hósdagur 23. desember 2004síða 37
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 246 - 23. desember 2004
37
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
HEILSANIR
Foreldur míni
og eg takka
hjartaliga
øllum tykkum,
ið vórðu við
til at gera
fermingardag
mín 10. okto-
ber 2004 so
hugnaligan og
minnisríkan.
Gleðilig jól
og gott
nýggjár.
Heilsan
Dánjal H.
Hestoy
Góða
mamma
Hjartaliga
tillukku við
23 ára
degnum. Vit
elska teg.
Heilsan
Hans
Erland og
Dan
Til børnini í
Gjónni
Nú havi eg
verið á Sosi-
alinum og vitja
Jan Müller.
Hann tók eina
mynd av mær
og lovaði eg
skuldi sleppa at
ynskja tykkum
gleðilig Jól.
Heilsan Nissu
Lena
Hey, hesin sjeikurin.........., ja tey siga hann fyllur gott 60,
men hann heldur sjálvur, at prestur hevur tikið feil. Tað er
ikki meira enn 40. Líkamikið, hav ein góðan dag.
Jovina og Lýðar
Góði Palli
Hjartaliga tillukku
við degnum 23
des. Við ynskjum
um alt tað besta
framyvir
Bestu heilsur frá
okkum á
Búðabeitinum
Eg og foreldur
míni takka
øllum, sum
mintust meg á
fermingardegn-
um tann 10. okt.
04. Gleðilig jól
og gott nýggj.
Heilsan Bjørg
Klakstein,
Klaksvík
veitst tú ikki tað?
FISKASØLA
tíðindaskriv frá
Ráfiskakeyparafelgnum
Nevndin
í
Ráfiska-
keyparafelagnum hevur á
nevndarfundi 21/12 av-
gjørt, at fiskavirkini ikki
kunnu bakka longur enn
tað sum nú liggur á borð-
inum. Profomasølurnar
skulu burtur og fiskurin
seljast av loyvishavara.
Ein av stóru trupulleik-
unum, sum hevur merkt
samfelagið farna árið, er
vaksandi útflutningurin
av óvirkaðum fiski. Í
2003 vóru 33% av veiðini
av toski, hýsu og upsa
útflutt heilt, í mun til 13%
í ár 2000. Parturin av
óviðgjørdum fiski til út-
flutning hevur verið veks-
andi í 2004.
Virðisøkingin av fiskin-
um er ikki her heima, og
føroyska
samfelagið
missir stórar inntøkur.
Fyri fiskavirkini merkir
óstøðug rávørutilgongd at
føroyska vinnan ikki kann
geva tað leveringstrygd,
sum útlendski marknað-
urin vil hava.
Avleiðingarnar av hes-
um hava verið sjónligar í
ár. Minni arbeiði og vaks-
andi útgjald úr fiskavirk-
isskipanini hjá ALS, og
fíggjarliga úrslitið hjá
virkjunum í ár verður sera
vánaligt.
Ráfiskakeyparar
og
ráfiskaseljarar royndu í
eitt heilt ár at finna eitt
felags stev, fyri at fáa
loyst nógvar av átrokandi
spurningum í karmunum
fyri
fiskivinnuna
og
fiskavirkini, og komið var
til eina semju. Men í
síðstu løtu vrakaði ein
meiriluti av seljarunum
semjuna.
Henda
støðan
fekk
landsstýrismannin í fiski-
vinnumálum til, fyrst í
november, at leggja so-
kallaða fiskapakkan fram.
Ráfiskakeyparafelagið
hevur alla tíðina verið av
tí áskoðan, at vinnan skal
royna at loysa sínar trup-
ulleikar sjálv. Tí hevur
felagið einaferð enn roynt
at finna eina semju mill-
um keyparar og seljarar,
og sum Fiskimannafelag-
ið eisini var partur av.
Eftir tógvið stríð eydnað-
ist hesaferð at koma á
mál.
Í síðstu semjuni hevur
Ráfiskakeyparafelagið
givið seg nógv í mun til
fiskapakkan, sum Fiski-
málastýrið legði fram -
t.d. bert helvtin av ávísum
fiskasløgum skal støddar-
skiljast, somu møguleikar
verða at avreiða uttan-
lands, eingin bót fyri at
selja meira enn loyvt
o.s.v. Men enn einaferð
eru partar av Ráfiska-
seljarafelagnum, sum ikki
taka undir við semjuni.
Nevndin í Ráfiska-
keyparafelagnum hevur á
nevndarfundi 21/12 av-
gjørt, at fiskavirkini ikki
kunnu bakka longur enn
tað sum nú liggur á borð-
inum. Profomasølurnar
skulu burtur og fiskurin
seljast av loyvishavara.
Nevndin í Ráfiskakeyp-
arafelagnum heldur at
gongdin higartil vísir, at
talan er ikki um samráð-
ingar millum tveir líka
partar, tá talan er um selj-
arar- og keyparar. Seljar-
arnir hava fiskiloyvini og
ræðisrættin til fiskin. Teir
hava tí øll kort á hondini.
Endin kann tí gerast, at
politikararnir noyðast at
avgera, hvat teir vilja við
føroyska tilfeinginum.
Bakka ikki
longur
Lesið
-so eru tit við!