Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-27, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2020síða 32

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 28. AUGUST 2020 SOSIALURIN 63 32 Tilboð um ókeypis koppseting ímóti pneumokokkum verður veitt til fylgjandi persónar, ið eru búsitandi í Føroyum 1) Persónar, sum fáa bútilboð, sum eru skipað sambært §§ 27, 32 og 32 e í forsorgarlógini og sambært § 13, stk. 2, nr. 1, 2 og 3 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. 2) Persónar, sum hava fylt 65 ár. 3) Persónar, sum hava eina av hesum varandi sjúkum, ið nevndar eru undir litra a-h, eftir eini læknaligari meting. a) Persónar uttan milt, ella har miltið ikki virkar, sum tað skal. b) Persónar, har andadrátturin er ávirkaður av, at vøddamegin er niðursett. c) Persónar, sum hava órinsbrek, immundefekt, ið antin er viðfødd ella íkomin. d) Persónar við leka av heilavætu, liquorlækage. e) Persónar, sum hava havt invasiva pneumokoksjúku, pneumokokkbruna í blóðinum ella pneumokokk-meningitis. f) Persónar, sum hava fingið Cochlear implantatión. g) Persónar, sum hava fingið upprunakyknuflutning, stamcelletransplantation. h) Persónar, sum hava fingið yrkisgagnsflutning, organtransplantation. 4) Persónar yngri enn 18 ár, sum hava sjúku ella støðu, ið hevur við sær sera stóran vanda fyri at fáa invasiva pneumokokksjúku, ið eru nevndar undir litra a-h, eftir eini læknaligari meting. a) Persónar við hjartasjúku, ið hevur við sær niðursetta iltmettan í blóðinum, cyanotiske hjertesygdomme. b) Persónar, sum hava hjartaviknan, hjerteinsufficiens. c) Persónar, sum hava fingið palliativa skurðviðgerð fyri hjartasjúku. d) Persónar, sum hava týðandi fylgir á blóðrenslið eftir hjartaskurðviðgerð. e) Persónar við varandi lungnalíðing, t.d. cystiska fibrosu. f) Persónar, sum hava niðursett lungnavirkni, orsakað av veikum andadráttsvøddum, hypodynamisk respirationsinsufficiens. g) Persónar, sum hava nefrotisk sjúkueyðkenni, nefrotisk syndrom. h) Persónar, sum hava órinsverjubrek, immundefekter, undantikið agammaglobulinæmi og SCID. 5) Persónar, sum hava aðrar álvarsamar sjúkur ella eru í eini hættisligari støðu, sum eftir ítøkiligu meting læknans, hevur við sær sera stóran vanda fyri at fáa invasiva pneumokokksjúku. Ert tú í iva, set teg í samband við egnan kommunulækna. Ókeypis koppseting ímóti pneumokokkum Postsmoga 52 | Klaksvíksvegur 7 | FO-710 Klaksvík | Tel. (+298) 61 40 00 | www.heilsutrygd.fo Mælt verður til, at fólk, ið eru 65 ár og eldri, og fólk við varandi sjúku ella sum av øðrum orsøkum eru í øktum vanda fyri at fáa lungnabruna, lata seg koppseta ímóti pneumokokkum. Fá meiri kunning á heilsutrygd.fo