Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-13, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 2020síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. AUGUST 2020 SOSIALURIN 61 36 TRÓNDUR ARGE – TÓRSVØLLUR K lokkan vísir 89.55, tá argjamenn skulu geva bóltin upp fyri 12. ferð. 11 ferðir eftir at HB hevur skorað, men bólturin er ikki meir enn settur í spæl, tá dómarin tekur í floytuna og bríkslar dystin av. Tað hann er liðugur at bríksla vísur klokkan 90 minuttir og 11-0 til HB. Hvørgan parturin er áhugaður at píningin av argjamonnum held­ur fram. 11-0 er størsti sigurin hjá HB í 49 ár, og hetta er nógv tað størsta tapið hjá AB, eftir at felagið kom í bestu deildina á fyrsta sinni í 2007. Undan hesum dystinum var størsti ósigurin fyri NSÍ, sum í 2014 vann 7-0 á AB. HB hevur fleiri ferðir vunnið greiðar sigrar á AB. 5-0 í 2018 og fyrr í ár, og 4-0 í 2007 og 2009, men ongantíð hava ósigarnir verið so stórir sum mikukvøldið á Tórsvølli. 11-0 er størsti HB sigur síðani 1971, tá ið ÍF, sum var nýtt lið í bestu deildini, legði rygg til 14-1 tap á einasta vøllinum, sum tá var í Gundadali. Vit skulu heilt aftur til 2001, fyri at finna eitt lið, sum hevur skorað tveysiffrað mál í einum dysti. Tá vann B36 heili 15-0 á FS Vágum. Síðani eigur NSÍ størstu sigarnar. Teir vunnu í seinasta umfari í 2010 9-1 móti B71, og árið eftir 9-0 á 07 Vestur. Hesin dysturin kemur óiva at seta gongd aftur á kjak­ið um kappingarleistin og lands­kapp­ ingarleistin í før­oyskum fót­ bólti. Ongin fær nakað burturúr at vinna 11-0, ongin fær nakað burturúr at tapa 11-0 og ongin tímur at hyggja eftir einum dysti, ið endar 11-0. Korona ávirkar dystin Grannauppgerðin millum stóra­ beiggja og lítlabeiggja er merkt av koronasmittuni. Tað eru 144 smittað og yvir túsund í sóttar­ haldi. Millum teirra eru Heri H. Mohr hjá HB, Rógvi Poulsen og Jónas Stenberg hjá AB, og annar av venjarunum hjá argja­ monnum, Símun Samuel­sen. Hartil sita Adeshina Lawal og Jasper van der Heyden uttanfyri við sjúku og skaða, og tað merkist frá byrjan hjá AB. Hjá HB situr Pætur Petersen á áskoðaraplássunum saman við Mikkel Frankoch, ið ikki hevur spælt seinastu tveir dystirnar. Hinvegin eru Delphin Tshiembe, Adrian Justinussen og Tróndur Jensen á bonkinum fyri fyrstu ferð eftir skaðar. Heimasíðan hjá HB hevur rokna seg til, at tað eru 332 dagar síðani Tróndur Jensen bleiv skaddur, til hann kom á vøllin mikukvøldið. Daniel serverar til hinar Longu aftaná fimm minuttir er galið. Vinstri bakkurin hjá HB, Daniel Johansen, leggur flatt innfyri úr vinstru, men innleggð er inn gott. Argjemenn hava tvær ferðir møguleikan at rudda vekk, men raka ikki bóltin og so kann Mikkel Dahl lættliga leggja HB á odda. Hetta er byrjanin til eitt mynst­ir, sum gongur aftur í fimm av teimum ellivu málunum hjá HB. Daniel Johansen leggur inn­fyri og tað næsta, sum hendir er at bóltin endar í málinum. Sam­bært bolt.fo hevur Daniel Johan­sen nú lagt upp til 