týsdagur 21. juli 2020síða 40
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
40
Ólavsøkan 2020
Jú, tað at sita í einum kappróðrarbáti
er sanniliga nakað serstakt. Tað er
bæði ein stórur heiður at fáa, men
samstundis ein ábyrgd, sum er nógv
størri enn tey flestu geva sær fær
um. Róðrarfólkið ber mentanararvin
víðari – ein arvur, sum vit hava fing
ið frá okkara forfedrum – ein arvur,
sum ikki finnst aðrar staðnis her á
jørð.
Teir gomlu róðu ikki altíð kapp til
stuttleika, men heldur fyri at yvirliva,
og av tí, at teir gjørdu tað, er tað
gjørligt hjá okkum at rógva til stutt
leika. Latið okkum ikki gloyma tað
gamla við bátinum, men heldur leggja
okkum tað í geyma og ansa væl eftir
tí, sum er okkum kært.
Tað er nú heldur ikki ein løtt
ítróttagrein, tí í mun til nógvan annan
ítrótt, mugu vit finna upp á alt sjálvi.
Kappróðurin er tann einasti ítrótturin,
ið hevur sín uppruna í Føroyum. Vit
mugu skapa alt sjálvi frá grundini.
Tað svarar til, at fótbóltarnir verða
seymaðir í einum kjallara í Runavík,
at ketsjararnir verða gjørdir burtur úr
eini fleygingarstong, og at undirlagið
til flogbóltsfinaluna verður eitt
uppafturgrivið dansigólv úr Sumba.
Allar aðrar ítróttagreinar sleppa
undan at skapa alt frá grundini, og
innflyta í staðin alla sína útgerð.
Kappróðurin fær ikki tílíkar lidnar
pakkaloysnir borðreiddar. Vit mugu
skapa alt sjálvi – alt frá paragraffunum
til nøglina. Hetta er av sonnum ein
tjóðarítrótt, og jú – latið okkum reypa
av tí!
Hetta eru so okkara fortreytir,
og teimum skulu vit vera ómetaliga
stolt av, tí hetta er nakað serstakt!
Har afturat er sjálvur leikvøllurin eitt
eindømi – Atlantshavið. Hvør onnur
ítrótt hevur tað?
Tað er vælsignað, at vit finna inn
til røturnar – til gleðina við sjógvin
og bátin. At vera saman á sjónum í
stoltleika og kappast í virðing hvør
móti ørðum.
Tað vóru tung boð at fáa í vár,
tá Róðrarsamband Føroya boðaði
frá, at vegna korona fór ongin kapp
róður at verða í summar. Skuldi
veruliga ein lítil vera steðga øllum
kappróðri í summar? Eg og fleiri við
mær hugsaðu, at hetta fór at gerast
eitt løgið summar. Eg dugdi ikki
at ímynda mær eitt summar uttan
útvarpaðan kappróður frá Suna
Merkisstein og reypi frá Ludvík við
Stein, ella eitt summar uttan greinar
frá Vagni Mikkelsen – fyri ikki at tala
um fýrverkið frá Sjúrða Gullbein!
Hetta “korona-summarið” hevur
verið løgið á so mangan annan hátt,
men lukkutíð varð kappróðurin aftur
settur á dagsskrá, og tað við lít, tí frá
møguliga at ongin manning yvir
høvur fór at flota bát í summar, til
met luttøku á Vestanstevnu við heili
100 manningum – takka verið koronu!
Sum er, eru allar ítróttagreinar
meira ella minnið heilársítróttir,
og má tí hvør einstøk ítrótta
grein krøkja luttakarar til sín
sum frægast fyri at yvirliva.
Kanska hetta “korona-summarið”
kann fáa sersambondini hjá ÍSF av
álvara at samstarva um ein kapping
ar-kalendara. Eina skipan, ið skilir
ímillum summar- og vetrarítrótt –
ið greitt tilskilar, nær vetrarítróttin
endar, og nær summarítróttin byrjar.
Tað hevði heilt víst gagna øllum – ikki
bert kappróðrinum á sama hátt, sum
vit hava sæð í summar.
Tað er í dag næstan ógjørligt at
íðka tvær ítróttagreinar sum t.d. flog
bólt og kappróður ísenn. Bara helm
ingurin av rógvaraskarðanum telur
yvir fimmti flogbóltslið. Hevði tað
borið til at íðka bæði summar- og
vetrarítrótt vildi tað elvt til nógv fleiri
íðkarar, ikki bert í kappróðrinum, men
í øllum ítróttargreinum.
Góða Ólavsøku!
TJÓÐARÍTRÓTT - ER TAÐ
NAKAÐ AT REYPA AV?