Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-07-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. juli 2020síða 24

‹ fyrra síða allar 24 síður

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. JULI 2020 SOSIALURIN 58 24 Trý løgtingsfólk svara spurningum um, hvussu tey halda ólavsøku, og hvussu tey fylgja við kappróðri Soleiðis halda tey ólavsøku HERVØR PÁLSDÓTTIR, LØGTINGSKVINNA Hvat dámar tær best við ólavsøkuni? – Føroysku klæðini, góða matin og fólkafundin á Doktaragrund. Hava tit nakrar fastar siðvenjur á ólavssøku? – Mamma ger altíð nátturða ólavsøkuaftan fyri familju og vinum, so nú er tað ein fastur partur av ólavsøkuni, umframt at vit altíð fara á fólkafund á Doktaragrund, sum Unga Tjóðveldið skipar fyri á hvørjum ári.  Hvat heldur tú um kappróðurin á ólavsøku? – Stemningurin til kappróðurin er fantastiskur. Fjepparar, ið rópa fyri sínum felag og róðrarfólk, ið feira endan av kappingarárinum geva ólavsøkuni ein hátíðardám. Kappróðurin í sær sjálvum er kenslan av, at nú er ólavsøkan byrjað.  Hvørjum báti/felagi heldur tú við? – Eg havi einki tilknýti til nakað felag, og tí haldi eg ikki við nøkrum ávísum felag. Um eg kenni onkran, ið rør, so plagi eg at heppa upp á tann bátin, ið viðkomandi rør við. RUTH VANG, LØGTINGSKVINNA Hvat dámar tær best við Ólavsøkuni? – Árini, eg havi sitið í løgtinginum, hevur gudstænastan og tingsetanin ólavsøkudag sett sín serliga dám á ólavsøkuna. Hetta er fyri meg ein hátíðarlig løta. Annars dámar mær alt tað, sum eyðkennir ólavsøkuna, at hitta og práta við fólk, fáa fólk á vitjan og sjálvi at detta inn á gólvið hjá onkrum. Hava tit nakrar fastar siðvenjur á Ólavsøku? – Tað sum liggur heilt fast fyri mítt viðkomandi, er, at eg nái ikki helvtina av tí, eg ætli mær um ólavsøkuna. Á hvørjum ári eru spennandi tiltøk, sýningar v.m. sum eg tíverri ikki nái. Onkuntíð ynski eg mær, at ólavsøkan var eina viku, heldur enn tveir dagar. Annars eru mínar ólavsøkur nokk so ymiskar, veðrið hevur sína ávirkan. Er veðrið gott, eru vit meiri úti sjálvandi. Kappróður, Listasavnið og felagssangurin verða raðfest frammaliga. Harumframt hava vit seinnu árini saman við vinfólki trúliga lurtað eftir og sungið við Njáli og Frelsunarherinum á vaglinum beint undan midnáttarsanginum: Hvat heldur tú um kappróðurin á Ólavsøku? – Kappróðurin er eitt av hæddarpunktunum á ólavsøkuni. Kann ikki ímynda mær ólavsøkuna uttan kappróður. Haraftrat er tað ein frægd í sær sjálvum at síggja flottan róður, eisini um man ikki heldur við ávísum báti. – Hvørjum báti/felagi heldur tú við? – Sum flest onnur havi eg lyndi til at halda við lokalum bátum og feløgum. Eg hevði stóran áhuga í kappróðri í yngru árum. Tá var eittans felag í Havn, Havnar Róðrafelag, so tað var nokkso einfalt. Sílið, Ørvur og Havnarbáturin serliga gjørdu um seg tey árini. Síðani hava børn og svigarbørn róð við ymsum bátum og feløgum, eitt nú við Argja Róðrafelag. Og har hevur bleyta mammuhjarta sjálvandi boygt seg og hildið við teirra báti.  