hósdagur 13. august 2020síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00
til 20.00 ella senda teldupost til klaga@sosialurin.fo og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
14. AUGUST 2020
Ráðharrin sum ikki dugir at tiga
Spreingingin í Beirut týsdagin 4. august hevði
ræðuligar avleiðingar fyri býin og fyri landið.
Higartil hava yvir 200 menniskju latið lív, fleiri
túsund eru komin til skaða, og fleiri hundrað
túsund eru vorðin heimleys, nú stórir partar av
býnum eru lagdir í oyði. Fólk leita framvegis eftir
burturblivnum næstringum í toftunum.
Saman við teimum 500 túsund krónunum frá
Føroya landsstýri, hevur Reyði Krossur gjørt av
at senda 200 túsund krónur til Libanon, fyri at
stuðla í stóru neyðini, ið rakar landið í kjalar
vørrinum av hesi syrgiligu vanlukku. Fyri
framman er nú eitt stórt arbeiði at hjálpa øllum
teimum nógvu, sum hava mist hús og heim, við
at fáa tak yvir høvdið, við at fáa dagligt breyð og
við at koma heilskapað ígjøgnum hesa tíðina, við
bæði likami og sál.
Spreingingin rakar meint í einum landi, sum
frammanundan var hart rakt av fíggjarligari
kreppu og øktum fátækradømi. Libanon hýsir
tilsamans 1,5 milliónum flóttafólkum, og
COVID-19 smittan hevur eisini verið álvarslig.
Reyði Krossur í Libanon arbeiðir hart fyri at
útvega teimum nógvu heimleysu fyribils inn
ivist, neyðuga útgerð til persónligt reinføri,
maskur og heilt grundleggjandi neyðhjálp, sum
mat og vatn.
Øll hjálp er kærkomin, og tað ber til at stuðla
arbeiðinum við at flyta eina upphædd inni á
heimasíðuni hjá Reyða Krossi Føroya, redcross.
fo.
Reyði Krossur syrgir við fólkinum í Beirut, og
vit ynskja okkara starvsfeløgum í Reyða Krossi í
Libanon, og øllum teimum, sum eru rakt av van
lukkuni, alt tað besta.
REYÐI KROSSUR
Fingu fisk sum
bønarsvar
Siðsøga síða 30-31
Soleiðis fáa vit Før
oyar koronafríar
upp á 14 dagar
Tíðindi síða 10
Í blaðnum...
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
ábyrgdarblaðstjóri
Fjáltur er á fólki á Christiansborg,
tí Jenis av Rana er alt ov opinskár
aður um samráðingar um loynilig
viðurskifti
Sambært danska blaðnum Politikken,
so hevur Jenis av Rana lopið hvøkk á
fólk í donsku stjórnini, tí at hann ikki
dugir at tiga um viðurskifti, sum ikki
skulu út til almenningin.
Tíðindini um, at Danmark ger eftir
ynski úr USA og fer at seta upp radara
í Føroyum skuldu út til almenningin
eftir eini skipaðar og væl tilrættislagd
ari tilgongd. Í einum tweeti 5. august
um samrøðuna við Jenis av Rana
nevndi Trine Bramsen, forsætisráðfrú
tí ikki málið við einum orði.
Danska blaðið vil vera við, at ætlan
in var, at samráðingarpartanir í minsta
lagi skuldi nikka ja til avgerðina, áðr
enn miðlarnir skuldu kunnast um tað
fyrsta – sera varna – danska stigið til
størri hernaðarligt virksemi í Norður
atlantshavi og Arktis.
Men soleiðis skuldi ikki vera. Tí tá
útvarpið ringdi til landsstýrismannin,
greiddi hann teimum frá øllum tí
"loyniliga", sum hann hevði tosað við
donsku verjumálaráðfrúnna um.
Og hetta er ikki fyrstu ferð, at Jenis
av Rana tosar ov nógv. Tá ein maður
hevur verið í politikki í næstan ein
mansaldur – hann hevur sitið á tingið
síðani 7. juli í 1994 – so kundu vit hildið,
at hetta ikki varð gjørt í ókunnleika.
Hinvegin so er talan um ein loysingar
mann í einum sambandslandsstýri,
har løgmaður fleiri ferðir hevur víst á,
at landsstýrið fer at gera nógv fyri at
bøta um og nútímansgera ríkisfelags
skapin. Annað mál, har landsstýris
maðurin hevur verið ov opinskáraður
er fundurin við Carlu Sands, ameri
konsku sendifrúnna í Danmark. Har
tosaði hann um viðurskifti, sum sendi
kvinnan als ikki vildi kennast við.
Og so ikki at tala um málið um send
istovuna í Jerusalem. Her hevur lands
stýrismaðurin tosað ímóti betri vitan.
Hann hevur látið sum um, at hann
veruliga ætlaði at seta á stovn sendi
stovu í Jerusalem. Her var ikki talan
um fávitsku, men um beinleiðis
manipulation – tí Jerusalem var
ongantíð ætlanin.
So er spurningurin, um hetta hevur
volt løgmanni trupulleikar. Tí hetta
styrkir ikki um ríkisfelagsskapin, sum
ger løgmann so heitan um hjartað.
Ein áheitan á løgtingsformannin
Jón Slættanes,
havnarborgari
Nú ólavsøkan er farin framvið, kom mær
í huga ólavsøkuprædikuna, sum Mið
vágsprestur helt, hendan frálíka hug
vekjandi og vísiliga tala.
Í kirkjuni sat millum onnur eisini ting
formaðurin rættiliga frammalaga. Vónandi
lurtaði hesin eftir prædikuni, tí eftir míni
meining er hesin tann minst tignarligi
tingformaður, sum vit hava havt í míni tíð.
Honum dámar væl at koma við rættleið
ingum um alt og øll. Men, at passa tað tign
arliga arbeiði, hann hevur í tinginum, dugir
hann ikki.
Eg vil upplýsa fyri tingformanninum, at
eg sum havnarborgari frábiði mær niðrandi
orðalag um okkum, sum eru úr Havn. Eg
eri føddur og uppvaksin í Havn og fekk
mína fyrstu skattskyldugu inntøku sum 13
ára gamal og havi verið ein trúfastur sam
felagsborgari tað eg veit.
Um eg kundi svarað hesum fávitskutu
tingfólkum aftur, var ok, men tað kann eg
ikki.
Tað verður sagt, at Trump sundurskilur
fólkið í USA, men slíkt sum verður sagt á
tingsins røðarapalli, samlar ikki fólkið her í
Føroyum.
Nú ljóðar ein kanska eitt sindur smásár
ur, men tað haldi eg ikki. Tað, sum verður
skrivað á kloakmiðlar sum facebook og
líknandi, rørir ikki við, tí tað eru fávitskutir
persónar, sum oysa gor og gall úr sær.
Harra tingformaður! Halt uppat við hes
um og royn og samla fólkið heldur enn at
spjaða tað við haturstalu, sum ikki sømir
seg fyri tingfólk og landsstýrisfólk av ting
sins røðarapalli
Savna heldur fólkið enn at
spjaða tað við haturstalu
Senda 700.000
kr í neyðhjálp
til Libanon
Okkara uttanríksiráðharri, Jenis av Rana,
amerikanski uttanríkisráðharrin, Mike Pompeo
og hin uttanríkisráðharri okkara, Jeppe Kofod