hósdagur 30. juli 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00
til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
31. JULI 2020
Danskt cpr-nummar og bræv til Ursulu
Donald Trump, forseta í USA, nevnir nú
møguleikan at útseta forsetavalið 2020.
Brævatkvøður fara at gera forsetavalið
2020 til tað mest svikafulla í søguni, heldur
Trump, sum heldur, at valið kundi bíðað, til
tað kann gjøgnumførast á tryggan hátt.
Í einum boðum á Twitter vísir hann til
uppáhaldið um, at vandi er fyri sviki við
brævatkvøðum.
– Útset valið til fólk kunnu atkvøða
ordiliga, álítandi og trtygt???, skrivar hann.
Forsetin endurtekur í uppslagnum eitt
uppáhald, hann mangan hevur ført fram
áður, at brævatkvøður føra til valsvik.
– 2020 verður tað mest óneyva og
svikafulla í søguni. Tað verður stór skomm
fytri USA, skrivar Trump.
Koronufarsóttin hevur ført til kjak um,
hvørt tað er nóg trygt hjá veljarum at fara á
val. Tí tosa fleiri statir um at økja
møguleikan fyri brævatkvøðum.
/ritzau/
DONALD TRUMP
Fróðskaparsetrið
styrkir vitanarsam
felagið
Tíðargrein síða 22-23
Familjurnar
fylkjast um
kappróðurin
Ítróttur síða 30-31
Í blaðnum...
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Haldarar, sum ikki
hava fingið Sosialin
Um Sosialurin ikki er borin haldarum
klokkan 20 týskvøld og fríggjakvøld –
sendið teldupost til klaga@sosialurin.fo
Sambandsflokkurin hevur áður
havt ynski um ES limaskap
Sambært ólavsøkurøðu løgmans, so er
ætlanin hjá landsstýrinum at gera
broytingar í ríkisfelagsskapinum – at
dagføra ríkisfelagsskapin – »sum sein
astu hevur árini staðið órørdur. Eingin
menning. Eingin framburður. Men kon
frontasjónir og ósemjur«.
Tað ljóðar í sjálvum sær áhugavert,
at ein sambandsløgmaður tosar um
dagføringar í ríkisfelagsskapinum, men
tað eru valla broytingar, ið hóva Tjóð
veldi, sjálvt um Fólkaflokkurin, sum
skuldi loysa Føroyar úr danska ríkinum
fyri 20 árum síðani hevur buktina og
báðar endarnar í landsstýrinum.
Fyrsta stigið hjá løgmanni við hesi
endurnýgging er, at føroyingar nú
kunnu fáa danskt cpr-nummar.
At gott samstarv er millum eitthvørt
landsstýri og einhvørja danska stjórn er
so sjálvsagt. Og soleiðis er tað næstan
altíð. Tað arbeiðið, sum steðgaði undir
seinastu samgongu við stjórnarskipan
ararbeiðinum verður valla tikið uppaft
ur – og nú Fólkaflokkurin ikki longur er
loysingarflokkur, so verða tað helst
bara stig, sum fara at halda okkum inn
an fyri danska ríkið, sum verða tikin –
um onkur skuldi trúð annað.
Áður hevur Sambandsflokkurin ver
ið íðin at tosa um føroyskan ES-lima
skap. Í ólavsøkurøðuni nevnir løgmaður
eisini Evropasamveldið og »at finna
nýtt stavnhald saman við Evropasam
veldinum«.
Hann nevnir ikki føroyskan ES-lima
skap, sum flokkurin mangan hevur
nevnt áður. Løgmaður sigur seg hava
sent ES-nevndarforkvinnuni, Ursulu
von der Leyen, bræv, har hann hevur
gjørt greitt, at landsstýrið vil skipa sam
starvið millum Føroyar og Evropasam
veldið av nýggjum.
Løgmaður sigur í røðuni soleiðis: »Vit
mugu hava eitt sterkari samstarv við
ES, ið bæði bøtir um okkara handilsvið
urskifti og samstundis loyvir okkum at
víðka samstarvið til onnur øki«.
