hósdagur 23. juli 2020síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. JULI 2020
SOSIALURIN 58
22
TRÓNDUR ARGE
Í
ár
verða
tríggir
ólavsøkudystir. Mánadagin
27. juli tekur AB móti ÍF á
Argjum. Ólavsøkuaftan,
týsdagin 28. juli, tekur HB móti
aldursforsetanum úr TB. Ólav
søkudag, mikudagin 29. juli,
kemur Víkingur á vitjan hjá B36.
Hartil eru tveir dystir 27. juli.
Stórdystur verður í Runavík, har
NSÍ og KÍ spæla. Á Skála verður
botn-fimm uppgerð millum
Skála og EB/Streym.
NSÍ-KÍ (Beinleiðis á FM1)
Mánadagin klokkan 18.30
DÓMARI: EILER RASMUSSEN
Størsta uppgerðin í 13. umfari
verður við Løkin í Runavík, har
NSÍ tekur móti KÍ. Heimaliðið
hevur útmerkað seg sum ein
lið, ið letur fá mál ígjøgnum.
Tá hevur Petur Knudsen verið
teimum góður í hinum enda
num, men hann er ikki tøkur
vegna skaða. Steffan A. Løkin
hevur traðka til, men tað verður
stór uppgáva hjá honum at
spæla móti KÍ.
Gestirnir hava Deni Pavlovic
og Jákup B. Andreasen við aftur
eftir leikbann, og helst verður
Ole Erik Midtskogen á vøllinum
eisini. Hann sat yvir móti
argjamonnum mikukvøldið.
KÍ vann í Gøtu móti Víkingi,
men annars hevur verið verið
soltið við stigum móti hinum
topp-fimm liðunum. Írokna
vit so at NSÍ hevur eitt sindur
verri við at skjóta mál nú, so
kann hetta enda við einum
málfátækum javnleiki.
SOSIALURIN TIPPAR 1-1
Skála-EB/Streymur
Mánadagin klokkan 19
DÓMARI: BJARKI DANIELSEN
Skálamenn nærkast í hvørjum
dysti at fáa stig, men enn eru teir
ov stuttir. Tað vóru teir eisini
móti NSÍ, sum vann 1-0 miku
kvøldið. Nú ætla teir sær at byrja
at klatra av niðasta plássinum,
har teir liggja við einum stigi.
Skaðalistin minkar í hvørjum og
nú er Andreas Egeberg Jacobsen
eisini klárur aftur.
Gestirnir hava havt summar
feriu síðani 2-0 ósigurin fyri HB
við Margáir. Nýggjur maður í
hópinum er 20 ára gamli Albert
Theis Nielsen. Hann hevur sín
fótbóltsuppruna úr Hvidovre og
mamman er úr Sørvági. Hann
hevur umboðað Føroyar á ung
dómslandsliðnum.
Gongdin bendir á, at Skála
nærkast einum stigi.
SOSIALURIN TIPPAR: 1-1
AB-ÍF (Beinleiðis á FM1)
Mánadagin klokkan 19
DÓMARI: JÓHAN HENDRIK ELLEFSEN
Fyrsti ólavsøkudysturin í ár
verður á Argjum, har AB fær
vitjan av ÍF. Argjamenn eru
framvegis uttan Filip í Liða og
Hans Jákup Anfinnsson, og
tað er óvist um Jákup Pauli
Breckmann verður við. AB vísti
tenn í Klaksvík, har liðið kom
fram á vøllin at leggja trýst á,
men stóð eftir við ongum. Nýggi
belgiski miðvallarin, Hannes
Deboes, kom á vøllin í seinna
hálvleiki. Hann er nýggjur í
hópinum.
Gestirnir hava verið liðið,
sum hevur tikið flest fólk á bóli
í ár. Fuglfirðingar hava 19 stig á
sætta plássi og eru í holt við at
gera upp til tosið um topp-fimm
og botn-fimm. Uros Stojanov
hevur við sínum tíggju málum
verið ein lyklaspælari, sum
argjamenn nú skulu ansa eftir.
