Sosialurinarkiv
Sosialurin 2020-08-27, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 27. august 2020síða 37

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Samrøða TEKSTUR ÁRNI GREGERSEN MYND ÁLVUR HARALDSEN Stórar avbjóðingar fyri alivinnuna men eisini risastórir framtíðar møguleikar A lingin í Føroyum stendur enn einaferð á ein­um vegamóti. Korona hevur gjørt, at prísirnir hava sveiggjað og avlopið í krónum í laksa­ fram­leiðsluni er ikki so høgt, sum tað ann­ars ofta hevur verið. Men alarar eru sannførdir um, at aldur fiskur verður fram­vegis ein nógv eftirspurd vøra, tí vaksandi fólkatalið í heim­inum fer alsamt at spyrja eftir matvørum við høgum føðslu­virði. Eitt annað er, at CO2-útlátið frá alingini er fleiri ferðir minni enn frá kjøtframleiðsluni í landbúnaðinum. Hetta er sjálvandi positivt, men hetta fer eisini at seta uppaftur hægri krøv til alingina. Aling er dýr og pláss­ krevjandi - tí er neyðugt, at øll aling verður gjørd burð­ ar­dygg. Í alingini verður arbeitt við hesum og fyri nøkrum ár­ um síðani var farið undir at gera smoltini størri á smolti­ støðunum. Hetta tí, at tað styttir um tíðina, fiskurin er á sjónum.Tíðarskeiðið har sjúkuvandin er eins og lúsa­plág­ an er munandi styttri. Ein annar partur er, at nú verður farið út á harðbalnari støð at ala. Hetta fyri at verja umhvørvið og geva fiskinum so góðar umstøður sum møguligt, ta tíð hann er í sjónum. Kring heimin eru stórar verkætlanir við aling, har sum alt verður gjørt á landi. Fiskurin fer als ikki út á sjógv, men verður í kørum á landi, til hann skal takast. Alarar halda, at hetta ber til, men tað eru tó eisini ávísir vans­ar við hesum mátanum at ala uppá. Tað er dýrt, krev­ur sera nógv pláss og ómetaliga nógvur sjógvur skal pump­ast inn og út til fiskin. Um okkara leiðir, her sum villur laksur vanliga svim­ur, eru treytirnar fyri at ala ómetaliga góðar. Ser­liga er tað hitin í sjónum, sum er so javnur, sum ger vakst­ar­møgu­ leik­arnar hjá laksi serliga góðar. Um okkkara leiðir sveiggjar hitin millum seks stig um vetur­in til eini 10 stig um summarið. Hetta er nógv minni sveiggj enn tað, sum tey uppliva í Noreg til dømis. Har fer hitin inni á norskum firðum upp í heili 20 stig um summ­ arið og niður í tvey til fimm stig um veturin. Møguleikarar eru tó framvegis at økja um aling­ina á sjónum í Føroyum, Eftir at skil kom á við rakstr­ar­ kunn­gerðini frá fyrst í hesi øldini, er landið býtt millum allararnar, men enn eru nógv økir, sum ikki eru troytt. Avbjóðingar eru á hesum økjum, tí veðrið er buldrasligt og harðbalið, men menningin innan útgerð og samskifti er ment so nógv, at tað eru greið tekin um, at tað ber til at fara longur út at ala. Hetta er betri fyri alifiskin, men so sanniliga eisini fyri um­hvørvið, tí dálkingin er oingin á streymasjógvi í mun til inni á firðunum. So møguleikararnir eru góðir, hóast avbjóðingarnar, at økja um føroysku alingina í framtíðini. Fyrstu royndirnar eru gjørdar longu og leiðin er løgd longur út á hav at ala laks