Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2020síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2020 SOSIALURIN 63 30 TRÓNDUR ARGE K Í stóð royndina móti helst torførasta mót­ støðu­liðnum í 116 ára longu søguni. Young Boys hevur seinastu fýra árini verið í bólkaspælinum í Europa League og Champions League. Teir hava júst vunnið sveisisku lands­kappingina sannførandi, fyri triðu ferð upp í slag. KÍ, sum fyri fyrstu ferð í 20 ár spældi í Champions League, var væl fyrireikað og tað var nærmast óuppiborið at gestirnir úr Klaksvík ikki vóru á odda í hálvleikinum. Størsta møguleikan fekk Ole Erik Midtskogen, tá hann bleiv spæld­ur afturum verjuna, men mál­verjin bjargaði skotinum. Vit skuldu havt verið á odda í hálv­leikinum. Tað bleiv nakað dýrt í seinna hálvleiki. Vit eru vón­brotnir, men samstundis stolt­ir. Eg haldi ikki fólk her vita hvussu sterkt Young Boys er, men kanska vit koma at síggja tað restina av kappingini. Tað er í tí ljósinum vit skulu síggja avrikið, sigur Mikkjal Thomas­ sen, venjari hjá KÍ. Tá Yonug Boys fekk hol á var talan um gott innlegg, har stjørnu­áleyparin í sveisikum fót­bólti, Jean-Pierre Nsame, setti høvdið á. Løtuni seinni bleiv eitt mistak frá Jóannesi K. Danielsen revsað, men innskifti Jonn Johannesen festið eld í upp­gerðina, tá hann beindi eitt frí­sparksinnlegg frá Jóannesi Bjarta­líð í málið, tá 79. minuttir vóru spældir. Tíverri bleiv tann eldurin sløktur bara tveir minuttir seinni, tá Jean-Pierre Nsame aftur var upp spæl. Hesa ferð sum uppleggjari og aftur var tað við høvdinum. Avrikið hjá KÍ var á evro­pes­ isk­um stigi, og eitt stórt framstig frá dystunum móti sveisiska Luzern í Europa League í fjør. Tá mátti Kristian Joensen fleiri ferðir bjarga KÍ móti eini mót­ støðu, sum er eitt sindur veikari enn Young Boys. Hesa ferð stóð KÍ betri móti trýstinum og kom til sínar málmøguleikar. Eitt búgvið avrik móti sterkari mót­ støðu. Gott – men kundi verið enn betri Venjarin hjá KÍ er stoltur av avrikinum hjá KÍ, men ásannar eisini at spælararnir iðra seg um at tað ikki eydnaðist at taka av mál­møguleikunum. -Eg eri fyrst og fremst stoltur, men tað er ongin ivi um at allir spælararnir sita við eini iðran, sjálvt um vit spældu ein góðan dyst. Vit fingið møguleikarnar, sum vit høvdu vónað og væntað at skapa. Tíverri eru vit akkurát ov óneyvir í nøkrum støðum í verju­støðu, tí vit halda teimum annars frá møguleikaum gjøgn­ um allan dystin, sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ. KÍ var væl skipað frá byrjan og tað var torført hjá Young Boys at koma til nakran mál­ møgu­leika. Heini Vatnsdal og Odmar Færø spældu fyri fyrstu ferð í miðverjuni hjá KÍ. Jesper Brinck bleiv fluttur á vinstra bakk­in, meðan Deni Pavlovic spældi á miðvøllinum saman við liðskiparanum, Jákup B. Andrea­ sen og Pálli A. Klettskarð. -Ætlanin var tann, sum fólk sóu á vøllinum. Vit lukka øll rúm, sum teir búrka í uppspælinum, men vit megna ikki at hótta fyrstu løtuna. Tá vit koma í gongd eru vit ein støðug hóttan, og tað manglaði lítið í at skora, sigur venjari hjá KÍ. KÍ svarar aftur Young Boys skorar til 1-0 og 2-0 fyrst í seinna hálvleiki, men KÍ svarar aftur. Tað er týdn­ingar­ mikið ikki at leggja seg niður, men at blíva við at svara aftur. Longu í hálvleikinum bleiv gjørt klárt til broytingarnar hjá Young Boys. -Tað, sum eg visti, var at venjarin fór at gera nakrar ávís­ar broytingar. Tað kunnaði eg spælararnar um. Teir yvir­ be­fólkaðu síðurnar, og løgdu tveir spælarar rundanum Jákup á miðjuni. Eg brúkti eisi­ ni hálv­leikin, at fáa spælarar at koma til sættis við, at vit skuldu grava djúpt. Tú mást ikki gevast at svara aftur upp á álopini, tí so kemur tú bara at standa í vejrustøðu, sigur Mikkjal Thomas­sen, sum eisini mátti satsa í royndini at koma inn í dystin aftur. Tað eydnaðist eisini, tá inn­ skifti Jonn Johannesen minkaði um munin. Og venjarin er fegin um málið frá umskúlaða áleypara­num. - Heilt einastandandi. Tað er kraft í renningini og bólt­ urin liggur óhugnaliga væl frá Jóannesi Bjartalíð, sigur venjarin. Tað ganga bara tveir minuttir, so er 3-1 og nú er mótbrekka brøtt. Mikkjal Thomassen iðrar seg um, at KÍ ikki fekk hildið í nakrar minuttir afturat, tí so hevði KÍ kunna komið við einum sein­asta trýsti móti dystarenda. -Tá hevði fjáltur komið á teir, tað hava vit sæð fyrr, sigur Mikkjal Thomassen at enda. KÍ skal nú spæla í Europa League. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Champions League: Í stórar partar av dystinum vóru tað ungir dreingir móti sterkum dreingjum, men tá samanumkom, so vóru tað trýfaldu meistararnir úr Sveis, sum knúgvaðu stríðsinnaðu føroyameistarunum úr Klaksvík Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... MIKKJAL ER STOLTUR – MEN IÐRAR SEG -Eg eri fyrst og fresmt stoltur, men tað er ongin ivi um at allir spælararnir sita við eini iðran, sjálvt um vit spældu ein góðan dyst. Vit fingið møguleikarnar, sum vit høvdu vónað og væntað at skapa. Tíverri eru vit akkurát ov óneyvir í nøkrum støðum í verjustøðu, tí vit halda teimum annars frá møguleikaum gjøgnum allan dystin, sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá KÍ. Young Boys-KÍ 3-1: YOUNG BOYS YOUNG BOYS MÓTI MÓTI STRONG BOYS STRONG BOYS