Bogi Løkin er møguliga tøkur,
meðan Karl Løkin heilt víst
verður við. Hetta eru dystirnir,
sum ÍF hevur megnað at vinna
til sín fyrimun.
SOSIALURIN TIPPAR: 1-2
HB-TB (Beinleiðis á FM1)
Týsdagin klokkan 18
DÓMARI: DAGFINN FORNÁ
TB er aftur í Gundadali á ólav
søku fyri fyrstu ferð síðani 2012,
tá aldursforsetin tapti 4-1 móti
B36. HB hevur fyrr havt tað
trupult í favoritt-leiklutinum
móti feløgum sunnanfyri. Í
2010 tapti HB móti B71 og í 2015
bleiv tað bara til javnleik móti
FC Suðuroy.
Tá hetta verður skrivað er
grannauppgerðin millum HB
og B36 ikki spæld. Tí er ilt at
meta um HB-liðið og hvørjum
standi teir eru í. HB var oddalið
í summarferiuni og kann ikki
renna undan leiklutinum sum
favorittur.
TB verður uttan Dánjal Godt
fred, sum hevur leikbann. Verju
parturin hjá TB hevur verið
stinnur í ár og tað verður tað
eisini brúk fyri á ólavsøku.
SOSIALURIN TIPPAR: 2-0
B36-Víkingur
Mikudagin klokkan 16
DÓMARI: ALEX TROLEIS
Stóri dysturin á ólavsøku er
ólavsøkudag millum B36 og
Víking. Árstalsfelagið hevur
fingið vind í seglini og ætlar
sær at bjóða av um FM aftur
í ár. Liðið hevur í løtuni fleiri
streingir at spæla upp á og tað
sæst í álopspartinum, har fleiri
spælarar deila málini sína mill
um.
Gestirnir úr Víkingi hava
nøkur góð minni á ólavsøku í
Gundadali. Í 2009 vann Víkingur
steypafinaluna og árið eftir
vunnu teir landskappingardyst
móti júst Víkingi. Tað endurtóku
teir í 2016, tá teir vunnu 2-0, men
seinast liðini møttust á ólavsøku
vann B36. Tað var í fjør, tá B36
vann 2-1. Nú verður so enn ein
kapitul skrivaður í søguni um
Víking og B36 á ólavsøku
SOSIALURIN TIPPAR: 2-1
Upptakt 13 umfar:
Betri deildin menn: Tríggir dystir verða
mánadagin 27. juli, ein dystur verður
ólavsøkuaftan og ólavsøkudag er
aftur fótbóltur í Gundadali. Tað verða
tó øðrvísi umstøður, tí dystir hjá HB
og B36 verða spældir á Tórsvølli
Ikki við: Filip í Liða (ryggurin,
2-4 mánaðir), Hans Jákup
Anfinnsson (brot í fótinum, 1-2
mánaðir)
Ivasamur: Jákup Pauli
Breckmann
Ikki við: Erling Dávidsson
(Knæskaði, 3 vikur)
Ivasamur: Michal Przybylski
(Lærkrikin)
*B36 spælir hókvøldið eftir
prentstart móti HB, tá kann
mangt broytast
Ikki við: Fannhard A. Skoradal
(fótur), Magnus Jarnskor (toygt
liðband), Petur Zachariassen
(knæ), Magnus Heinason
Ikki við: Adrian Justinussen
(brotið fótin 2-4 vikur), Delphin
Tshiembe (lærkrikin, óvist),
Jákup L. Thomsen (knæið,
langtíðarskaddur), Teit Jacobsen
knæið, langtíðarskaddur), Mads
Boe Mikkelsen (fibur, 3 vikur)
Møguliga við: Tróndur Jensen
(krossband), Hørður Askham
(krossband)
*HB spælir hóskvøldið eftir
prentstart móti B36, tá kann
mangt broytast
Ikki við: Milos Budakovic
(krossbandsskaði, óvist), Jens
Joensen (leikbann, 4 gul)
Ivasamur: Bogi Løkin (fibur)
LIÐ TÍÐINDI
B36
HB
AB
EB/STREYMUR
ÍF
FULT UMFAR
FULT UMFAR
Á ÓLAVSØKU
Á ÓLAVSØKU