Áður hevur Sambandsflokkurin ført
fram, at vit eiga at spyrja um føroyskan
ES limaskap, tí um vit ikki spyrja, so fáa
vit ikki treytirnar at kenna.
Tað hevði nú verið áhugavert at
frætt, hvørjar treytir ES hevði sett okk
um fyri føroyskum limaskapi
Tað verður spennandi hesar næstu fjúrtan
dagarnar.
– Tað er nokk so keðiligt, at fólk ikki
hildu tilmælini um hvussu vit skuldu halda
ólavsøku í ár. Tað sigur Michael Boolsen,
fúti, og formaður í farsóttarnevndini í Før
oyum.
Á ólavsøku í ár varð nógv gjørt fyri at
forða fyri, at fólk skuldi savnast í miðbý
num. Tað var nevniliga ringasta ræðu
myndin hjá serfrøðingum í koronu, at fólk í
stórum tali fóru at savnast í miðbýnum og
á skeinkistøðum, tí tað økir munandi um
vandan fyri, at smittan aftur fer at breiða
seg.
Men á ólavsøku løgdu fólk lítið í til
mælini frá myndugleikunum. Tá ið ólav
søkan varð sett, var nógv fólk á Vaglinum,
og ikki minst vóru túsundtals fólk í miðbý
num í nátt at syngja, hóast midnáttarsang
urin annars varð avlýstur. Og tað, sum fór
fram,
hóvar
ikki
formanninum
í
farsóttarnevndini. Tað er rættiliga keðiligt,
at fólk ikki virdu tilmælini, tí tað, sum fór
fram á ólavsøku, økir munandi um vandan
fyri, at korona fer at breiða seg, sigur
Michael Boolsen.
– Hetta var ikki tað, vit vónaðu, men vit
kunnu kortini vóna, at vit verða heppin og
sleppa undan smittuspjaðing. Men tað
verður rættiliga spennandi at fylgja við
hesar næstu fjúrtan dagarnar.
Føroyar hava verið koronufríar í meiri
enn tríggjar mánaðir og tey, sum eru smitt
að, hava øll verið ferðafólk og útlendskir
sjómenn.
Tað merkir, at tekur smittan seg upp aft
ur, er tað mest sannlíkt, at hon kemur utt
anífrá og fútin hevur fleiri mint fólk á, nú
vit eru koronufrí, hevur tað ongantíð havt
so stóran týdning sum nú at vit halda til
mælini um frástøðu og reinføri.
– Tað hevur stóran týdning, at gera sær
greitt, at smittan er til staðar, og tættari vit
standa saman, tess størri er vandin fyri, at
hon fer at breiða seg.
– Men um atburðurin hjá fólki á ólavsøki
fer at fáa nakrar avleiðingar, fáa vit ikki at
vita fyrr enn um nakrar dagar, leggur hann
afturat.
Tilmælini um, hvussu vit skulu vera
okkum at, eru nettupp bara tilmæli, tí tað
stendur til fólk sjálvi at gera av um tey
fylgja teimum, ella ikki. Løgreglan segði
upp undir ólavsøkuna, at tey fóru at átaka
sær tann leiklutin afturat, at komu tey
fram á, at tilmælini ikki vóru hildin, fóru
tey minna fólk á tilmælini, hóast tey ongan
myndugleika hava at spjaða eina
mannamúgvu. Men Michael Boolsen sigur,
at í eini mannamúgvu upp á fleiri túsund
fólk, er tað ein vónleys uppgáva.
Hann ásannar, at hevði løgreglan havt
myndugleika at spjaða eina mannamúgvu,
hevði tað verið lættari. Men hann skal ikki
siga um tað er tann rætta mannagongdin.
– Tað er ein politiskur spurningur, sum
eg onga viðmerking havi til, sigur hann.
Hetta var nokk so keðiligt
Umhugsar
at útseta
forsetavalið