hósdagur 30. juli 2020síða 26
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. JULI 2020
SOSIALURIN 59
26
TRÓNDUR ARGE – TÓRSVØLLUR
T
að
er
trongt
í
Gundadali í hesum
døgum. Niðari vøllur
hevur leingi verið
óbrúkiligur og verið eitt
arbeiðspláss, nú vestaraskýlið
á Tórsvølli verður bygt. Fyrr í
summar bleiv graslíkið á Ovara
vølli tikið av, tí tað skal skiftast.
Samstundis skulu aðrar ábøtur
eisini gerast.
Tí er stutt millum B36 og HB,
tá tey venja í hesum døgum. Tað
er lítil kærleiki millum feløgini í
løtuni, og tað er eisini komið til
sjóndar í summar.
Eitt eru innanhýsis dystirnar,
har HB hevur vunnið 4-2 og 2-0.
Tað, sum tó tykist níva meir, er
at Jens Berthel Askou, nýggi
danski venjarin hjá HB, hevur
avskrivað B36 í FM-stríðnum.
Tað gjørdi hann í sendingini
”Fótbóltspanelið”, sum er á FM1
hvønn fríggjadag. Hann nevndi
KÍ sum størsta avbjóðarin til
FM, rósti NSÍ, men lat illa at
grannunum úr B36, ið hann
ikki vildi viðurkenna sum ein
kappingarneyti til FM. Hann
metti eisini at B36 spældi einfalt.
- Nei, ikki um eg skal verða
erligur og tað haldi eg at mann
skal. Út frá tí, sum eg havi sæð,
so haldi eg ikki at teir eru okkara
størsti kappingarneyti, segði
Jens Berthel Askou um B36.
Spurdur um støðuna í FM-
stríðnum eftir sigurin í gjár, var
venjarin hjá B36 heldur speiskur
í aftursvarinum.
-Vit eru jú avskrivaðir í FM-
stríðnum. Hann sjálvur Janus
Berthel hevur jú avskrivað
okkum, so tað er ein tvídystur
millum HB og KÍ. Koma vit út í
Evropa, so er tað nøktandi. Vit
mugu royna at hanga í og skava
nøkur stig til okkum, segði
Jákup á Borg.
Tað er komið eldur í
grannastríðið í Gundadali aftur,
og helst er seinasta orðið ikki
sagt enn.
Undirhald á Tórsvølli
Seks mál siga frá undirhaldi, og
tað var undirhaldandi. Eisini
tí at verjuparturin ikki var so
sannførandi, og tí málverjarnir
ikki alla tíðina vóru heilt
álítandi.
-Eg eri nøgdur við úrslitið og
sum heild við hugburð og avrik,
men tað var ov lætt, tá ið vit
vóru við til at geva teimum tvey
mál og eisini aðrar støður. Mátin
hjá okkum at spæla er at skora
fleiri mál enn mótstøðuliðið, og
tá ið Víkingur skoraði tvey mál,
so var tað neyðugt hjá okkum
at skora í hvussu so er trý. Vit
skoraðu fýra, og tað kunnu vit
ikki annað enn vera nøgdir við,
sigur B36 venjarin Jákup á Borg.
B36 leyp á frá fyrsta bríksli,
men tað var Víkingur, sum í
fyrra hálvleiki legði seg framum
bæði 1-0 og 2-1.
Víkingur setti hol á í trettanda
minutti. Skjótt álop, eftir at B36
hevði havt innkast frammarlaga
í høgru. Jákup Johansen
og Lukasz Cieslewicz vóru
arkitektar, og Sølvi Vatnhamar
skoraði, tá ið hann spurtaði fram
í høgru og gagnnýtti, tá ið Eli
Falkvard Nielsen kiksaði í roynd
at beina bóltin burtur.
B36 javnaði til 1-1 í 23. minutti.
Atli Gregersen steðgaði framúr
arbeiðssama Sebastian Pingel
óregluliga 23 metrar úr málinum
og eitt vet til høgru hjá B36.
