hósdagur 6. august 2020síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. AUGUST 2020
SOSIALURIN 60
25
TØKK
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu tá okkara
elskaði maður, pápi, verpápi og abbi
Árni Ziska
* 10.09.1943 - † 18.12.2019
andaðist og varð jarðaður
Hjartans tøkk til Jógvan Fríðriksson bisp.
Takk til Símun prest, takk til kirkjutænarar
og sangarar. Takk til tykkum sum stóðu fyri
ervinum, og tykkum sum bakaðu.
Hjartans tøkk til tykkum sum fylgdu Árna.
Vegna familjuna
Ingerð,
Bogi við familju og
Heri við familju
TØKK
Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu
samkenslu tá okkara kæra svigarinna, mostur
og fastur
Simona Vang Niclasen
vanliga nevnd Mona
f. 22.01.25 - d.15.05.20
andaðist og varð jarðað.
Stóra tøkk til starvsfólkini á Strandarlon á
Boðanesheiminum fyri, at tit vóru so væl um
hana.
Tøkk fyri vøkru móttøkuna, tá hon kom út í
Hest
Tøkk til Berg prest fyri góð orð í kirkjuni, og
tøkk til Gravarhjálp.
Tøkk til tykkum, sum hjálptu til við
jarðarferðini
Tøkk fyri blómur og minnisgávur til
Strandarlon
Tøkk tit øll, sum fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað
Lona, Hermanda, Jacob Pauli, Sunniva,
Sunnvør,
Kristina, Óli Jákup, Louisa, Hans Jákup,
Kári og Jórun
TAKKARHEILSAN
Frá Elisabeth Olsen
Ein hjartans tøkk verður send øllum tykkum,
ið á ymiskan hátt gleddu meg á 100 ára
føðingardegi mínum tann 22. juli 2020.
Tit vóru mong, ið vóru við til at gera
dagin heilt serligan og minnisríkan:
Takk til øll, ið stukku inn á gólvið og heilsaðu
uppá meg á Sandáarbreyt, og ein serlig
heilsan til tykkum, ið ríkaðu dagin við røðum,
sangframførslum og føroyskum dansi.
Takk fyri brøv, blómur, sjokulátu og allar aðrar
gávur – bæði frá nær og fjar.
Eisini vil eg takka øllum, ið hjálptu til við
føðingardegnum.
Gud signi tykkum øll.
Kærar heilsanir
Elisabeth
Tøkk
Eg vil hjartaliga takka øllum sum gjørdu mær 90
ára dagin so minniligan.
Til Arnfinn Thomassen fyri vøkur orð á
Suðuroyarportalinum,
Til tykkum á Suðuroyar Sjúkrahúsi fyri
føðingardagssang,
Til Páll við familju, sum syrgdu fyri góðum
døgurða,
Til øll tykkum sum ringdu, sendu kort, blómur,
gávur og sum vitjaðu.
Og til øll tykkum sum sendu mær heilsan á
Facebook.
Hjartaliga takk øll somul.
Heilsan Torleif Augustinussen
TØKK
Jansy Jørgensen - Fuglafjørður
Fødd 11. 12 – 1951 - Deyð 26. 12 2019
26. 12 2019, annan jóladag, sløknaði
okkara elskaða kona, mamma, omma og
systir, Jansy Jørgensen úr Fuglafirði á
Landssjúkrahúsinum. 68 ára gomul.
Vit vilja rætta eina stóra og hjartaliga tøkk til
portørar, sjúkrasystrar og læknar fyri tykara
arbeiði, at hjálpa henni teir seinastu tímarnar
hon var her hjá okkum.
Eisini ein stór tøkk til Sverra Steinhólm,
prest, fyri orðini við sjúkraleguna.
Somuleiðis eina hjartans tøkk til Ann
Hermansdóttir, prest, fyri orðini á
Kapellinum.
Eisini eina hjartaliga stóra tøkk til John
Petersen, dekn, fyri orðini í kirkjuni.
Ein hjartans tøkk til Marjun Lómaklett, prest,
fyri vøkru orðini í kirkjuni.
Eisini stór tøkk til urguleikarar, sangarar,
kirkjutænarar og ikki minst tykkum, sum
hjálptu til við ervinum.
At enda vilja vit takka øllum tykkum nógvu,
sum fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Við ynskjum um eitt valsignað 2020.
Guð signi tykkum øll.
Familjunar vegna
Jákup, Eileen, Kenneth og Anna Elisa
fyrst og fremst
www.in.fo