týsdagur 21. juli 2020síða 61
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
61
Ólavsøkan 2020
Vaskifólk til Tofta skúla
Søkt verður eftir fólki at gera reint í Tofta skúla. Talan
er um eitt farloyvisstarv frá 17. August 2020 til 1.
Apríl 2021.
Vaskað verður 23 tímar um vikuna tá skúlagongd er.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag
og KAF.
Skrivligar umsóknir verða at senda til Nes kommunu,
Toftavegur 3, FO-650 Toftir, ella við telduposti til
nes@nes.fo í seinasta lagi 10. August 2020.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til
umsjónarmannin í Tofta skúla, telefon 565003.
Nes kommuna
Reyði Krossur Føroya
Aðalfundur
Reyði Krossur Føroya hevur aðalfund
sunnudagin 30. august kl. 15 í hølum
felagsins í Stiðjagøtu 6, Tórshavn.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Við atliti til korona, er ynskiligt, at fólk
tekna seg til aðalfundin (tó er tekning
ikki ein treyt). Tekning fer fram á tlf.
283630 ella redcross@redcross.fo.
Tekningarfreist er 24. august.
Nýggir limir eru vælkomnir. Til ber
at tekna seg á www.reyðikrossur.
fo. Limagjaldið er 200 kr. árliga fyri
hvønn.
Reyði Krossur Føroya
Stiðjagøta 6 - FO-100 Tórshavn
Tlf. +298 283630 - redcross@redcross.fo
TØKK
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu tá
okkara elskaða mamma, vermamma, omma
og langomma
Ebba Joensen, Gjógv
f. 16. september 1932 - d. 18. mars 2020
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til Emil Olsen, prest, og tykkum fáu,
sum vegna serligu umstøðunar kundu fylgja
henni til gravar, men eisini tøkk til tykkum
mongu, sum fylgdu við á netinum. Tøkk
fyri uppringingar, heilsanir, kransar og
minnisgávur til Gjáar kirkju.
Eina serliga tøkk veita vit tykkum á
Korndalsbýlinum, sum vóru so væl um Ebbu,
ta tíð hon var har.
vegna familjuna
Símun, Kristian Jákup og Anna
TØKK
Eyðun Hammer
f. 23.09.1951 - d. 09.03.2020
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samskenslu og
hjálpsemi, tá góði maður, pápi, verfaðir og
abbi okkara
andaðist og varð jarðaður.
Ein serstøk tøkk til Theodor prest.
Elly, Rúni, Høgni, Ann, Arina og Elva
TØKK
Hildigarð Skaalum Petersen
f. 12 juli 1968 d. 13 apríl 2020
Hjartans tøkk til tykkum, ið sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá kona, mamma, omma og
vermamma okkara andaðist og varð jarðað.
Tøkk til tykkum ið vístu umsorgan,
og tykkum ið sendu minnisgávu til
Sjúklingahotelli Tórshavn.
Familjurnar vegna
Maður, børn, verbørn og ommubørn
TØKK
Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu,
tá ið elskaði maður, pápi, verpápi, abbi og
langabbi okkara andaðist og varð jarðaður
Torleif Bjarnarson Poulsen
f. 23.03.1935 – d. 05.07.2020
Takk til familju, vinir og kenningar,
ið fylgdu honum til hansara seinasta
hvíldarstað. Takk fyri blómur, kransar og
heilsanir, og til tykkum, ið á ymsan hátt
hjálptu til við ervinum
Ein serlig tøkk til palliativa toymi fyri
ta stóru hjálp og umsorgan á hansara
sjúkugongd
Familjunnar vegna
Torbjørg, Ingi, Jákup, Bjarni og Bergur
við familjum