Ynskistøða
hjá
Árna
Frederiksberg
at
skjóta
fríspark, og
hann takkaði
fyri og sendi
bóltin omanfyri
m a n n g a r ð i n
og dygst inn við
stólparótini.
Og
tey
í
B36
leguni høvdu ikki
fingið
armarnar
niður aftur, tá ið
Víkingur svaraði
aftur. B36 misti
á miðjum vølli í
uppspælinum,
og
so
g jørdi
V í k i n g u r
skjótt av. Jákup
Johansen spældi
til vinstru, har
Finnur Justinussen
dygst innanfyri brots
teigarsamankomingina
var kroystur, tá ið hann
royndi ímóti málinum. Støðan
sá ikki vandamikil út, men
bólturin fór millum beinini á
Róa Mørk Hentze í B36 málinum.
Lítla løtu undan steðginum
javnaði B36 til 2-2. Sonni Ragnar
Nattestad snaraði sær eftir langt
innkast úr høgru á og trillaði
bóltin inn til Michal Przybylski,
ið ikki fekk nógva ferð á bóltin,
sum umvegis ein verjuspælara
trillaði framvið málverjan og inn
um strikuna.
B36 greitt omaná
Serliga síðsta stóra hálva tíman
var greiður munur á liðunum.
Tað sást væl, at víkingarnir
høvdu runnið meiri aftan á
mótstøðumonnunum, og tað
sást eisini, at útskiftingarnar
hjá B36 munaðu
meiri, enn tær gjørdu
hjá Víkingi.
Heimaliðið royndi at fáa
meiri ferð undir ketlarnar eftir
steðgin, og so við og við varð
munurin alt meiri eyðsýndur,
tá ið gestirnir duttu alt longri
aftur og kendust vera troyttir
og sinniliga ikki so savnaðir um
avbjóðngina, sum teir høvdu
verið.
B36 legði seg fyri fyrstu ferð
framum, tá ið stórt korter var
farið av seinna hálvleiki. Málið
kom mest sum burtur úr ongum,
tá ið Árni Frederiksberg úr høgru
legði flatt fram í brotsteigin,
har rangstøðufellan kiksaði, og
Meinhard E. Olsen var merkiliga
leysur og
takkaði fyri.
4-2 málið tók spenningin
úr undirhaldandi uppgerðini.
Sebastian Pingel sneiddi
úr høgru og framvið fleiri
passivum mótstøðumonnum,
og tá ið hann var komin inn
móti málteiginum smekkaði
hann bóltin dygst inn við nærra
stólpa og upp í nettakið.
Víkingur hevur 20 stig, og nú
snýr tað seg meiri um at spæla
nýtt lið saman enn at hugsa um
Europa.
TRONDUR@SOSIALURIN.FO
Venjarin hjá B36 svarar aftur upp á ákoyringar úr HB-leguni.
Við ferðmiklum og álopskendum fótbólti vann B36 4-2 á
Víkingi ólavsøkudag. – Vit eru avskrivaðir í FM-stríðnum, so
nú mugu vit bara royna at hanga í, sigur Jákup á Borg
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
ANDREAS THOMSEN HEVÐI STÓRA UPPGÁVU
Ungi Andreas Thomsen fekk møguleikan á vinstra bakki, tí
Alex Mellemgaard var sjúkur. Eg havi fylgt Andreasi í nógv
ár. Seinastu mánaðirnar hevur hann tikið stór stig fram,
so eg visti at hann var klárur til hetta. Sølvi er ein klassa
spælari. Tað verða sjálvandi onkrar støður, har hann fær væl
buturúr, men hattain av fyri Andreasi, sigur Jákup á Borg.
B36-Víkingur 4-2:
JÁKUP Á BORG:
JÁKUP Á BORG: VIT
VIT
SPÆLA ÁLOPSFÓTBÓLT
SPÆLA ÁLOPSFÓTBÓLT