hósdagur 23. juli 2020síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JULI 2020
SOSIALURIN 58
20
TRÓNDUR ARGE – VIÐ DJÚPUMÝRU, KLAKSVÍK
T
að eru tekin um, at
dysturin í Klaksvík
kann
blíva
meiri
spennandi enn stiga
talvan sigur. Har er KÍ á fjórða
plássi og í harðari kapping um
FM-heitið, meðan AB liggur
undir niðurflytingarstrikuni við
fýra stigum.
KÍ-liðið er skert. Liðskiparin,
Jákup B. Andreasen, og Deni
Pavlovic sita uttanfyri við
leikbanni. Ísak Simonsen hevur
vøddaskaða og er ikki við,
meðan Ole Erik Midtskogen er
á bonkinum. Norski áleyparin
hevur somuleiðis trupulleikar
við vøddaskaða.
Dávid Langgaard er á vinstra
bakki, Steinbjørn Olsen er á
miðjuni, Boris Dosljak er á høgra
miðvøllinum og Jonn Johanne
sen er í álopinum. Allir spælarar,
sum stríðast við at vinna sær
fast pláss á liðnum.
Tá sær lutfalsliga betri út hjá
argjamonnum, sum bara eru
uttan Filip í Liða og Hans Jákup
Anfinnsson. Adeshina Lawal
verður frávaldur í álopinum, fyri
at hava ein meiri rennisterkan
álopspart við Bjarka Nielsen
mitt fyri.
Tað er tó bara tríggjar
minuttir gamal, tá KÍ fær hol
á og brestur ein part av spenn
inginum. Odmar Færø leggur
innfyri úr høgru, og har stendur
Jonn Johannesen millum tveir
argjamenn og stútar bóltin í
tóma málið.
Lekur í verjuni hjá AB
Tað sæst á málúrtøkuni, at
argjamenn hava tað trupult í
verjupartinum. Hesa ferð kemur
Bjarti V. Mørk út úr málinum,
men røkkur ikki innlegginum,
meðan Sørin Samuelsen ikki
fylgir KÍ-áleyparanum, tá hann
fer eftir innlegginum, sum kem
ur úr minst 40 metrum.
Tað er afturgangandi fyri
avrikini hjá AB, at verjuparturin
haltar. Tað kom greitt til sjóndar
í Klaksvík mikukvøldið.
Tá klokkan vísir 27 minuttir
sendi Eli S. Christiansson beint
í føturnar á KÍ miðvøllinum,
sum takkar fyri og sendir Páll A.
Klettskarð avstað. Hann roynir
seg við skoti, sum Bjarti V. Mørk
hálvbjargar. Fyrstur á returin er
Boris Dosljak, sum úr trimum
metrum kann senda bóltin í
málið.
Hóast AB fram til tá hevur
verið við í dystinum og trýst KÍ-
liðið í støðum, so er ongin spenn
ingur eftir, tí argjamenn megna
ikki at verja málið.
Sigurin ongantíð í vanda
Tá KÍ skoraði til 2-0 vistu øll, at
hesin dysturin
var avgjørdur. AB
hevur bara skorað átta mál
í alt ár, men KÍ hevur latið
lutfalsliga nógv mál inn. Heili
17 mál í 13 dystum. Tað ljóðar
ikki av nógvum, men kapping
arneytarnir úr NSÍ og HB hava
latið seks og tíggju mál inni.
AB gjørdi eina roynd. Teir
komu við høgum trýsti og
nakrar ferðir vunnu teir bóltin
frammaliga á vøllinum, men
tað verður ikki umsett til mál.
Kristian Joensen skuldi bara
eina ferð til arbeiðis, tá Dánjal
Reginsson royndi seg við skoti.
KÍ-málverjin, sum hevur havt
eitt óheppið kappingarár, var
aftur óheppin og misti bóltin.