13 mál, sum tað mesta í føroyskum fót­ bólti í ár. Faroesoccer.com og Dystir.fo, hava Daniel Johansen á 11 uppleggum, so tað er eitt sindur ymiskt hvussu tað verður talt. Millum annað átti Daniel Johansen innleggið, tá argja­ menn gjørdu sjálvmál. Her telur bolt.fo innleggið sum upplegg, meðan hinir ikki gera tað. HB hevur í Mikkel Dahl fingið ein málfarligan áleypara. Hann skoraði hattrik og hevur nú skorað sjey mál í fimm dystum. Eisini Dan í Soylu er komin í gongd við málskjótingina. Hann skoraði bæði málini, tá HB vann 2-0 á NSÍ fyrst í august. Hann fekk eisini sítt hattrik, har triðja málið var seinasta sparkið í dystinum. Tríggjar týdningarmiklar innskiftingar Fyri HB kom tað væl við, at Delphin Tshiembe, Adrian Justinus­sen og Tróndur Jensen allir komu á vøllin. Delphin Tshiembe hevur ikki spælt síðani 4-2 sigurin á B36 í 5. umfar, men miðverjin hevur góðar royndir í bretskum fótbólti, nú HB skal spæla móti Glentoran úr Norðurírlandi hóskvøldið. Adrian Justinussen breyt eitt bein í fótinum í 4. umfari, tá HB vann 3-0 á Víkingi. Hann hevur síðani verið skurðviðgjørdur og kom mikukvøldið á vøllin aftur. Hann takkaði fyri álitið og skoraði tvær ferðir teir tjúgu minuttirnar hann var á vølli­ num. Løtu seinni kom Tróndur Jen­ sen eisini á vøllin. Hann hevur sitið uttanfyri í næstan eitt heilt ár við álvarsligum skaða. Hann hevur vant við liðnum seinastu tveir mánaðirnar, men venjaratoymið hjá HB hevur b í ð a ð við at sent hann á vøllin til nú. Spælararnir hjá AB taka fulla ábyrgd -Hetta er tað fúlasta eg havi verið út fyri. Vit, spælararnir, taka fulla ábyrgd fyri hesum. Venj­ar­arnir hava givið okkum greið­ar linjur og fyrireikað okk­um væl, men vit hava slett ikki hildið okkara avtalur, sigur Sørin Samuelsen, liðskipari hjá AB. HB hevur við stórsigrinum vunnið inn aftur málúrtøkuna hjá klaksvíkingum, sum hava vunnið 23-0 samanlagt seinastu fimm dystirnar. HB er oddalið við fimm stigum, meðan AB enn er undir niðurflytingarstrikuni við sjey stigum. Hetta bleiv í nógvar mátar ein søguligur dagur, men eisini ein dagur, har kjakið um føroyskan fót­bólt aftur kemur á breddan, tí 11-0 gagnar ongum. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Betri deildin 16. umfar: Tað var sorl, tá HB á Tórsvølli mikukvøldið vann 11-0 á einum viljuleysum og hjálparleysum AB-liðið, sum tapti søguliga stórt. Mikkel Dahl og Dan í Soylu skoraðu hattrik, men størsta gleðin var at Adrian Justinussen og Tróndur Jensen komu á vøllin aftur Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... SØRIN: VIT TAKA FULLA ÁBYRGD -Hetta er tað fúlasta eg havi verið út fyri. Vit, spælararnir, taka fulla ábyrgd fyri hesum. Venjararnir hava givið okkum greiðar linjur og fyrireikað okkum væl, men vit hava slett ikki hildið okkara avtalur, sigur Sørin Samuelsen, liðskipari hjá AB. HB-AB 11-0: STØRSTI SIGURIN STØRSTI SIGURIN Í 49 ÁR HJÁ HB Í 49 ÁR HJÁ HB – STØRSTA TAPIÐ – STØRSTA TAPIÐ HJÁ AB NAKRANTÍÐ HJÁ AB NAKRANTÍÐ