Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-21, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2020síða 54

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 54 Ólavsøkan 2020 Tróndur Arge Í tíggju ár hevur ólavsøkan verið karmur um landskappingardystir. Farnir eru dagarnar tá ólav­søku­ steypið í sær sjálvum var nokk. Eisini eru dagarnir farnir frá finaluni í kappingini um Løgmanssteypið, sum plagdi at spæla so væl saman við ólavsøkuni. Nú er talan um lands­kapp­ingar­ dyst­ir, har stigini verða løgd aftur teim­um, sum feløgini hava vunnið í landskppaingini frammanundan. Tað er tó ein serligur dámur yvir ólav­ søku­dystirnar. Tað er nógv fólk kring vøllin, og føroysku klæðini og góða lagið merkist, tá tú er í Gundadali. Nógvar broytingar Í gomlum døgum var ólav­søku­ dyst­urin ein framúr møguleiki at vinna eitt steyp við týdningi. Landskappingin var ikki eins drúgv og nú, og pláss var tí fyri at spæla ein eyka dyst av stórum týdningi. Og hvar betri at spæla hann enn í Gunda­dali á ólavsøku. Týdningurin av einum sigri á ólav­ søku var væl størri enn ein sigur í lands­kappingini, tí hetta var ikki bara eitt steyp, men eisini ein møguleiki at kunnu vísa seg fram millum teir mongu føroyingarnar, ið komu til høvðusstaðin á tjóðardegnum. Ítróttarliga virðið var stórt, men tá pengafótbólturin fór at gera um seg fyrst í 90 unum, samstundis sum Før­oyar fingu altjóða lima­skap, bleiv ólav­søkudysturin meira ein venj­ ingar­dystir ella ein upp­vís­nings­dyst­ ur. Tað eru fleiri dømir um ólav­ søku­dystir, har liðini ikki spældu við sterkastu mannin og menn høvdu nokk ikki fyrireikað seg eins væl, og til vanligt er til ein dyst í lands­ kappingini. Krøvini til undir­haldið á vøllinum veksa, meðan viljin og orkan at spæla fult út á ólavsøku minkar. Steypafinalu á ólavsøku Um aldarskiftið kemur ein loysn. Hon er at spæla steypafinaluna á ólav­søku. Hetta verður roynt í 2001, tá B36 vinnur 1-0 á KÍ. Árið eftir vinn­ur NSÍ á HB, sum í 2004 hevnir seg. Í 2005 verður føroyskur fótbóltur kollveltur, tá farið verður frá at spæla 18 umfør til at spæla 27. umfar. Nú eru steðg­irnir í landskappingini færri og talan verður eisini um fleiri dystir í Evropa. Meðan áskoðararnir tykjast at hugna sær við eini steypafinalu 29. juli, so hevur Fótbóltssambandið aðrar ætlanir. Málið er at skapa eitt steypavikuskifti, sum ikki skal verða tengt at ólavsøkuni. Í 2009 vinnur Víkingur seinastu steypa­finaluna, sum er spæld á ólav­ søku. Síðani hevur talan verið um lands­kappingardystir, sum hava havt ein serligan ólavsøku dám. Søgan sigur, at síðani 2010 eru 17 ólavsøkusteyp endaði í havnini, meðan níggju eru farin úr havnini við gestunum. Millum stóru veitslurnar var í júst 2010, tá B71 púra óvæntað vann 2-1 á HB. Sama árið fóru víkingarnir eisini avstað við ólavsøkusteypinum hjá B36. Í 2013 kom lítlibeiggi av Argjum og blandaði seg uppí. AB spælir sínar ólav­søkudystir 27. juli, og í 2013 bleiv steyp­ið verandi á Argjum eftir 3-1 sigur á EB/Streymi. Ein avbjóðing við ólav­søku­dyst­ unum hevur verið, at tað eisini eru upp­gávur í Evropa. Hetta hevur okkurt árið havt við sær, at bara annað havnar­liðið hevur spælt ólavsøku dyst. Tað verður ikki ein avbjóðing í ár, tí alt UEFA-kappingarárið er forskotið, so fyrstu umførini í Champ­ ions League og Europa League verða seinni í summar. Tríggir ólavsøkudystir í ár Í ár verða tríggir ólavsøkudystir. Mána­dagin 27. juli tekur AB móti ÍF á Argjum. Argjamenn skulu fyrst spæla mikukvøldið móti KÍ í ein­um fram­skundaðum dysti, meðan fugl­ firð­ingar kunnu fyrireika seg dystin longu nú. Ólavsøkuaftan, týsdagin 28. juli, tekur HB móti aldursforsetanum úr TB. HB skal spæla móti B36 hós­kvøld­ ið, áðrenn teir kunnu fyrireika seg til ólav­søkudystin. Tað sama er galdandi fyri B36, sum ólavsøgudag – 29. juli – tekur móti Víkingi. Søgan sigur at havnarfeløgini eru omaná, men søgan sigur eisini at steyp­ið meir enn triðju hvørja ferð endar uttanfyri havnina. trondur@sosialurin.fo Ólavsøkurdystir: Í nógv ár var ólavsøkudysturin eitt av hæddarpunktunum í føroyskum fótbólti, men við tíðini bleiv tað ikki nokk. Onkuntíð vóru útlendsk lið á vitjan og seinni bleiv steypafinalan spæld á ólavsøku. Í dag er talan um vanligar landskappingardystir við einum øðrvísi dámi Betri deildin menn 13.umfar: Mánadagin 27. juli NSÍ-KÍ Beinleiðis á FM1 Skála-EB/Streymur (19.00) AB-ÍF (19.00) Beinleiðis á FM1 Týsdagin 28. juli HB-TB (18.00) Beinleiðis á FM1 Mikudagin 29. juli B36-Víkingur (16.00) Beinleiðis á FM1 2010: HB-B71 1-2 B36-VÍKINGUR 1-3 2011: B36-07 VESTUR 1-0 HB-NSÍ 0-0* HB VINNUR BROTSSPARKSKAPPINGINA 2012: B36-TB 4-1 HB-NSÍ 5-1 2013: AB-EB/STREYMUR 3-1 B36-ÍF 1-2 HB-NSÍ 3-2 2014: AB-EB/STREYMUR 2-2* AB VINNUR BROTSSPARKSKAPPINGINA HB-B68 6-0 B36-KÍ 2-1 2015: AB-NSÍ 1-2 B36-ÍF 4-0 HB-FC SUÐUROY 0-0* HB VINNUR BROTSSPARKSKAPPINGINA 2016: AB-NSÍ 1-2 HB-ÍF 1-0 B36-VÍKINGUR 0-2 2017: B36-07 VESTUR 2-0 HB-KÍ 2-1 2018: AB-FCS/TB/ROYN 0-4 HB-NSÍ 0-2 2019: AB-EB/STREYMUR 1-1* EB/STREYMUR VINNUR BROTSSPARKSKAPPINGINA HB-TB 3-0 B36-VÍKINGUR 2-1 SAMANLAG: TÓRSHAVN – RESTIN AV FØROYUM: 17-9 Tíggju ár við ólavsøkudystum í landskappingini NÚ SNÝR TAÐ SEG UM STIG