Hvat er títt besta minnið frá kappróðrinum á Ólavsøkuni? – Tað er sjálvandi serliga stuttligt, tá tað hevur gingið bátunum væl, sum børn og svigarbørn hava róð við.  HEÐIN MORTENSEN, LØGTINGSMAÐUR Hvat dámar tær best við Ólavsøkuni? – Tað besta er og hevur altíð verið, at fólk úr øllum landinum savnast á ólavsøku í Havn. Vit savnast, tí vit hava ein verdugan høvuðs­stað, ein mið­ depil, sum hevur nógv at bjóða øllum – bæði havnar­ fólki og gestum. Í dag er ólavsøkan ein fólkaveitsla við breiðari undirtøku kring landið alt. At uppliva setanina á ólavsøku er nakað serligt, og at síggja skrúð­gonguna við merkinum á odda, við nógvum ítróttar­fólki, býráðslimum, ríðfólki og ikki at gloyma Havnar Hornorkestri, ið setur sín serliga dám á løtuna. At síggja stóru fjøldina av føroyingum samlast á Vaglinum, vermir mítt hjarta og tjóðskaparkenslan kemur fram. Sjálvur havi eg havt tann heiður og ta gleði at seta ólavsøkuna ikki minni enn tvær ferðir, í 1978 og 2006. Eisini ólavsøkudag er tað nakað serligt, tá ið tingfólk og prestar ganga úr tinghúsinum oman í dómkirkjuna til gudstænastu. Ikki minst aftaná, tá stóra felagskórið syngur á Tinghúsvøllinum, og tað er ein av størstu løtunum á ólavsøku. Hava tit nakrar fastar siðvenjur á Ólavsøku? – Fyrst og fremst møta vit sum familja upp til høvuðstiltøkini, sum eru nevnd omanfyri. Eitt annað tiltak er sjálvandi ólavsøkukappróðurin, sum altíð er sera spennandi. Aftan á steypahandanina møtast familja, vinfólk og kenningar vanliga heima hjá okkum til nátturða við góðum føroyskum mati, men soleiðis verður ikki í ár, nú vit royna at ansa okkum fyri koronasmittuni. Ólavsøkudag verður vitjað á framsýningum av ymsum slagi og onnur tiltøk, og annars ganga vit oman og niðan í býnum og heilsa upp á fólk og kenningar. Hetta hava vit gjørt í áratíggjur. Midnáttarsangurin plagar at vera hæddarpunktið henda dagin, men eisini her setur korona avmarkingar. Hvat heldur tú um kappróðurin á Ólavsøku? – Eg haldi, at ólavsøkuróðurin er tann mest spennandi róðurin av øllum, og ein siður á ólavsøku er jú sum eitt meistaraheiti í sær sjálvum, um annað ikki hepnaðist so væl ígjøgnum kappróðrarárið. Í Havn eru vit so væl fyri, at vit hava heili trý stór kappróðarfeløg, sum vit eru stolt av og góð við. Kappróðurin man vera “prikkurin” yvir øllum á ólavsøku. Hvørjum felag heldur tú við? – Eg haldi við Havnar Róðarfelag og bátunum við drekastevninum, men um ástendur og argjabátar ella knørrabátar standa til at vinna føroyameistarheiti, so haldi eg eisini við teimum, tí teir eru partur av Havnini – eingin ivi um tað. At eg haldi mest við bátunum hjá Havnar Róðrarfelag, hevur sína orsøk í, at eg sjálvur upp ígjøgnum tíðina havi róð við Sílinum, Ørvi og Havnarbátinum. Eisini var eg formaður í Havnar Róðrarfelag í sjey ár, frá 1973-1979, sum var stórtíðin í felagnum, tá ið vit bygdu neystið í Álakeri. So eg havi nógv og góð minni frá hesi tíðini. Fari altíð á fólkafund Ólavsøka skuldi verið eina viku Stóra fjøldin vermir hjartað