hósdagur 23. juli 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ester Kristiansen hevur útgivið nýggjan
sang, sum kallast »Aftur til mín«.
– Hetta er ein kærleikssangur, ið snýr seg
um, tá forelskilsið er nýtt og spennandi, og
hvørt sekund er fylt við nærveru, stuttleika
og hita, og tá hvør løta burtur hvør frá
øðrum er ræðulig og fylt við stórum sakni.
Í tíðindaskrivi verður sagt, at Ester
Kristiansen við síni inniligu rødd førir
okkum gjøgnum
hesar kenslur, sum
vit øll kenna og
leingjast eftir, og
sum serligar løtur
raka okkum øll.
24. JULI 2020
Á fyrsta sinni hevur ein føroyskur lands
stýrismaður verið á fundi við ein amerik
anskan uttanríkisráðharra – tá Jenis av
Rana mikudagin hitti amerikanska uttan
ríkisráðharran, Mike Pompeo í Keypmanna
havn.
Vit hava leingi merkt, at Amerika hevur
alsamt størri áhuga fyri okkum – uttan iva
elvt av stóra áhuganum í Arktis.
Síðani heimskríggið hava tøtt bond verið
millum USA og Danmark, og tá amerikanski
uttanríkisráðharrin hesaferð vitjaði í Evropa,
var Danmark einasta landið í ES, sum fekk
heiðurin av hesi vitjan. Áðrenn Danmark
vitjaði hann í London.
Eins og við ætlaðu vitjanini hjá Trump
í Danmark í september, vórðu um fyri
føroyska og grønlendska landsstýrið boðin
við á fundin – um enn bara partvís, tí tey
sluppu bara at vera við til at umrøða Arktis –
ikki hini málini á fundinum.
Hetta verður av onkrum uppfatað sum
spæl fyri gallarínum – bara fyri at lata
føroyingar spæla fólk í húsi, meðan vit ikki
sleppa við til »veruligu« samráðingarnar.
Jú, konspiratiónsteoriirnar kunnu vera
so mangar. Men hvørki Jenis av Rana ella
Steen Lynge eru danskur uttanríkisráðharri.
Hendan danska stjórnin hevur so tvær ferðir
víst, at hon vil taka Føroyar og Grønland við
til tveir slíkar fundir við fremstu politikarar í
USA, so tí møguleikanum skulu vit sjálvandi
taka av.
Og ja vit vita væl, at amerikanarar hava
síni endamál við at sýna okkum hendan
áhuga. Tað snýr seg um at vinna sær tokka
í tí sjó- og landaøki, sum vit eru í. Og tá
valið stendur millum tey trý stórveldini,
USA, Russland og Kina, so er USA sjálvandi
okkara val. USA, Nato og ES eru felagsskapir,
sum vit skulu samstarva við um frið í
heiminum og størri samvinnu millum lond.
Tað merkir ikki, at vit ikki skulu stamstarva
aðrar vegir. Tað skulu vit sjálvani eisini.
Men vit eru partur av Evropa og partur
av Vesturheiminum, tað merkir, at vit
samstarva við londini í Evropa og Amerika.
Hóast vit sjálvandi ikki skulu leggja
okkum skerfløt fyri hesum áhuga hjá
fremstu politikarum í USA, so skulu vit
royna at fáa sum mest burturúr, fyrst og
fremst góðar handilsavtalur.
Sjálvandi tættari bond við USA
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Ester við
nýggjum sangi
Føroyingar fáa í næstu sendistovu í Ísrael,
og hon skal vera í Tel Aviv. Áður hevur
landsstýrismaðurin í uttanríkismálum róð
fram undir, at hann vildi hava sendistovuna
at liggja í Jerusalem.
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevði
í vikuni fund við ísraelska sendiharran í
Danmark, Benny Dagan, og teir tosaðu um
ætlanina at gera føroyska sendistovu í Ísrael.
– Benny Dagan var ræðuliga glaður um
føroysku ætlanina at stovna eina sendistovu
í Ísrael tí hann veit alt um, hvussu góðir
føroyingar eru við Ísrael, og at tað eru nógvir
føroyingar, sum ferðast til Ísrael, sigur
landsstýrismaðurin.
Jenis av Rana sigur, at greiddi
sendiharranum frá, at endamálið er at
stovna føroyska sendistovu í Ísrael í
november, men tað er eisini treytað av,
hvussu støðan viðvíkjandi korona verður. Og
tað er eisini greitt, at føroyska sendistovan
verður í Tel Aviv og ikki í Jerusalem, sum
Jenis av Rana annars droymdi um.
– Bæði í Føroyum, og í Danmark,
er politisk mótstøða ímóti at leggja
sendistovuna í Jerusalem, og eg vil ikki missa
sendistovuna á stokkinum við at tvíhalda
um, at hon skal vera í Jerusalem, sigur Jenis
av Rana.
Løgtingið hevur longu játtað pening til
føroyska sendistovu í Ísrael.
Føroysk sendistova
verður í Tel Aviv
Les eisini blaðið
á telefonini
Ber til at arbeiða
saman tá ið
stendur á
Síða 10-12
Nú kemur nýtt
trýst frá Watson
Síða 7