hósdagur 13. august 2020síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020
SOSIALURIN 61
34
JÓANNES HANSEN/TRÓNDUR ARGE
T
að hevur verið um
skiftiligt við lands
kappingini í føroysk
um fótbólti í ár. Fyrsta
kom koronasteðgurin, síðani
bleiv spælt uttan áskoðarar
og seinastu umførini hevur
tað verið forskotið við hvussu
nógvar dystir liðini hava spælt.
Til 16. umfar eru aftur fleiri
broytingar. Ein persónur í
leiðarahópinum hjá B36 hevur
finigð staðfest koronu og tí bleiv
dysturin móti Skála útsettur.
Hartil eru dystirnir spældir týs
kvøldið, mikukvøldið og sunnu
dagin verður dysturin millum
TB og EB/Streym.
Vit byrja við rokaliga dysti
num í Runavík, har menn blivu
útvístir og Klæmint A. Olsen er
farin at skjóta í skeiva málið.
Grannauppgerð
endaði í roki
Tað var øgiligur dramatikkur
fram ímóti dystarenda, tá Vík
ingur vann 2-1 á NSÍ við Løkin
í Runavík. NSÍ stríddist fyri
at svara aftur og javna, tá ið
innskifti vongverjin í høgru,
Bárður J. Hansen, var í horna
tøkum við Gert Hansen á beinki
num hjá Víkingi, eftir at bólturin
var farin út til innkast.
Tað endaði við, at dómarin
Rúni Gaardbo vísti Bárði og Gert
av vøllinum.
Lítla løtu seinni fór NSÍ mið
vallarin Jesper Flinck Christjan
sen um koll, og so bríkslaði
dómarin fyri brotssparki til NSÍ.
Innskifti Petur Knudsen tók á
seg at avgreiða úr 11 metrum,
og málverjin hjá Víkingi, Elias
Fagrá, tveitti seg til høgru
fyri seg sjálvan og bjargaði
meistarliga. Hann bjargaði eisini
brotssparki frá saman Peturi
Knudsen, tá Víkingur vann á
NSÍ í Sarpugerði fyrr í ár.
Harvið var støðan framvegis
2-1 til Víking, og soleiðis var
støðan, tá ið dómarin bríkslaði
fyri síðstu ferð.
Miðskeðis í fyrra hálvleiki
legði Víkingur seg á odda. Sølvi
Vatnhamar legði innfyri úr
vinstru, og NSÍ liðformaðurin og
toppskjúttin Klæmint A. Olsen
var óheppin at stýra bóltin í sítt
egna mál.
Í Fuglafirði skoraði danski
miðvallarin Jesper Flinck
Christjansen sigursmálið í 1-0
NSÍ sigrinum. Tað gjørdi hann
við høvdinum eftir hornaspark.
Støðan var nett tann sama, og
málskjúttin var tann sami, tá
ið NSÍ javnaði til 1-1. Hetta var
tríggjar minuttir eftir steðgin,
og NSÍ tevjaði næstu løtuna av
álvara møguleikan at leggja seg
á odda.
Soleiðis tørnaði tað ikki út.
Tá ið Víkingur fyri knøppum
trimum mánaðum síðani vann
1-0 á heimavølli ímóti NSÍ, var
tað vongverjin í høgru hjá Vík
ingi, Ari Olsen, sum skoraði
sigursmálið við rimmar skoti av
brotsteigarmarkinum, og aftur
hesa ferð var tað Sølvi Vatn
hamar, sum átti uppleggið. Hann
avgjørdi eisini fyrru uppgerðina
millum liðini.
Tapið ber við sær, at NSÍ
framvegis hevur 35 stig. Tað
eru 11 stig fram til HB og seks
stig fram til KÍ. FM møguleikin
er burtur, og B36 hevur í útsetta
dystinum ímóti Skála møguleika
at økja um frástøðuna til NSÍ til
fimm stig. 2-1 sigurin ber við sær,
at Víkingur nú hevur 26 stig og
er seks stig og betri málmun
frammanfyri ÍF.
KÍ vann knúsandi sigur á ÍF
12. juli legði KÍ rygg til 6-2 tapi
á útivølli ímóti B36. Tað var
trivaligt tap, og spurnartekin
varð sett við, hvussu væl
meistaraliðið nú var fyri.
Mikukvøldið í næstu viku
skal KÍ royna seg í europeisku
meistarakappingini. Týskvøldið
var aðalroyndin undan europe
isku luttøkuni í Klaksvík.
KÍ hevði vitjan av ÍF.
Hálvleiksstøðan var 4-0,
og í seinna hálvleiki var
tað ikki fyrr enn fram
ímóti dystarenda, at
heimaliðið skoraði
tvey mál.
-Vit tóku fótin ov
nógv av spidaranum
eftir steðgin, men
eg eri sera fegin og
síggi hetta sum góðan
enda á fínum tíðar
skeiði, sigur KÍ venjarin
Mikkjal K. Thomassen.
Merkisvert er tað, at
KÍ nú í fimm dystum
hevur vunnið við 23-
0, og at tað aftur
týskvøldið vóru
seks ymiskir
s p æ l a r a r ,
sum skoraðu.
