týsdagur 21. juli 2020síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
44
Ólavsøkan 2020
Jóannes Hansen
Týsdagin í næstu viku verður
ólavsøkuaftan, og tá verður punktum
sett fyri kappróðrarárið 2020.
FM spurningurin er avgjørdur í
flestu kappingunum. Tað er bara í
kappingini millum 5 – mannafør við
dreingjum, at tað er púra opið. Har
fara Heykur úr Hósvík, sum hevur 38
stig, og Fípan Fagra úr Klaksvík, sum
hevur 37 stig, at kapprógva um FM
heitið. Tann av hesum báðum, sum
verður fremri, fer at vinna FM.
Títlingur hjá Havnar Róðrarfelag
er FM vinnari í barnakappingini hjá
gentum. Dúgvan er FM vinnari í
barnakappingini hjá dreingjum.
Drekin hjá Havnar Róðrar
felag er FM vinnari í kappingini
millum 5-mannafør við gentum.
Erla Kongsdóttir er FM vinnari í
kappingini millum 5 – mannafør við
kvinnum.
Nevið Reyða úr Klaksvík er
FM vinnari í kappingini millum
8-mannafør, og Ormurin Langi er
FM vinnari í kappingini millum 10 –
mannaførini.
Jarnbardur við kvinnum og Smyril
við monnum fara á ólavsøku at
tryggja sær FM heitini í kappingini
millum 6 – mannafør. Jarnbardur
er seks stig frammanfyri Sølmund,
og Smyril er sjey stig frammanfyri
Sundabátin.
Søtur sigur á ólavsøku
Tá ið tað ikki er møguleiki at vinna
FM, so er tað serliga søtur sigur at
vinna á ólavsøku, og fleiri manningar
hava givið til kennar, at stóra málið
hjá teimum í summar er at vinna
ólavsøkuróðurin.
Tað verður sera óvæntað, um
tað fer at eydnast bátum á ólavsøku
at koppa teimum, sum longu hava
tryggjað sær FM, tí í flestu kappingum
hevur tað higartil í ár verið ein heilt
suverenur vinnari.
Í kappingini millum 5-mannafør
við dreingjum kann tað væl hugsast,
at tað verður annar vinnari enn Heyk
ur ella Fípan Fagra. Á vestanstevnu
setti nýggja Sævarmoy úr Klaksvík
hesar báðar bátarnar upp á pláss.
Jarnbardur borð um
borð við Argjabátin
Tann báturin, sum tilsaman hevur
vunnið flest FM heiti av øllum, er
8 – mannafarið Argjabáturin. Hann
hevur vunnið FM 15 ferðir. 6 –
mannafarið Jarnbardur við kvinnum
fer á ólavsøku at vinna FM fyri 15.
ferð og harvið at leggja seg upp á
síðuna á argjamonnum, tá ið tað
ræður um tal á FM heitum.
FM kappingin millum 8 – manna
før hevur verið síðani 1964, og FM
kappingin millum 6 – mannafør við
kvinnum hevur verið síðani 1983.
Argjabáturin hevur vunnið 15
av 57 FM heitum, og Jarnbardur við
kvinnum hevur, tá ið ólavsøkuróðurin
verður av, vunnið 15 av 38 FM heitum.
Felags fyri bæði Argjabátin og
Jarnbard við kvinnum er, at fyrsta
FM heitið varð vunnið í 1991.
Argjabáturin hevur luttikið í FM
síðani 1982, og 1991 var fyrsta árið,
at Jarnbardur við kvinnum luttók.
Fimm bátar hava vunnið
tveysifrað tal av FM heitum. Felags
fyri teir allar er, at teir eru í feløgum
í høvuðsstaðnum – Havnarbáturin
við 13 FM heitum átti leingi metið –
og so er tað Sílið, 5 – mannafarið hjá
Havnar Róðrarfelag. Við dreingjum
hevur Sílið vunnið 10 FM, og við
kvinnum hevur Sílið vunnið 12 FM.
Skálabáturin eigur metið
Í nógvum ítróttarkappingum verður
nógv gjørt burtur úr tíðum og
metum. Eitt nú í renning, súkkling,
svimjing og lopum av ymsum slagi.
Í føroyskum kappróðri plagar
ikki at verða gjørt so nógv burturúr.
Síðani drekin.fo og seinni stavnur.fo
so at siga løgdu árarnar inn, hevur tað
verið torført at funnið fram til hag
tøl. Undan norðoyastevnu í ár gjørdi
Sosialurin eina roynd at fáa yvirlit
yvir FM vinnarar frá 1964 og fram,
og í fleiri ár hevur í ólavsøkublaðnum
verið yvirlit yvir vinnarar á ólavsøku
og vinnaratíðirnar.
Í summar er almenna heimasíðan
hjá Róðrarsambandi Føroya, rsf.fo,
vorðin veruleiki við hagtølum, og í
summar er stavnur.fo komin fyri seg
aftur. Tað er hugaligt og hent fyri tey,
sum eru áhugað í kappróðri, at tað nú
ber til at leita fram, hvussu røðin var
í øllum róðrum.
