Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-21, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2020síða 42

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 42 Ólavsøkan 2020 Vilmund Jacobsen Jegvan Bæk er formaður í Tórshavnar Bátafelag, sum hevur til endamáls at fylkja bátaeigarar og bátaáhugað at skipa fyri felags tiltøkum. Endamálið er eisini at veita tænastur til limir eins og vitjandi bátaeigarar, bæði inn­an-og uttanlands. - Í nógv ár hevur felagið skipað fyri bryggju­dansi í Vágsbotni leygardagin fyri ólavsøku, men í ár er tiltakið av­ lýst. Vit plaga at hava nógvar bátar og nógv fólk til bryggjudans - alt eftir, hvussu veðrið hevur háttað sær. Jegvan Bæk vísir á, at okkurt árið, tá tað gjørdist oysandi regn, vóru eini 200-300 fólk til tiltakið, og okkurt annað ár, tá veðrið var av tí fagrasta, vóru fleiri enn 1000 fólk. - Vanliga hevur tiltakið hesi árini savnað eini 500-800 fólk í Vágsbotni, leggur hann aftrat. Nakrir bátar Formaðurin í Tórshavnar Bátafelag sigur, at tað vanliga hevur verið, at bátar koma til bryggjudansin, og síðan vera teir liggjandi til eftir ólav­søku. - Hóast eingin bryggjudansur verður í ár, vænta vit kortini, at nakrir bátar fara at koma til ólav­søku. Í Vágsbotni hava vit eina gesta­brúgv, har pláss er fyri nøkrum bát­um, og síðan er vanligt, at tey á havnar­skriv­ stovuni eru at tosa við, um onkur leys pláss eru við brúgvarnar og við bryggju­kantin annars. - Nú dugi eg ikki at siga, hvussu fólk fara at takla korona-trupulleikan á ólavsøku í ár, men tað eru bátaeigarar, sum hava ringt til felagið og hava spurt seg fyri um ólavsøkuna. Jegvan Bæk vísir á, at gestabrúgvin er ætlað vitjandi, bæði føroyingum og út­lendingum í summarhálvuni, og í felags­húsinum undir Bryggjubakka eru fasilitetir, sum vitjandi kunnu brúka. - Tað er eitt gjald fyri at liggja við gesta­brúnna. Vit, sum eiga bátar í høvuðs­staðnum, plaga ikki at liggja her, men lata heldur plássini til gest­ ir­nar. Sama er, tá vit vitja aðra­staðni. Tá sleppa vit at liggja sum gestir við teirra brúgvar. Jegvan Bæk sigur, at seinastu dagarnar hava einir 2-3 seglbátar ligið við gestabrúnna í Vágsbotni. - Vágsbotnurin er vorðin ein veru­ lig perla við hugnaligum kafé’um og matstøðum, og tað er ikki so sjáldan, at vit, sum eiga bátar, liggja her eitt vikuskifti, hugna okkum saman og gera okkum ein góðan bita. Betraðar umstøður Formaðurin í Tórshavnar Bátafelag sigur, at umstøðurnar hjá báta­siglar­ um sum heild eru nógv betraðar kring landið. - Nógvastaðni fært tú streym og vatn, men kanska kundi atgongdin til streymin verið lættari onkrastaðni, har kommunurnar hava síni egnu kort. Hann vísir á, at tað er ikki altíð, at nakar er á kommunuskrivstovuni, tá bátar­nir koma. - Tí hevði verið lættari, um tú kundi brúkt tað kort, tú longu hevur og soleiðis kundi keypt og goldið fyri streym og bátapláss, um gjald liggur á. Soleiðis er skipanin her okkum, og eg haldi, at hetta riggar sera væl, sigur Jegvan Bæk. Sera hugnaligt Millum teir bátaeigarar, sum plaga at vitja í Havn til bryggjudans og síðan plaga at liggja um ólavsøkuna, er Heðin Zachariasen, sum eigur bátin Juvel. - Vit hava verið við til fleiri bryggju­dansir í Vágsbotni og hava síðan ligið í Havn um ólavsøkuna. Hetta hevur verið serstakliga hugna­ ligt. Fólk vitja umborð, gingið verður millum bátar, og onkur túrur verður gjørdur niðan í miðbýin. Heðin Zachariasen sigur, at í ár ligg­ur tíverri ikki fyri hjá honum at fara til Havnar á ólavsøku við Juvel. - Árið í ár hevur verið øðrvísi enn onnur ár. Ongar bátastevnur hava verið, og eg havi havt bátin standandi í neystinum. Arbeiðsuppgávurnar hava verið nógvar, og nú ongar báta­ stevnur hava verið, havi eg bara valt at hava bátin standandi uppi. Heðin Zachariasen vísir á, at koro­na-trupulleikin hevur fylt eitt lítið sindur, men tað er meira ar­ beiðs­byrðan og so tað, at ongar bátastevnur hava verið í ár, sum er orsøkin til, at hetta árið líka sum er tikið úr kalendaranum, hvat sigling víð­víkur. - Men, vit gleða okkum at venda aftur næsta ár, og tað er rættiliga sannlíkt, at Juvel eisini liggur í Vágs­botni til bryggjudans og ólavsøku næsta ár, sigur Heðin Zachariasen. HUGNALIGT BÁTALÍV Á ÓLAVSØKU - Tað hevur verið sera hugnaligt at ligið í Vágsbotni til bryggjudans og ólavsøku, sigur Heðin Zachariasen, sum eigur bátin, Juvel. Formaðurin í Tórshavnar Bátafelag, Jegvan Bæk, væntar nakrar bátar til Havnar, nú ólavsøkan stundar til