hósdagur 6. august 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00
til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
7. AUGUST 2020
Meina ikki tað sama tá tey hava valdið
– Kombinatiónin
av at politikkarar
okkara ikki ynsktu
eitt turistfrítt ár
2020 (tvs. sóttar
hald 14 dagar fyri
øll ferðandi til
Føroyar) og tað, at
man hevur loyvt
"Super Spreader Events" (náttarlív,
konsertir, festivalar, ítróttaráskóðarar og m.
a. ólavsøkan) eru sannlíkar orsøkir til, at vit
nu hava eina aðru bylgju COVID-19 í
Føroyum.
Hetta skrivaði hann á sínum facebook
vanga í mikudagin, tá 14 nýggir tilburðir
vórðu staðfestir.
– 14 nýggir COVID-19 tilburðir í Føroyum
upp á ein dag svarar til 1.400 nýggjar til
burðir í Danmark, skrivar Shahin Gaini,
sum til síðst hevur eitt boð upp á eina loysn:
– Sóttarhald í 14 dagar alt árið hevði gjørt,
at Føroyar sannlíkt vóru COVID-19 fríar,
inntil vit høvdu eina møguliga vaksinu ulti
mo 2020 ella í 2021.
GAINI ER IKKI OVFARIN
Var í illveðrinum
tá 38 menn gingu
burtur
Siðsøga síða 18-19
Altjóða gransking
við føroyskum
kjølfesti
Hans Andrias Sølvará
Tiðargrein síða 16-17
Í blaðnum...
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Haldarar, sum ikki
hava fingið Sosialin
Um Sosialurin ikki er borin haldarum
klokkan 20 fríggjakvøld – sendið teldu
post til klaga@sosialurin.fo
Tað er so nógv lættari at hava
bjartar ætlanir, tá tú situr í and
støðu. Tað er tí, at lyftisbrot eru so
eyðkend í politikki
Púra greiða lyftið hjá Jørgen Niclasen
og samgonguni um, at tað skal vera
ókeypis at koyra ígjøgnum teir báðar
verandi undirsjóvartunlarnar tykist
ikki at verða kámað nakað.
Framsøgumaður Fólkafloksins segði
í framsøgu røðu síni, tá løgmansrøðan
var til viðgerðar, at tey bæði tunnilsfel
øgini eiga at verða løgd í eitt felag, at tað
framvegis skal kosta at koyra ígjøgnum
tunlarnar, sum eisini skulu verða við til
at gjalda fyri Suðuroyartunnilin, tá
hann einaferð kemur á skrá.
Nógv politiskt orðaskifti hevur verið
um, hvørt ætlanin var, at Vágatunnlin
og Norðoyatunnilin skulu handast tí al
menna, tá lánini vórðu afturgoldin, ella
um tað skuldi vera, tá partapeningurin
hjá landinum eisini er afturgoldin.
Hann var slakar 400 milliónir krónur.
Kaj Leo Holm Johannesen segði í
einum svari sum løgmaður á sinni, at
rætta tulkingin var, at tunlarnir skulu
handast tí almenna, tá partapeningurin
eisini var afturgoldin.
Kortini tvíhalda summir politikarar
um, at hetta er ikki rætt, at tað er ein
politisk avtala, at tað skuldi havt verið
frítt at koyrt, tá lánini vórðu afturgoldin.
Men sum so ofta, so er bara talan um
snakk. Tá somu menn koma til ábyrgd,
so eru sjónarmiðini og klokkurkláru av
talurnar ikki so greiðar kortini. Tí tað er
altíð okkurt annað, sum pengar heldur
skulu brúkast til.
Lítið bendir á, at hendan samgongan
hevur aðra hugsan enn aðrar samgong
ur í so máta, og tí mugu vágafólk og
norðoyingar helst venja seg við tankan
um, at tey altíð fara at gjalda fyri at
koyra gjøgnum tunlarnar.
Og tað sjálvt um formaður Fólka
floksins hevur givið teimum eitt lyfti,
sum sigur nakað annað.
Fyri hálvum fjórða ári síðani legði
Bárður Nielsen fram á ting uppskot um,
at Vágatunnilin skuldi handast landi
num tann 1. mai í 2017 – og frá tí degi
skuldi verið ókeypis at koyra.
Hetta man tó vera nakað sum við
uppskotinum hjá Tjóðveldinum at yvir
taka løgregluna. Tað er nógv lættari at
koma við slíkum, tá tú situr í andstøðu.
Verri er at meina tað sama, tá tú situr
við valdinum og ávirkanini.
Tað vórðu seldir fleiri nýggir bilar í
juli í ár í mun til juli í fjør
Hóast koronukreppan hevur gjørt álv
arsliga vart við seg hjá bilasølunum, har
sølan av nýggjum bilum higartil í ár er
lækkað við 15,5 prosentum, so er tó fram
gongd í bilasølunu annan mánaðin á rað.
Tað vísa hagtøl frá Akstovuni.
Higartil í ár eru seld 1685 nýggj akfør í
mun til 1993 sama tíðarkeið í fjør. Men taka
vit bara julimánað í ár og bera saman við
julimánað í fjør, so eru seld 17 akfør fleiri í
julimánaði í ár: 266 í mun til 249 í fjør.
Tað er sølan av persónbilum, sum fyllir
mest í hagtølunum. Har er afturgongdin
higartil í ár 23 prosent. Seldir eru tilsamans
1123 persónbilar í ár í mun til 1462 sama tíð
arskeið í fjør.
Men aftur her síggja tølini fyri julimán
að betri út. Seldir vórðu 189 persónbilar í
juli í ár í mun til 164 í fjør. Ein vøkstur upp á
25 persónbilar.
Hetta er annar mánaðin á rað, at sølan
av persónbilum er hægri í ár enn í fjør. Í
juni í ár vórðu seldir 218 persónbilar í mun
til 203 í fjør, ein munur upp á 15. Samlaða
sølan av akførum var eisini hægri í juni í ár
enn í juni í fjør, 343 akfør í ár í mun til 289 í
juni í fjør.
Seldu fleiri bilar í juli í ár
Tí herjar korona
aftur í Føroyum
25 fleiri nýggi bilar vórðu seldir í Føroyum í juli mánaði í ár samanborið við juli mánað í fjør.
Í ár vórðu seldir 189 nýggi bilar í julimánaði í mun til 164 í julimánaði í fjør
MYND ÁLVUR HARALDSEN