hósdagur 23. desember 2004síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Verju-
skifti í
Fremad
Amager
Liðskiparin hjá Andrew
av Fløtum er farin til
OB. Ístaðin hevur felagi
fingið
tilgongd
av
royndum superliguspæl-
ara
Í gjár gjørdist greitt, at
liðskiparin hjá Fremad
Amager ikki longur
verður í felagnum.
Sterki verjuspælarin,
Mikkel
Blavnsfeldt,
hevur nevnliga tikið av
einum tilboði frá OB,
sum fegnir vildu hava
spælaran í sín hóp, og
verjuleikarin
tók
av
tilboðnum um at royna
seg í superliguni.
Hinvegin hevur felagið
longu tryggjað sær til-
gongd í verjupartinum.
Martin Nielsen, sum
seinnu árini hevur spælt
við FC Midtjylland,
hevur í heyst roynt at
fingið sáttmála við AGF,
uttan at hetta tó er eydn-
ast honum. Sum vit eis-
ini nevndu í gjár hevur
31 ára gamli verjuspæl-
arin so tikið av einum
tilboði frá Fremad Am-
ager.
jm
Tað kostaði føroyska
manslandsliðnum
dýrt, at teir nakað fyri
hálvleik í dystinum
móti Noreg týskvøld-
ið gjørdu eina rúgvu
av mistøkum, tí tá
fekk Noreg lagt sjógv
millum seg og før-
oyska liðið
HONDBÓLTUR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Føroyar taptu greitt fyri
Noreg í fyrra dystinum
sínamillum, sum var leiktur
í Rykkinhallen nakað uttan
fyri Oslo týskvøldið. Før-
oyingarnir byrjaðu annars
dystin sera væl, og tá ið 20
minuttir vóru leiktir, vóru
okkara menn við yvirlutan
og vóru á odda 10-9.
Kostnaðarmiklir 10
minuttir
Seinastu 10 minuttirnir av
fyrra hálvleiki gjørdust tó
sera dýrir fyri føroyska lið-
ið, tí tá skoraðu norðmenn
ikki færri enn 13 ferðir,
meðan okkara einans fingu
fýra mál hesa løtuna. Tískil
kundu norsku vertirnir fara
til hálvleiks við eini greið-
ari leiðslu, 22-14, og so var
dysturin í veruleikanum
avgjørdur.
Eftir
hálvleikssteðgin
royndi føroyski landsliðs-
venjarin, Henrik Gerster, at
broyta eitt sindur upp á tak-
tikkin, so at føroyska verjan
gjørdist nógv meiri offen-
siv, men hetta var ikki nóg
mikið til at steðga heima-
liðnum.
Heldur hinvegin fingu
norðmenn útbygt leiðsluna
hjá sær nakað, og tað var
týðuligt, at føroyska verjan
manglaði nakrar stórar
mans í miðverjuni, sum
kundu taka dystin upp við
stóru norsku skjúttarnar.
Mistøk og nervar
Beint eftir dysten týskvøld-
ið fingu vit fatur á Henrik
Gerster, landsliðsvenjara,
og í telefonini úr Noreg
segði hann, at tað kostaði
føroyska liðnum dýrt, at
teir bráddliga fóru at gera
eina rúgvu av mistøkum, tá
ið teir annars vóru á odda,
og samstundis gjørdust teir
fjáltursstungnir.
Hetta
gjørdu norsku vertirnir sær
dælt av beinan vegin, og so
var mótbrekkan ov tung
fyri føroyska liðið.
– Vit gjørdu alt ov nógv
mistøk hesa løtuna, og av tí
sama gjørdust leikararnir
nervøsir, og tað kostar. Tað
er einki at ivast í, at leikar-
arnir serliga hesa løtuna
lærdu, at tá ið tú spælir
móti liðum á hesum støði,
so verða øll mistøk revsaði
beinanvegin, sigur Henrik
Gerster.
Føroyski landsliðsvenj-
arin fýlist eisini á, at alt ov
nógvir opnir møguleikar
vóru misnýttir. - Í slíkum
dystum hevur tú ikki ráð til
at brenna eini 10 opnar
málmøguleikar,
soleiðis
sum vit gjørdu í dag, og tað
er heldur ikki nóg gott, at
teir fáa loyvi til at skora
eini 15 mál upp á kontra-
álop, sigur Henrik Gerster.
Sámal og Halgir
manglaðu
Sambært føroyska lands-
liðsvenjaranum, so var tað
serliga í miðverjuni, at
føroyingarnir høvdu stórar
trupulleikar við vælvaksnu
norðmonnunum. - Tað er
einki at ivast í, at høvdu vit
havt teir báðar, Halgir
Dahl-Olesen
og
Sámal
Joensen við, sum eru eftir í
Føroyum vegna skaða, so
hevði verjan hjá okkum
staðið seg nógv betur, og
harafturat høvdu vit havt
fleiri streingir at spæla upp
á í álopspartinum, sigur
Henrik Gerster.
Eisini Heini Bendtsen úr
H71 var heldur ikki við í
dystinum týskvøldið, tí
hann var so mikið óheppin
undir venjing í Noreg at
koykja sær fótin, og hann
verður ikki at síggja aftur á
vøllinum næstu 4 til 5
vikurnar, greiðir Henrik
Gerster frá í telefonini úr
Noreg.
Spurdur
hvussu
teir
einkultu spælararnir stóðu
seg í fyrra dystinum móti
norðmonnum, sigur Henrik
Gerster. - Um eg skal nevna
nakran spælara fram um
aðrar, so má tað verða
Johnny Durhuus á strikuni,
sum spældi ein sera góðan
dyst. Eg haldi tó, at allir
framdu eitt gott avrik, men
samstundis vóru alt ov
nógv mistøk gjørd, sigur
landsliðsvenjarin.
Væntar betur úrslit í
seinna dystinum
Undan seinna dystinum
móti Noreg, sum var leiktur
í gjárkvøldið, sigur Henrik
Gerster seg vænta, at
úrslitið í tí dystinum verður
væl betur enn í tí fyrra. - Vit
hava ein venjing á skránni
tíðliga mikudagin, og tá
fara vit at rætta tey mistøk,
ið vit gjørdu í fyrra dystin-
um. Eg eri sannførdur um,
at vit eru nóg mikið góðir
til, at vit ikki eiga at tapa
við meira enn eini fimm til
seks málum móti hasum
norska liðnum, sigur Henr-
ik Gerster, sum sigur seg
verða stak væl nøgdan við
ferðina í Noreg. - Vit hava
verið sera væl móttiknir, og
alt er, sum tað skal verða.
Venjingarumstøðurnar eru í
topp,
gistingarhúsið
er
fyrstaflokks, og ein bussur
er allatíðina tøkur, tá ið vit
skulu onkustaðnis, sigur
danski
landsliðsvenjarin
hjá føroyska manslands-
liðnum í hondbólti.
Noreg-Føroyar 36-
23(22-14)
Noreg: Geir Oustorp 9,
Bård Nordhagen 6, Fredrik
Dyve 5, Bjarte Myrhol 5
Føroyar: Ingi Olsen 5,
Heini Hanusarson 5,
Rókur Nielsen 3, Johnny
Durhuus 3, Høgni Klein 3,
John Zachariassen 2,
Ragnar Stakksund 1, Regin
Petersen 1
Áskoðarar: 307
Noreg-Føroyar 36-23(22-14)
Ov nógv mistøk
Nr. 246 • hósdagur • 23. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo