Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-21, síða 59
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. juli 2020síða 59

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 59 Ólavsøkan 2020 Hósdag 23. juli: Stoktur medistari · Knettir · Kókað neytakjøt Fríggjadag 24. juli: Rivjasteik · Lasanja Leygardag 25. juli: Rullusteik Kaffi og heimabakað omaná, 70,- kr. Mánadag 27. juli: Fiskafrikadellur · Bollar í karry Týsdag 28. juli: Stongt Mikudag 29. juli: Stongt MATSKRÁIN HESA VIKUNA Mán-frí: 9.00-15.30 & Ley: 9.00-14.00 65,- kr. fyri døgurðan og kaffi omaná STARVSFÓLK TIL NÁTTÚRU- OG UMHVØRVISVERND Deildin Vernd á Umhvørvisstovuni arbeiðir fyri at fyribyrgja og avmarka dálking frá ymiskum virksemi landi og á sjónum og at verja náttúruna og margfeldið í náttúruni. Vit granska innan náttúru og umhvørvi. Vit gera uppskot til lógir og kunngerðir og luttaka í norðurlendskum og altjóða samstarvi. STARVIÐ Tú verður týðandi partur av toymi, sum skal samskipa arbeiðið at fyribyrgja og týna rottu í Føroyum í samstarvi við kommunurnar. Eftirlit við spillivatnsskipanum er ein týðandi uppgáva í sambandi við at fyribyrgja rottu. Eisini er umráðandi at forða fyri, at rotta spjaðir seg til oyggjar, har eingin rotta er. Tú verður eisini við til byggja upp nýggja náttúrufyrisiting á Umhvørvisstovuni og at savna og skráseta vitan um føroysku náttúruna. Tú verður við til at gera vegleiðingar, skipa fyri verkstovum og skeiðum og gera upplýsandi tilfar til almenningin. Talan kann eisini vera um aðrar uppgávur treytað av førleikum og áhuga. FØRLEIKAR Tú hevur hægri náttúruvísindaliga, samfelagsvísindaliga ella aðra viðkomandi útbúgving. Tú hevur áhuga fyri og kunnleika til føroysku náttúruna. Góður telduførleiki og royndir við GIS skipanum og dátagrunnum eins og kunnleiki og royndir við almennari fyrisiting eru fyrimunir. Tú dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum, norðurlendskum og enskum. Tú hevur koyrikort til bil. SETANARVIÐURSKIFTI Starvið er fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya ella annað viðkomandi yrkisfelag. Arbeiðsstaður er Umhvørvisstovan. Umsókn, saman við prógvum, lívsrensli o.ø., skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 10. august 2020. Umsóknir skulu sendast við telduposti til starv@us.fo ella sum bræv. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Suna Petersen, deildarleiðara á Vernd, teldupostur sunip@us.fo, tlf. 234344. Umhvørvisstovan · Traðagøta 38 · Postboks 2048 · 160 Argir tlf. 342400 · us@us.fo · www.us.fo List og bøkur til sølu Vegna flyting selist list eftir m.a. J. Waagstein, Chr. í Geil, Jack Kampmann, Gudmund Hentze, Eivindi Mohr og øðrum. Somuleiðis hópin av føroyskum antikvariskum bókum. Ring tel. 59 22 67 MÁLNINGAR TIL SØLU Málningar av Sigmund Petersen og Waagstein til sølu. Tel. 25 28 23 75 ár Í samband við at eg eri fylltur 75 ár fari eg at halda dagin fríggjadagin 31 juli í Naddoddaneystinum á Tvøroyri frá kl 15 - 20. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vinarliga Viberg Sørensen