Tíðirnar eru eisini til skjals, hóast
tær viðhvørt ella kanska ofta skulu
takast við fyrivarni. Eitt er neyvleikin
í tí at taka tíð – viðhvørt samsvara
formligu tíðirnar ikki við tíðirnar, sum
tað ber til at máta í fínu upptøkunum
hjá kvf.fo, og so kemur tað meiri enn
so fyri, at longdin á róðrarteinunum
verður broytt.
Dømi um broyttar róðrarteinar er
teinurin, sum tað verður kappast á
fjarðastevnu í Vestmanna. Hann var
eitt sindur styttri í ár, enn hann hevur
verið undanfarnu árini.
Og so ávirka umstøðurnar altíð –
ættin, lotið, streymurin, sjóvarfallið,
hitin og avfallið og so framvegis.
Á ólavsøku hevur eingin róð stutta
málið so skjótt, sum Skálabáturin róði
í 1992 – 3.52.00.
Ørvur setti í 1999 met í
ólavsøkuróðrinum, sum síðani ikki
er tikið. Tíðin hjá 8 – mannafarinum
Ørvi hjá Havnar Róðrarfelag var í
1999 4.03.21.
Í kappingini millum 6 – mannafør
við monnur eigur Tvørabáturin metið.
Hann róði í 2009 ólavsøkuteinin í
tíðini 4.12.06.
Í kappingini millum 5 – mannafør
við dreingjum eigur Súlan úr Sørvági
metið. Í 1994 var tíðin hjá Súluni
4.14.68. Næstbestu vinnaratíðina í
hesi kappingini eigur Junkarin úr
Kvívík, sum í 1975 róði teinin í tíðini
4.27.40. At leggja til merkis er, at 12
av 13 bátum í 1994 eru skrásettir at
hava róð skjótari, enn næstbesta
vinnaratíðin í hesi kappingini er
síðani 1973.
Kvinnumanningin umborð á 6 –
mannafarinum Jarnbardi setti met í
1995. Mettíðin er 4.21.12.
Í kappingini millum 5 – manna
før við kvinnum eigur Aldan úr
Haldarsvík metið. Tað varð sett í 1981
– 4.38.40.
5 – mannafør við gentum hava
kappast síðani 2005. Ólavsøkumetið
eigur Drekin hjá Havnar Róðrarfelag
– 4.29.24 í 2008.
Latið ei søguna doyggja
Kappróðurin er tjóðarítróttin, og
kappróðurin hevur serliga verið
knýttur at summarstevnunum, og
soleiðis er tað framvegis.
Á ólavsøku hevur verið kappróður
síðani seint í 1800 talinum. So við og
við løgdust stevnur aftrat á bygd,
og har varð skipað fyri kappróðri.
Jóansøka hevur verið hildin síðani
1925, norðoyastevna síðani 1936
og vestanstevna síðani 1945. Fyrsta
varmakeldustevnan í Fuglafirði var
í 1951, og fyrsta skálafjarðarstevnan,
sum hon tá nevndist, var í 1961.
Beinanvegin tá ið útvarpið fór at
senda í 1957, varð dentur lagdur á at
varpa út frá kappróðri. Tað økti um
tilvitanina og kappingina millum bý
og bygdir.
Í 1964 varð farið undir at kappast
um føroyameistaraheitið. Fram til og
við 1972 var talan um serligan FM
kappróður eitt tað fyrsta vikuskiftið
eftir ólavsøku, og síðani 1973 hevur
FM kappingin verið skipað soleiðis,
sum hon nú er.
Í 1973 vórðu fimm FM kapp
ingar – á norðoyastevnu, jóan
søku, vestanstevnu og ólavsøku og
annaðhvørt ár á varmakeldustevnu og
annaðhvørt ár á skálafjarðarstevnu,
har stevnan nú kallast eystanstevna.
Í 1991 legðist sundalagsstevna
aftrat, so tað nú vóru seks FM
kappróðrar, og síðani 2003, tá ið
fjarðastevna varð veruleiki, hava tað
verið sjey FM kappróðrar.
Punktum fyri róðrarárinum hevur
altíð verið sett á ólavsøku, og soleiðis
verður tað eisini í ár.
Í fjør var ólavsøkuveðrið hendinga
gott, og áskoðararnir vóru nógvir, tá
ið tað varð róð kapp.
Síðani hevur korona gjørt um seg,
og nú fæst at síggja, hvussu tað fer
at ávirka talið á áskoðarum, og so er
tað veðrið, sum má sær sjálvum ráða.
Kappróður:
Teir fimm bátarnir, sum hava vunnið tíggju ella fleiri FM, eru allir í høvuðsstaðnum, har
skipaður kappróður á ólavsøku sá dagsins ljós fyri meiri enn 130 árum síðani
JARNBARDUR OG ARGJABÁTURIN
RÓGVA NÚ BORÐ UM BORÐ