At Jóannes
B j a r t a l í ð
skoraði ber
við sær, at
hann nú er
toppskjútti í
deildini við 12
málum.
KÍ
venjarin
fegnast um, at tað
vóru so nógvir lokalir
spælarar á liðnum. Tað
vóru seks klaksvíkingar millum
teir fyrstu ellivu, og tveir aftrat
vórðu skiftir inn í seinna
hálvleiki.
-Málið er, at vit skulu vera
topplið, og vit gera tað, sum
skal til. Hugaligt er tað, at ungu
spælararnir hjá okkum eru á
ymiskum landsliðum, og at teir
vinna seg alt meiri inn á liðið hjá
okkum, sigur KÍ venjarin.
Annar av ÍF venjarunum,
Ólavur Larsen, ásannar, at hetta
var ikki nóg gott.
-Tað sást kanska ikki á vølli
num, men vit høvdu fyrireikað
okkum heilt væl. Hetta var
bara aðru ferð í ár, at vit vórðu
smildraðir sundur. Fyrra ferðin
var í Runavík, tá ið vit taptu
5-0. Vit hava sæð KÍ vinna stórt
ímóti Skála og EB/Streymi, og
vit ætlaðu ikki, at tað skuldi
enda, sum tað gjørdi, men hetta
var munurin á liðunum, sigur
Ólavur Larsen, sum valdi at lata
Uros Stojanov sita á bonkinum.
Undan dystinum var hann
toppskjútti í føroysku fótbólti
saman við Jóannesi Bjartalíðæ
-Tað var tilvitað, tí vit vistu,
at tað fór ikki at eydnast okkum
at vinna bóltin so ofta fram í
brotsteigin hjá teimum. Vit fara
ikki at grava okkum niður. Tað
gjørdu vit ikki í kvøld, og tað
fara vit ikki at gera. Vit reistu
okkum eftir avsmurningin í
Runavík, og tað fara vit at gera
aftur nú, sigur ÍF venjarin.
KÍ var nógv betri
KÍ hevði eina rúgvu av mál
møguleikum, og tað hevði einki
forgjørt verið í tí, um tað endaði
við kanska tíggju málum.
Tá ið eitt korter var farið,
fekk heimaliðið hol á. Jóannes
Bjartalíð legði innfyri av síðu
linjuni í høgru, og mitt fyri og
fimm metrar úr málinum heil
fluktaði Patrik Johannesen
bóltin umvegis hondina á mál
verjanum og tvørtræið í málið.
Tveir minuttir seinni var 2-0.
Patrik Johannesen legði við
horna úr vinstru innfyri, og við
handara stólpa var tað Odmar
Færø, sum stútaði bóltin dygst
inn við stólpanum.
Jóannes Bjartalíð økti til 3-0
og setti seg á ovasta máltindin,
tá ið hann ein metur úr málinum
og við nærra stólpa stýrdi bóltin
í málið, eftir at Jóannes K.
Danielsen í høgru sera snildisliga
snaraði vongverjan í vinstru hjá
ÍF, Gundur E. Petersen, av sær og
sendi flatt innfyri.
Og í 35. minutti økti Páll
A. Klettskarð til 4-0. Ólavur
Niclasen legði innfyri úr vinstru,
og eftir aftur og fram og ikki
sannførandi verjuspæl hjá ÍF,
var Páll á bóltinum og skoraði
fyri 125. ferð.
Tíggju minuttir undan
steðginum skifti ÍF út, og fleiri
rokeringar vórðu gjørdar. Hetta
mundi boða frá, at byrjunarupp
stillingin ikki var tann rætta,
og tað hava venjararnir og ikki
spælararnir ábyrgdina av. Men
tað var fyrst og fremst KÍ, sum
var væl fyri.
ÍF átti fyrsta lítla málmøguleik
an tíggju minuttir eftir steðgin, tá
ið Dánjal á Lakjuni legði innfyri
úr vinstru, og Gundur E. Petersen
við høvdinum royndi ímóti
málinum, har Kristian Joensen
bjargaði lættliga.
Átta minuttir undan leikloki
endaði tað við ÍF sjálvmáli, eftir
at Jákup Nolsøe Olsen hevði
hálvbjargað, tá ið Jonn Johanne
sen royndi seg úr stuttari fjar
støðu.
Smáar fimm minuttir undan
leikloki skoraði Ole Erik Midt
skogen til 6-0. Hann var púra
blankur, eftir at Patrik Johanne
sen var sentralur í uppspæli
num.
Samanum 16.umfar:
Betri deildin menn 16. umfar: Tað endaði
við rættiligum rokið, tá Víkingur vann við
Løkin í Runavík. Bæði Bárður J. Hansen
hjá NSÍ, og hjálparvenjarin hjá Víkingi,
Gert Å. Hansen blivu útvístir. Í Klaksvík
vann KÍ knúsandi 6-0 sigur á ÍF, sum
valdi at hava toppskjúttan á bonkinum
ROK Í RUNAVÍK
ROK Í RUNAVÍK – –
STÓRSIGUR Í KLAKSVÍK
STÓRSIGUR Í KLAKSVÍK