Tíbetur fyri hann, so var Bartal
Petersen rangstaddur, tá hann
sendi returin í málið. KÍ hevur í
vikuni fingið nýggjan málverja
úr Póllandi, sum eitur Lukasz
Jarosinski.
Argjamenn skiftu eisini fram
rætta út og sendu bæði Ade
shina Lawal og Tóka á Lofti á
vøllin, men tað bleiv við løtum
av góðum spæli uttan at hótta.
-Vit lata býtt mál ímóti okkum
og tað er tað grundleggjandi,
sum feilar. Vit mugu bara reisa
okkum og tað haldi eg vit gera
í hesum dystinum. Vit royna í
hvørtfall, sigur Rógvi Poulsen,
sum spældi allan dystin á mið
vøllinum hjá AB. Hann leggur
afturat:
- Eg haldi vit leggja eitt gott
trýst á KÍ, men teir spæla trygt.
Teir spæla nakrar langar bóltar,
sum teir hava eisini hava góðar
spælarar til, og kom sjáldan í
óbalansu. Tað er torført at spæla
ímóti, sigur miðvallarin.
Rógvi Poulsen sigur at enda,
at teir ikki eru nøgdir við at hava
tapt í Klaksvík, men fegnast um
at liðið kann taka nakað við frá
hesum dystinum til ólavsøku
dystin móti ÍF.
Vit slappa ov nógv av
Jóannes Bjartalíð var liðskipari
hjá KÍ, tí Jákup B. Andreasen
hevði leikbann. Hann var fegin
um sigurin, men heldur at av
rikið kundi verið betri.
-Hetta eru trý stig, men eg
haldi ikki vit spæla upp til
okkara besta í dag. Dysturin
blívur og opin og argjamenn
vinna og nógv bóltar, men nú
eru vit á rættari kós aftur og tað
er deiligt, sigur klaksvíkingurin
og leggur afturat.
-Tað er deiligt at fáa mál tíð
liga í dystinum. So kanst tú
slappa meiri av, men eg haldi at
vit slappa kanska for nógv av
í dag. Tað er ein afturgangandi
trupulleiki, at vit fella ov nógv
eftir at vit hava skorað. Tað
mugu vit arbeiða við, sigur
Jóannes Bjartalíð, ið eisini hevur
rós at bera mótstøðuliðnum.
-Vit mugu eisini taka hattin
av fyri AB. Teir kempa alt teir
kunnu í dag, spæla ein góðan
dyst og gera tað torført fyri okk
um, sigur liðskiparin hjá KÍ til
hendan dystin.
Hann leggur afturat, at tað er
gleðiligt at einki mál fór ígjøgn
um, tí KÍ skal spæla í Champions
League í næstum og tá verður
brúk fyri øllum kreftum í verju
partinum.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Betri deildin menn: Argjamenn komu til
Klaksvíkar fyri at bjóða av, men longu
aftaná tríggjar minuttir sást hví KÍ er í
toppinum og AB undir niðurflytingarstrikuni.
Heimaliðið fekk eisini roynt fleiri
spælarar, sum vanliga sita á bonkinum
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
RÓGVI IÐRAR SEG UM MÁLINI
-Vit lata býtt mál ímóti okkum og tað er tað grundleggjandi,
sum feilar. Vit mugu bara reisa okkum og tað haldi eg vit gera í
hesum dystinum. Vit royna í hvørtfall. Eg haldi vit leggja eitt gott
trýst á KÍ, men teir spæla trygt. Teir spæla nakrar langar bóltar,
sum teir hava eisini hava góðar spælarar til, og kom sjáldan
í óbalansu. Tað er torført at spæla ímóti, sigur miðvallarin.
KÍ-AB 2-0:
JONN OG BORIS TÓKU
JONN OG BORIS TÓKU
SPENNINGIN
SPENNINGIN ÚR
ÚR
SUMMARFÓTBÓLTINUM
SUMMARFÓTBÓLTINUM