er
fitt av stuttligum og forkunnugum
tilfari. Lív Mortensen er framleiðari,
Rólant Waag Dam redaktørur.
Allar sendingar síggjast og hoyrast
sjálvandi í netvarpinum eisini.
Ólavsøkudag
Leisturin verður tann sami ólavsøku
dag. Byrjað verður um morgunin
við barnaútvarpi, og nakað fyri
klokkan ellivu verður sent beinleiðis
frá gudstænastu úr Dómkirkjuni,
kórsangi á Vaglinum og tingsetan
ini. Hetta verður sent bæði í út
varpinum og sjónvarpinum.
Í útvarpinum syrgir Gunnar
Nolsøe fyri góðum ólavsøkuhýri sein
napartin, til farið verður til beinleiðis
frásøgn frá fótbólti.
Um kvøldið fara Finnur Koba,
Jákup Dahl og onnur at undirhalda
lurtarar, bæði úti og heima við al
skyns ólavsøkutilfari.
Ólavsøkukvøld verður sent bein
leiðis í sjónvarpinum frá kl. 20 til 22,
og leisturin er tann sami, sum kvøldið
fyri. Eftir tað verður kabarettin endur
sent, og føroyskur dansur er eisini á
skránni.
Á midnátt verður sendur ólavs
søkufelagssangur, bæði í útvarpi og
sjónvarpi, og ólavsøkan endar við, at
farið verður upp á gólv við Orminum
Langa.
ÓLAVSØKA 2020
Í KRINGVARPINUM